Hvør er ræðumyndin?

Orðið ?ræðumynd? hevur verið nógv nýtt, síðani sitandi loysingarsomgonga varð skipað. Í nærum hvørjari blaðgrein, sum hesir loysingarmenn hava latið av hondum, hevur verið víst á, at atfinningarnar frá andstøðuni eru bert ræðumyndir, og tí einki hava við veruleikan at gera.

Orsøkin til hetta er helst tann, at loysingarflokkarnir hava ilt við at afturvísa nakað av tí, sum andstøðuflokkarnir koma við. Tað skal eisini sigast andstøðuflokkunum til rós, at teir hava staðið seg væl í kjakinum, sum hevur verið í kjalarvørrinum av samráðingarferðunum hjá landsstýrinum.

Nú tykjast aftur nýggir tónar at ljóða frá hesum somu loysingarflokkum, tí teirra heimaarbeiði hevur kortini ikki verið nóg gott. Teir fingu at vita í góðari tíð, at skiftistíðin fór bert at vera 3 til 4 ár, og tí átti ein endurtøka av hesum, ikki at komið óvart á nakran.

Men tað er sum um at landsstýrið aftur her sær trøll (ella ræðumyndir) á alljósum degi, tí nú verður tosað um at útseta gildiskomuna fyri loysingina.

Men hvat sigur veljarin ? Tíðin fer at nærkast, til vit skulu hava fólkaatkvøðu, og øllum er greitt, at tað kostar at loysa frá Danmark. Tí eru fólk vorðin bangin fyri tí, sum fer at henda.

Tað var ein lætti at hoyra frá seinastu veljarakanningini, at tveir av loysingarflokkunum vóru fyri álvarsligum bakkasti. Fólkið er rættiliga farið at hugsa og síggja, hvussu leikur fer.

Mær tykir at orðið ?ræðumynd?, sum loysingarflokkarnir hava nýtt ímóti andstøðuni, nú er við at fella á teir sjálvar.

Í dag eru loysingarflokkarnir stórsta ?ræðumyndin?, og tí tinnist veljaraskarin í ávísum flokkum. Alt talar fyri, at Sjálvstýrisflokkurin bløðir út av hesi omanfyri nevndu ?ræðumynd?.

Andras Miðskarð