Hvør er tað ið skinklar í kongunum?

Kári P. Højgaard
løgtingsmaður fyri
Sjálvstýrisflokkin

Av tí at eg havi verið burturstaddur í arbeiðsørindum, havi eg ikki havt møguleika at svara Torbirni Jacobsen fyrr enn nú.

Í nevndarvalbólki við samgongu og andstøðutinglimur
Í nevndarvalið hevur ein flokkur skyldu til at fáa so stóra politiska ávirkan sum til ber. Sjálvstýrisflokkurin fekk í valbólki við samgonguni eitt betri úrslit, enn talan varð um í hinum valbólkinum. Hóast drúgvar royndir at sáa illgrunasemi um keyp og sølu, og at Kári P. skal vera í lummanum á samgonguni, má ásannast, at trúvirði er ikki nøkur gáva, men nakað ein vinnur sær og prógvar í verki. Tað verður veljarin, sum í seinasta enda skal meta um úrslitið, livdi tingmaður og flokkur upp til vónirnar og helt valskráin. Eg havi ikki brotið nakað politiskt lyfti, ei heldur gingið upp á “kompromis” við mína samvitsku.

Viðvíkjandi umskipan av Landstýrismannanevndini
Tað er rætt, at eg tosaði bæði við Karsten og Kjartan um formanskapin. Kjartan boðaði frá, at hann fyrst vildi tosa við flokkin, áðrenn hann gav endalig boð. Karsten játtaði, at hann vildi taka við sum formaður, um hann fekk møguleikan
Nakrar dagar seinri, eftir at hava ráðført seg við floksleiðsluna, boðaði Kjartan mær frá, at hann tók við formansvali.
Grundin til at eg skjeyt Kjartan Joensen upp til formann, var av tí einføldu orsøk, at Landstýrismannanevndin eins og allar hinar løgtingsvalnevndirnar eru valdar eftir býtislutfalli, ið valbólkarnir eiga; Kjartan Joensen og eg eru jú í sama valbólki.
Eftir niðurstøðuna hjá Landstýrismálanevndini viðvíkjandi útlendsku eigaraviðurskiftunum og hendingina 18. desember í Løgtinginum, er tað ikki rætt, at eg framhaldandi skal hava sæti í nevndini. Kaj Leo Johannesen er varamaður, og hevur sum uppgerðin niðanfyri vísir, fyrr sitið í nevndini og hevur vunnið sær royndir har.
At Sjálvstýrisflokkurin við hesi manøvru hevur gjørt enda á § 39 í Stýrisskipan Føroya og er ein sorgarleikur fyri fólkaræðið, er Torbjørn líkt, ein yvirmeting í ólukku mát. Tað er ikki rætt, at andstøðan eigur formanskapin í hesi nevnd, og at tað er brot á siðvenju, at Kjartan Joensen úr samgonguni tók við formansessinum, nú eg eftir egnum ynski segði meg frá sum formaður. Undanfarni formaðurin í Landstýrismannanevndini var Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum, ið saman við Jákupi Mikkelsen úr Fólkaflokkinum vóru samgongulimir. Soleiðis hevur Landstýrismannanevndin verið mannað seinastu tvey valskeiðini:

Eftir valið í 2002 vórðu nevndir valdar. Í landsstýrismálanevndina vórðu valdir:
Heini O. Heinsen (Tjóðv)
Jákup Mikkelsen (Fólkafl)
Kaj Leo Johannesen (Samband)
Formaður: Heini O Heinesen
Samgonga: Fólkaflokkur, Sjálvstýrisflokkur, Tjóðveldisflokkur og Miðflokkur. Løgmaður: Anfinn Kallsberg

Eftir valið í 2004 vórðu nevndir valdar 5. februar 2004. Í landsstýrismálanevndina vórðu valdir:
Kári P. Højgaard (Sjálvstfl)
Kjartan Joensen (Fólkafl)
Karsten Hansen (Tjóðv)
Formaður: Kári P. Højgaard (valdur av valbólki: Fólkaflokkur, Sambandsflokkur, Javnaðarflokkur og Sjálvstýrisflokkur)
Samgonga: Fólkaflokkur, Sambandsflokkur, Javnaðarflokkur. Løgmaður: Jóannes Eidesgaard

Nevndin varð umskipað 25. januar 2006, tá ið Kjartan Joensen varð valdur formaður fyri Kára P. Højgaard, ið segði seg frá.

Trúvirði
Í skrift og talu hevur Torbjørn Jacobsen hoyrt til tann militanta vongin í Tjóðveldisflokkinum, og onkuntíð hava skotríðurnar móti Kára P. Højgaard verið ógvusligar og krútroykurin so tættur, at ilt hevur verið at staðfest ella mett um, hvaðan álopið kemur.
Í samband við valið av Kringvarpsnevnd, varð niðurgeringin av Kára Post og hansara trúvirði fullkomin, har ein sníkisskjútti í blaðgrein í Norðlýsinum fremur álopið undir dulnevninum POMBO. Nágreinligar kanningar av projektilunum eftir hetta álopið eru ikki gjørdar, men skotvápnini og kalibarin er júst hin sami, so lítil ella ongin ivi valdar um, at talan er um ein og sama greinskrivara.

Missálitisuppskotið á Bjørn Kalsø
Landstýrismannanevndin kemur til ta niðurstøðu, at viðgerðin í samband við keyp og sølu av fiskiførum ikki tryggjar, at ásetingarnar í § 7 um vinnuligan fiskiskap og útlendska eigarapartin, verða fylgdar. Formliga er alt í lagi, men veruligu eftirkanningarnar av roknskapum, dótturfeløgum v.m. verða ikki gjørdar.
Bólturin bleiv spældur til Løgmann og Løgtingið, men hóast tríggjar vikur gingu, hendi onki. Løgmaður spælir bóltin aftur til Landstýrismannanevndina við tí viðmerking, at hansara umsiting ikki sær trupulleikan ella óreglusemi, ið nevndin vísir á. Møguleikarnir eru kanningarstjóri ella missálit, nevndin hevur avgreitt málið, tí er tað bert tingmenn ella flokkar, ið kunnu reisa missálitisuppskot.
Í 80-unum var ein áseting um eginpening, tá menn skuldu hava váttan um landskassaveðhald og stuðul. Ásetta peningaupphæddin stóð á bók tann dagin kanningin varð gjørd, formliga var sostatt alt í lagi, men 80 ara-frágreiðingin og eftirtíðin hava prógvað, at talan var um ”spæl fyri gallaríinum”. Politiski myndugleikin visti, hvussu støðan var, tí fekk tað ongar fylgjur fyri teir, ið framdu hesar gerðir, tí í dómsúrskurðinum var niðurstøðan: Tú kann ikki snýta ein sum veit og kennir mannagongdirnar.
Tjóðveldisflokkurin vísti á kanningarstjóra, hóast málið er kannað. Formliga er sum sagt alt í lagi, men hvussu eru veruligu útlendsku viðurskiftini í fleiri av stóru reiðaríðunum?
Eg havi ikki álit á landstýrismanninum, tí hann ikki hevur sett í verk kunngerðina, ið skapar gjøgnumskygni av eigaraviðurskiftunum eins og avgreiðsluna og flyting av loyvum í smb. við keyp og sølu av fiskiførum.
Tí varð uppskotið um missálit á Bjørn Kalsø framlagt. Hetta hendi sum áður sagt 18. desember og longu 21. desember ella tríggjar dagar seinri, leggur landstýrismaðurin fram lógaruppskot um broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap, har høvuðsbroytingin er 20% reglan. Talan er um tvey fylgjandi lógaruppskot ið kunnu síggjast á HYPERLINK "http://www.logting.fo" www.logting.fo

HYPERLINK "http://www.logting.fo/logtingsmal/Logtingsmal06/VanligTingmal/052.06Misalit-BjornKalsoe.htm" 52Misálit á Bjørn Kalsø, landsstýrismann HYPERLINK "http://www.logting.fo/logtingsmal/Logtingsmal06/VanligTingmal/053.06Vinnuligur-fiskiskapur.htm" 53Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Torbjørn sigur: ”Ongin livandi sál veit, hví uppskotið um missálit varð framlagt móti Bjørn Kalsø, heldur ikki uppskotstillarin”. Hetta sigur alt um ”seriøsitetin”, og vil eg tí lata úsøgnina hanga í luftini til lesaran at meta um; men spurningurin er.
Hví bleiv uppskotið framlagt seinasta tingdag áðrenn jólahalguna at galda frá tí degi, uppskotið varð framlagt?
Man nakar í Føroyum trúgva, at hetta uppskot hevði sæð dagsins ljós hendan dag, um Kári P. Højgaard ikki tók nevndu stig?
Eftirtíðin kemur at prógva, hvør hevur skotið seg í fótin ella annan likamslut.

Lakktaskurnar
Politikkur er nú einaferð soleiðis samskrúvaður, at ein gerð er aðra verd. Ymiskt er tó, hvussu miklar lakktaskurnar eru í vavi. citat Torbjørn.

Løgið. Júst við somu orðum um sølu og lakktaskur var heilsanin frá formanni Miðfloksins, tá eg kom inn í tingsalin hendan dagin, nevndin varð umskipað.
Veit ikki hvørjar royndir hesir báðir garparnir hava á økinum, men má viðganga, at eg her standi á berum. Mær er frásagt, at lakktaska í hesum málburði verður sett í samband við skøkju. Sambært orðabókini er hetta kvinna, ið tekur pening fyri kynsliga samveru, hora, gleðisgenta.
Skilji ikki at hendingin í Landstýrismannanevndini skuldi vekja hesar tankar hjá greinskrivaranum. Politiska ”stuntið” gav onki, men kostaði mær formanslønina áleið 30 túsund. Tað einasta eg havi fingið afturfyri, eru skomm og skitin orð.
Eg fylgdi míni samvitsku og gekk plankan út, men kann hyggja frítt upp á hvønn mann við góðari samvitsku, ongin kann ábyrgda meg fyri ikki at hava gjørt mítt til at peika á trupulleikan við ásetingunum í § 7 um útlendska eigarapartinum í føroyskari fiskivinnunu.
Tað er hóast alt við einum ávísum stoltleika og gleði at eg kann líta aftur á virkna arbeiðslív mítt. Í tríati ár havi eg gingið á Oyndarfjarðarrutuni við einari segldúksposttasku, og í hesum starvi breyðføtt familjuni, konu og seks børnum.