Tá ið akfør viga meira enn eitt ávíst tonsatal, so mugu tey hava serloyvi at koyra úr einum øki til annað. Hægst loyvda heildartyngd hjá fermdum akfari er 48 tons.
Sambært grein 38 í Ferðslulógini er tað løgreglan, sum gevur hesi undantaksloyvi. Men løgreglan ger bert frávik frá reglunum eftir samráðingar við viðkomandi vegamyndugleika, t.v.s. Landsverk-frøðingin, tá ið talan er um landsvegir. Løgreglan ansar bert eftir, at flutningurin ferðsluliga fer fram á rættan hátt, og at flutningurin lýkur øll trygdarkrøv, sum ferðslulógin ásetir.
Tá ið tað snýr seg um spurningar, um t.d. vegir ella brýr tola tungu vektina, so fylgir løgreglan avgerðunum hjá vegamyndugleikanum