Nýggi formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur tikið eina avgerð, sum bæði javnaðarfólk og sambandsfólk undrast á.
Aksel V. Johannesen, floksformaður, hevur nevniliga rullað ein fullveldismann, Sjúrð Skaale, í positión sum oddavalevni – spísskandidat – hjá Javnaðarflokkinum til Fólkatingsvalið.
Longu nú í skrivandi stund – fáar tímar eftir, at avgerðin er almannakunngjørd – hoyrist frá góðum og trúgvum javnaðarfólkum, at floksformaðurin er lopin frá tí, sum hann alment hevur boðað frá.
Onnur halda, at javnaðarleiðarin hevur gjørt sítt fyrsta álvarsliga politiska sjálvmál.
Mær tykir, at bæði eru røtt.
Samríkis- ella fullveldisflokkur?
Hví man tað vera, at javnaðarfólk beinanvegin reagera?
Jú, tað er so upplagt.
Í fyrstu røðu síni sum floksformaður staðfesti Aksel V. Johannesen nevniliga, at Javnaðarflokkurin er ein samríkisflokkur.
Formaðurin segði við øðrum orðum, at Javnaðarflokkurin tekur undir við, at Føroyar eru partur av Ríkisfelagsskapinum.
Hetta útloysti miklan róm á floksfundi í Javnaðarflokkinum, ið varð sendur beinleiðis út á internetið alheimin at síggja og hoyra.
Men so er tað, at Aksel nú setur ein fullveldismann til at vera fremsta valevni floksins til fólkatingsvalið?!
Øll síggja, at hetta hongur ikki saman.
Trúvirðið hjá Javnaðarflokkinum er veruliga í vanda, og stórt spurnartekin kann setast við, um Javnaðarflokkurin er samríkisflokkur.
Bert tríggir mánaðir síðani
Ongin ivi er um, at Sjúrður Skaale er ein dugnaligur og vitugur politikari. Tað er ikki har, at ketan leypur av.
Men tað skerst ikki burtur, at tað eru bert gingnir smáir tríggir mánaðir, síðani Sjúrður Skaale var limur í Tjóðveldi, hvørs evsta mál er at loysa Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum.
Væl at merkja tí sama Ríkisfelagsskapi, sum formaðurin í Javnaðarflokkinum alment sigur seg taka undir við.
Hvussu hongur hetta saman?
Tók frástøðu frá felagsskapinum
Tað skerst heldur ikki burtur, at Sjúrður Skaale var ein av motorunum aftan fyri fullveldislandsstýrið, sum hevur gjørt óbótaligan skaða á Ríkisfelagsskapin, ið Javnaðarflokkurin sigur seg taka undir við.
Hvar er trúvirði í tí?
Heldur ikki skerst burtur, at Sjúrður Skaale sum eykamaður á Christiansborg hevur staðið á røðarapallinum í Fólkatinginum og tikið frástøðu frá Ríkisfelagsskapinum, sum Aksel V. Johannesen vegna flokk sín heldur vera røttu skipanina fyri Føroyar.
Hvørjum teirra skal man trúgva?
Sigur flokkin vera sjálvstýrissinnaðan
Sjúrður Skaale hevur alt sítt politiska lív verið í skarpari andstøðu til donsku stjórnina. Men nú sigur hann seg vera einasta garant fyri góðum samstarvi við eina komandi stjórn.
Skulu vit veruliga trúgva tí?
Og hvat var tað fyrsta, ið Sjúrður Skaale tosaði um, nú hann er vorðin javnaðarmaður?
Jú hann staðfesti í Útvarpinum hjá Kringvarpinum, at Javnaðarflokkurin er ein ”sjávstýrissinnaður” flokkur.
Javel.
Hvør hevur nú rætt? Sjúrður Skaale ella Aksel V. Johannesen? Er Javnaðarflokkurin ein sjálvstýrisflokkur ella ein samríkisflokkur?
Onki trúvirði
Ella fyri at lýsa hesa fullkomnu og fløkjuna á ein annan hátt:
Fullveldismaðurin Sjúrður Skaale, sum nú er javnaðarmaður, sigur, at Javnaðarflokkin, ið er samríkisflokkur, er sjálvstýrissinnaður. Og Aksel V. Johannesen, sum er javnaðarmaður, hevur sett fullveldismannin, Sjúrð Skaale, ið nú sigur seg vera javnaðarmann, sum oddavalevni í einum flokki, ið er samríkisflokkur.
Hetta er sum tikið úr einum skemtileiki hjá Pipar & Salt.
Eg veit ikki hvussu tað er við tykkum, sum lesa hesa grein, men eg havi sera trupult við at trúgva Aksel V. Johannesen, Sjúrði Skaale og Javnaðarflokkinum.
Og eg taki undir við teimum, sum eru farin at ivast stórliga í, um Javnaðarflokkurin veruliga er ein samríkisflokkur.
Hetta er ikki bert eitt politiskt sjálvmál.
Hetta er eisini ótrúverdugt út um alt mark.
Edmund Joensen
Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin