Hvør er út at koyra?

Sera løgnar, men tann í blaðnum týsdagin í hesi vikuni bar av.

 

Henrik Old

?????????????????



Sera løgnar, men tann í blaðnum týsdagin í hesi vikuni bar av. Oddagreinin bar heitið »Undanstøkking«, og sjálvt útvarpið fekk eina heila tíðindasending burtur úr hesi løgnu oddagrein.

Millum lesarar verða oddagreinirnar í Sosialinum ofta knýttar at Javnaðarflokkinum og teimum sjónarmiðum, ið flokkurin stendur fyri, sjálvt um vit, sum dagliga virka í flokkinum, einki tilknýti hava til hesar greinar og meiningar.

Slík niðurgerð og vanvirðing av vanligum fólki skal leitast leingi eftir - helst finst hon ikki. Tað, at 8.400 fólk hava dittað sær at skriva undir eitt mótmæli ímóti eini eftirløn til landsstýrisfólk, sum nærmast er at líkna við eitt rán, verður av blaðnum skýrd øvundsjúka. Blaðið heldur tað vera heilt rímiligt, at tey, ið hava verið í landsstýrinum í átta ár, fáa landsins hægstu eftirløn, og sagt verður, at tey, ið hava skrivað undir mótmælið (skattgjaldarin) hava einki ímoti, at stjórar í almennum partafeløgum fáa millióna upphæddir í løn. Áhugavert hevði verið at fingið at vita, nær skattgjaldarin hevur verið eftirspurdur um hesar stjóralønir. Men tað allar grovasta í greinini er, tá sagt verður: »Samsýningin verður, sum man virðir tað arbeiði, ið gjørt verður. Verður samsýningin hjá politikarum avgjørd eftir lægsta felagsnevnara, so verður samansetingin av ting- og landsstýrisfólki hareftir«. Tað eru fleiri enn eg, ið hava skilt hetta, ið sagt verður um, at samansetingin av ting- og landsstýrisfólki verður avgjørd eftir lægsta felagsnevnara sum, at tey við lægstu lønum einki hava at gera á tingi og í landsstýri.

Hetta orðaval er sera langt úti. Tað er væl óhugsandi, at tað eru tey, ið ikki kunnu góðtaka slíka skriving, ið eru úti at koyra. Eg kann vera samdur í, at tað ljóðar løgið, tá ið Høgni Hoydal, sum legði pensjónsmálið fram, nú sigur, at hann ikki var greiður yvir, hvat uppskotið innibar. Tað, at fullveldisfólk ætla at tryggja sær eina góða pensjon, áðrenn fullveldið verður tikið, kann aldrin blíva ein trupulleiki hjá Javnaðarflokkinum, samstundis sum tey, ið treingja heimahjálp, fáa bræv um, at hjá teimum kann ikki gerast reint næstu tveir mánaðirnar orsakað av pengamangli. Um formaður Javnaðarfloksins ikki ger greitt, hvør floksins støða er til hesa ódámligu oddagrein, so er tvingandi neyðugt, at floksleiðslan kemur saman, soleiðis at floksins støða haðanifrá verður gjørd greið fyri javnaðarfólki og øðrum við.