Hví kunnu vit ikki keypa danskar fruktir?

Tað hevur undrað meg og mangan. Hvussu ber tað til, at vit ikki kunna keypa danskar fruktir í Føroyum??

Danskar fruktir eru so nógv tær bestu - og áttu verið tær bíligastu.

Men vit fáa tær ikki.

Danmark er í løtuni við at ganga undir í jørðberum - tey verða seld fyri næstan onki - men nei, vit fáa onki av tí.

Næstseinast eg keypti jørðber, vóru tey týsk, og tey smakkaðu hvørki eitt ell annað. Í dag havi eg keypt fransk jørðber. Sóu gott út ovast - men hýggjuskotin í botninum og tey smakklaðu onki.

Tað sama við súreplum. Tað er onki so gott sum eitt danskt súrepli, sum er vaksið upp í einum donskum súreplagarði - súrt og deiligt. Tað tú fær í handlinum í dag, líkist ikki súrepli, um tað er reytt ella grønt. Tað er søtt - ofta hart - og hevur ongan smakk.

Tað mátti verið onkur í Føroyum, sum sá eina forrætning at selt danska frukt. Frukt, ið smakkar. Eg skal lova tær - saman við fleiri - at eg skal keypa.