Hvør brendi gomlu gentukostdeildina í Hoydølum?

Seinnapartin fríggjadagin ljóðaði, at eldur var í gomlu gentukostdeildini í Hoydølum. Nakrar tímar seinni um sjeytíðina gekk sjón fyri søgn. Kringvarpið vísti myndir frá ástaðnum. Har stóð hesin útivið fýrs ára gamli bygningurin og gálvaði upp í kvøldbláan, allur uppkolaður.

Tað var syndarligt at síggja.

Hvat tá.

Men fært tú ein kløkk, kanst tú meir enn so vænta tær ein hvøkk við. Og so var hesa ferð eisini. Ikki var seinasta glóðin kólnað í brunatoftini, so tóku yvirskriftir at birtast í fjølmiðlunum, ið róku framundir, at onkur hevði brent ta gomlu gentukostdeildina.

Á portalinum (hesum, sum tíðindablaðið Sosialurin røkir fyri tað almenna partafelagið Føroya-Tele) stóð m.a. henda yvirskrift at lesa fríggjakvøldið 15. juni:

 

Gentukostdeildin brend í grund

Einki spurnarmerki, bara henda kalda, ikki at siga øskukalda staðfestingin:

onkur hevði brent gomlu gentukostdeildina.

Síðani kom útvarpið við somu gitingum. Á vevsíðuni hjá ljóðvarpinum leygardagin 16. juni stóð t.d. eitt viðtal við studentaskúlarektaran. Eftir tekstinum at døma, sum avvarðandi hjá ljóðvarpinum høvdu skrivað, hýsti rektarin ongum iva, hvørki í sál ella hjarta:

Onkur hevði brent gentukostdeildina.

Við øðrum orðum gekk ein brennivargur leysur í Havn.

Tað var hvøkkur við lít.

Og eingin uggi var tað heldur, at orðini hjá rektaranum ikki sýntust at rína meiri enn so við tíðindafólkið hjá útvarpinum (ella hjá Sosialinum fyri alt tað), at viðkomandi ongar áneyðir helt vera at gera nakað burtur úr hesum ófrættum, men so at siga lat roykin fara við grindini. Størri tíðindi hava fyrr vikið fyri bólti og poppi í føroyskum fjølmiðlum.

Eftir vikuskiftið, og tíbetur, tað veit Guð, er lítið spurt aftur um brennivargin og óvist, um gamla gentukostdeildin í Hoydølum varð brend ella brann av øðrum ávum. Er tað hugsandi, spyrji eg meg sjálvan, at avvarðandi tíðindafólk høvdu aðrar atvoldir til gitingar sínar enn tað, sum sagt varð við tey? Kann eldsbrunin fríggjadagin hava sett ein støkk í hesi góðu skinn? Skotið teimum sovorðnan ótta í hjartað, at tey ongan eld torgaðu fyri sær um vikuskiftið, heldur ikki tann veika loga av málsligum tilviti, sum (um tað ikki er ov bjartskygt at ætla) helst anir í heysinum á teimum, ið hvussu er teir dagar, tá ið eldar gera minni um seg, enn teir gjørdu í Hoydølum fríggjadagin.

Spyrst so livst.