Hví flyta so nógvar kvinnur av landinum?
Tað er ein spurningur, sum granskarin, Karin Jóhanna L. Knudsen nú fer at kanna.
Í Føroyum er fráflyting tann heilt stóri trupulleikin. Serligs eru tað kvinnurnar, sum flyta og avleiðingin av tí er, vit hava eitt stórt undirskot av kvinnum.
Men nú fer Karin Jóhann L. Knudsen undir eina ph.d verkætlan, har endamálið er at fáa neyvari vitan um, hví so nógvar kvinnur flyta úr Føroyum, sigur Setrið á síni heimasíðu.
Verkætlanin er eitt samstarv ímillum Fróðskaparsetur Føroya og Roskilde Universitet.
Karin Jóhanna L. Knudsen hevur granskað í støðuni hjá føroyskum konum í eitt áramál. Samstarsavtalan ímillum Roskilde Universitet og Fróðskaparsetur Føroya ber í sær, at tann ph.d. lesandi verður innskrivaður á tveimum universitetum.
Á henda hátt er gjørligt at styrkja vegleiðingina og fakliga umhvørvið hjá ph.d.-granskaranum.
Karin Jóhanna L. Knudsen hevur starvsstað á Søgu- og samfelagsdeildini.
Vegleiðarar verða Jørgen Ole Bærenholdt, professari á Roskilde Universitet og Malan Marnersdóttir, professari og dekanur á Fróðskaparsetrinum.