Stóra málið um barnaporno er eitt eindømi í danska ríkinum, sigur ákærin, sum krevur fongsulsrevsing í 18 mánaðir
Revsingin skal ásetast eftir mongdini av myndum og filmum við barnaporno, sum maðurin hevði í varðveitslu, sigur ákærin.
Í gjár gjørdu sakførararnir seg lidnar við málið um barnaporno, sum hevur verið fyri í Føroya Rætti.
Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, nýtti nógva tíð til sínar endaligu viðmerkingar. Hon fór gjølla ígjønum, hvat maðurin er ákærdur fyri, hvussu nógvar myndir og filmar løgreglan fann á telduni, og hvussu nógvar, hann hevur latið víðari. Maðurin er ákærdur fyri at hava tilsaman 6.471 myndir og 14.554 filmar við barnaporno á teldum og harddiskum heima hjá sær sjálvum. Harumframt hevur hann latið 824 myndir og 3.069 filmar verið atgongiligar hjá øðrum at taka niður á sína teldu. Myndirnar og filmarnir eru bókaðir í tríggjar bólkar, alt eftir, hvussu grovt innihaldið er.
Maðurin hevur játtað seg sekan í varðveitslu av barnapornografiska tilfarinum, men noktaði seg sekan í at hava spreitt tað víðari.
Í rættinum hevur ákærdi greitt frá, at hann ikki visti, hvat forritið kundi og ikki hevur so stórt tekniskt innlit, men ákæruvaldið hevur víst á, at ákærdi sjálvur hevur verið inni og broytt ávísar ásetingar í forritinum. Hann hevði eisini verið inni og broytt, hvørjar fílar fólk kundu heinta av síni teldu, meinti ákærin.
Ákærin vísti eisini á, at maðurin ikki var komin á betri tankar sjálvur. Sjálvt í tí løtu, løgreglan handtók mannin, var hann í gongd við at taka nýtt barnapornotilfar niður av netinum.
Ákærin vísti á, at elstu myndirnar eru sjey ára gamlar. Ongantíð í danskari rættarsøgu, hevur eitt mál av slíkum slag havt tilfar, sum hevur strekt seg yvir so langa tíð.
Tá ákærin treiv í, hvør revsingin skal vera, sigur hon, at maðurin eitur at revsast fyri mest sum hvørja einastu mynd. Revsingin skal ásetast eftir mongdini av myndum og filmum við barnaporno, sum maðurin hevði í varðveitslu, sigur ákærin.
Hvør einasta mynd vísir eitt barn, sum verður misbrúkt, og tað er júst fyri at forða misbrúki av børnum, at vit hava eina lóg móti barnaporno. Lógin móti barnaporno er eisini herd fleiri ferðir seinastu árini, júst fyri at vísa, at samfelagið tekur frástøðu frá slíkum, greiddi Linda Margrethe Hesselberg, ákæri frá.
Hon vísti á, hvussu langa tíð, maðurin hevði tikið barnaporno niður og hvussu nógv av tilfarinum var av grovari slagnum, í bólki tvey og trý. Í bólki tvey er talan um myndir og filmar av børnum í seksuellum aktiviteti, meðan bólkur trý millum annað vísti børn, ið vóru bundin.