Vónbrotið var sjálvandi stórt, tá EB/Streymur mátti staðfesta veruleikan við fyrsta tapinum á heimavølli í ár. Eitt tap, har leiðslumálið hjá GÍ uttan iva verður offur fyri ævigum kjaki.
- Tað er ein skandala, at linjuverjin veittrar handan bóltin at verða innanfyri. Og tað kostar okkum nógv í dystinum, helt Fróði Clementsen tá vit eftir dystin fingu orðið á hann.
Fróði ásannaði tó eisini, at menn høvdu ikki verið í fullum snúningum til dystin, og hann helt seg eisini kenna orsøkina.
- Vit eru av álvara farnir at kenna strævnu dystarskránna. Í tríggjar vikur á rað hava vit spælt miðvikudystir, har ávíkavist HB og B36 hava verið mótstøðuliðini. Ikki minst var talan um sera harðar dystir í hálvfinalunum móti B36, og tað merkja vit so sanniliga í dag.
Munurin í oddinum er nú bara tvey stig. Eru tað eisini gummibein, sum eru farin at gera um seg, nú seinasta umfarið nærkast heilt nógv?
- Nei, tað haldi eg ikki. Nú fáa vit hvílt okkum áðrenn næsta umfarið, og so ivist eg ikki í, at vit koyra gullið heim í dystunum móti ÍF og KÍ slær Fróði fast.