Val í FF
Val er í Føroya Fiskimannafelag á hvørjum ári, men felagsformansval er bara triðja hvørt ár. Tað merkir, at felagsformaðurin verður valdur fyri eitt tríáraskeið.
Fiskimannafelagið er skipað við sóknarformonnum, sýsluformonnum og so felagsformanni, og soleiðis er val á hvørjum ári.
Fyri trimum árum síðan varð Jan Højgaard valdur til felagsformann í kapping við tásitandi formann, Óla Jacobsen og Dan Reinert Petersen, sum eisini læt seg stilla upp.
Jan fekk flestar atkvøður av hesum trimum.
Í ár er felagsformansval, og seinasta fríggjadag klokkan 16, tá freistin at stilla upp var úti, gjørdist greitt, at Hendrik Old, fyrrverandi løgtingsmaður, hevur gjørt av at bjóða seg fram sum umboð fyri fiskimenn tey næstu trý árini.
Soleiðis skulu fiskimenn, sum eru limir í Føroya Fiskimannafelag, nú at velja ímillum sitandi formann og avbjóðaran.
Fyri at stilla upp, skal valevni hava fimm sóknir ella fimm skipsmanningar aftanfyri seg. Sambært valskipanini kunnu eisini sóknir og manningar saman stilla mann upp til valið.
Hendrik Old er gamal skipari og eisini í tíðini, hann sat á tingi, plagdi hann javnan at loysa av um sumrarnar, eitt nú umborð á svenskum fiskiskipum.