Bergtóra H. Joensen
Júst so – eingin! Øll vilja vit kenna okkum í tryggastu og bestu hondum, tá okkara kæru ella vit sjálvi gerast sjúk. Vit kunnu fegnast um, at viðgerðarmøguleikarnir gerast betri í hvørjum á nógvum økjum. Vit senda landsmenn og kvinnur til serviðgerð uttanlands og fáa serfrøðingar hendanvegin. Soleiðis skal tað vera. Men, tað kostar og er ivaleyst ofta givið væl út.
Men hinvegin, kunnu vit blíva við at siga, at vit vilja varðveita verandi sjúkhúsverk, sum tað er í Føroyum – umframt viðgerð uttanlands í størri og størri mun?
Vit síggja afturvendandi meirnýtslu í á heilsuøkinum umframt at kostnaðurin á uttanlandsviðgerð er vaksandi. Viðgerð í Danmark, Íslandi og aðrastaðni.
Lat meg siga beinanvegin, at tá talan er um ikki loyvda meirnýtslu skal tað sjálvandi hava fylgjur – ikki minst, tá økið hevur fingið allar tær játtanir og eykajáttanir, sum hava verið umbidnar. Men tað er ikki ólógliga meirnýtslan, eg her ætli at viðgera.
Hvat bleiv av Valcon?
Tað er væl í lagi og neyðugt at undrast ella seta spurnaðartekin við raðfestingar eisini innan sjúkhúsverkið? Ella hvussu?
Minnist tíðindafundin í heyst í samband við fíggjarstýringina á sjúkhúsinum. Hann snúði seg um sonevndu Valconkanningina. Haldi ongantíð at kanningin og úrslitini veruliga komu til sín rætt og blivu viðgjørd. Í kanningini verður føroyska sjúkhúsverkið sammett við Bornholm, Áland, Gotland, Ísland og Grønland.
Politisku raðfestingarnar
Valconkanningin sigur púra greitt, at umráðandi er, at politikarar taka støðu til, hvat teir vilja hava fyri upphæddina, sum er vaksandi til tey trý sjúkhúsini umframt uttanlandsviðgerð. Vit vita, at hetta snýr seg um risastórar upphæddir , men løgið er, at vit – politikarar - ikki av álvara tora at siga hart, hvat vit vilja hava fyri peningin.
Haldi oftast at politikarar bara siga: ”Vit skulu hava eitt vælvirkandi heilsuverk, og vit skulu hava tað gott!” – men hvat merkir tað? Svarini eru sera ymisk.
Annars segði ein klókur maður við skili fyri heilsupolitikki: “Einki land fær nakrantíð ráð at veita øllum fólkinum alla ta viðgerð, kanningar og allan tann heilivág, sum vit vita virkar. Heldur ikki, um øll BTÚ verður brúkt til tað!”
Enn ein grundgeving fyri, hvussu umráðandi tað er, at vit raðfesta.
Er tað ok at vit onga barnapsykiatriska deild hava? At Psykiatriski Depilin aftur er útsettur? Áttu vit at umskipa ávísar partar av sjúkhúsverkinum – endurvejingarmiðstøð og seruppgávur úti um landið. Sjálvsagt, er umráðandi at varðveita arbeiðsplássini. Tørvurin á teimum er enn størri júst nú, enn hann hevur verið í fleiri ár.
Skilji væl óttan
Tað, tey flestu helst hugsa er: Um vit niðurleggja sjúkrahúsið missi eg og fleiri við mær arbeiðið! Eg hugsi, at vit sjálvsagt skulu varðveita almennu arbeiðsplássini. Tørvurin á teimum er størri nú enn hann hevur verið mong ár. Alt økið sum hevur við enduruppvenjing at gera – ein slíkan depil hevur okkum tørvað í mong ár. Haldi, álitið um endurvenjingi Eysturoynni ljóðar avbera skilagott. Framúr initiativ.
Harumframt eru mong, sum bíða og bíða eftir einum røktarheimsplássi. Børnini sum játtanin til barnapsykiatriina røkkur til at diagnostisera, men ikki til at viðgera sálarsjúk børn og ung. Harumframt er alt fyribyrgjandi arbeiðið á heilsuøkinum, sum peningur ikki er játtaður til – men sum altíð loysir seg nógv betri og er bíligari enn viðgerð.
Hvør er glaður?
Fái toknir av, at ávís evni eru nærum tabu at tosa um. Men sjúkhúsverkið og heilsuverkið sum heild er avbera kostnaðarmikið – tað merkir ikki, at starvsfólkini ikki eru arbeiðssom ella at tey eru dovin. Heldur ikki at fysisku karmarnir eru framúr.
Man tað merkja, at vit ikki hava torað ella dugað nóg væl at raðfest innan økið. Ger tað nakran glaðari? Fær nakar eina betri heilsu av tí ella gerst skjótari frískur?
Ført hevur verið fram, at sjúkhúsverkið í Føroyum framvegis er bíligari enn í londunum rundan um okkum. So er, staðfesti Valconkanningin, men tað bleiv eisini sagt, at vit seinastu árini hava nýtt nógv størri upphæddir til sjúkhúsverkið enn áður. Og at tað ikki kundi halda áfram óbroytt. Ein kann so spyrja, hvat hava vit fingið fyri peningin, sum vit nýta meir í dag? Eru tað sjúklingarnir, starvsfólkini ella tey avvarðandi sum hava fingið betri kor? Tað eru helst fleiri svar. Men eg haldi meg ikki hava hoyrt nakran siga, at tey sum sjúklingur ella starvsfólk veruliga hava kent seg raðfest ovaliga ella at umstøðurnar eru batnaðar munandi – tvørturímóti! Og tað er væl essensurin, at vit mugu hava størri gjøgnumskygni. Bæði so at vit vita, hvat vit fáa fyri peningin og so at fólk vita, hvussu peningurin verður nýttur.
Oftari og longri innlagdir
Eisini vísti kanningin, at føroyingar verða oftari og longri innlagdir enn í londunum rundan um okkum – hetta hóast føroyingar sum er, eru yngri enn í londunum rundanum okkum og heilsustøðan her er góð. Tískil áttu vit at verði sjáldnari innlagdir. Tí vanliga eru fólk oftari og longri innløgd, jú eldri tey eru. Hvussu fer hetta mynstrið at ávirka okkum framyvir ?
Sjúklingaráðið skal vera við
Tað undrar meg, tá eg í miðlunum hoyri, at Sjúklingaráðið varð kunnað um broytingarnar í samband við uttanlandsviðgerð seinast í juni mánaða. Í kunngerðini frá 2006 um Sjúklingaráðið stendur millum annað:” Høvuðsuppgávan hjá sjúklingaráðnum er at viðgera mál av generellum og prinsipiellum týdningi fyri veitingar til sjúklingar..” Hví verða tey tá ikki tikin við upp á ráð – sum fremsta uppgáva teirra er - eisini tá broytingar skulu fremjast?
Komandi tingseta
Vóni, at komandi tingseta fer at bera brá av skilabetri og veruligum raðfestingum – raðfestingum sum geva arbeiðið fleiri til føroyskar hendur – bæði í mun til íløgur og rakstur. Lat okkum tora at siga hart, og tora at kjakast um, hvat vit vilja raðfesta.