Hvør leiðir hvønn í KT óføri?

Sosialurin hevur í oddagrein síni mikudagin 7. februar 2007, “Bárður Nielsen leiddur í KT óføri?” nøkur orð um Búskaparskipan Landsins. Eg meti tað hava týdning, at hendan oddagrein ikki sleppur at standa ósvarað.

“Veruligi heimurin er innrættaður” soleiðis í dag, at tað er tann talgildi infrastruktururin saman við “vitanar-infrastrukturinum”, sum hevur størsta týdningin. Hetta fevnir bæði um skúlaverk, samstarvsformar, samfelagsbygnað, stovnar (institutiónir) o.m.a. Men ein fortreyt er, at vanligt bókhald virkar so gott, sum tað yvirhøvur ber til. Vit mega vita, hvat vit gera hvønn dag, og vit mega rættiliga einfalt fáa eina rættiliga greiða heildarmynd yvir ein mánaða longu hálvan næsta mánaða. Almenni parturin av hesum bókhaldi má harafturat vera alment atkomuligur, bæði prinsipielt, men mest av øllum í praksis. Annars verða vit “á einari teknologiskt afturútsigldari oyggj”. Veruleikin gerst enn verri – vit fáa talgildar oyggjar í hópatali, sum allar eru afturútsigldar, bæði teknologiskt og umsitingarligt.

Tá ið oddagreinin í Sosialinum brúkar orðingina “reaktionert...um landið ikki loyvir bestu og bíligastu KT amboðini” er hetta fyri mær at síggja annaðhvørt ein roynd at skava útyvir veruleikan ella rætt og slætt óvitan. Tí enn verður vanliga roknað við, at um ein stovnur skal útvega sær serskipanir, sum eru førar fyri at lata upplýsingar til eina miðsavnaða skipan, so krevur tað dugandi fólk og kostar oftast rættiliga nógv. Orsøkin til, at tað viðhvørt er ynskiligt, er, at ein serskipan kann í summum førum spara orku í sambandi við dagligu nýtsluna, ella hon kann hava neyðugar funktiónir, sum miðsavnaða loysnin ikki hevur.

Ein fíggjarskipan hjá landinum skal tæna tveimum endamálum. Annað endamálið er at virka sum fíggjarskipan hjá tí einstaka arbeiðsplássinum. Hitt endamálið er at miðsavna neyðugu upplýsingarnar. Tá ið Sosialurin rør uppundir, at tað ber til at fáa skipanir til hesi bæði endamál sum hyllavørur, er tað ikki í samsvari við tær upplýsingar, sum eg og mong við mær hava. Mær vitandi er Búskaparskipan Landsins júst ein “fíggjarstýringsskipan, sum stórt sæð allur heimurin nýtir”, fyri at brúka orðini hjá oddagreinini í Sosialinum – so langt hon røkkur. Nevniliga Oracle Financials. Menningarparturin er, at ítøkiligar arbeiðsgongdir, mannagongdir o.t. í føroyska almenna verkinum skulu innbyggjast og setast upp í skipanini. Kalla tað menning ella kalla tað uppseting, arbeiðið skal so gerast. Tann, sum hevur roynt tað, er helst samdur við mær í, at tað er ikki hissini smáverk, sum tann lokali teldusnillingurin ger ein fríggjadag seinnapart.

Minnist meg rætt skulu vit aftur í sjeytitalið, tá ið tað hepnaðist at savna bókhaldstøl landsins í eina skipan, tó at hópin av talgildum oyggjum vóru úti á ymsum arbeiðsplássum, soleiðis sum tøknin tá var framkomin til. Í áttatitalinum vóru ábøtur gjørdar samsvarandi tøkniligu framgongdini. Minnist meg rætt var tað einaferð í seinnu helvt av nýtitalinum, at verandi skipan fekst at virka. Vit kunnu vera ymisk á máli um smálutirnar. Men landið kann snøgt sagt ikki liva við, at hvør almennur stjóri finnur sær sína egnu skipan eftir egnari sannføring og førleika og vilja til at halda kortini nær at kroppinum, soleiðis at vit venda aftur til tíðina fyri sjeytitalið, tá ið bókhaldstølini vóru atkomulig fyri onnur eina ferð árliga ella so. Tá var tøknin ikki til annað, nú vantar viljin til til gjøgnumskygni.

Búskaparskipan Landsins er ein týðandi liður í einum rímiliga effektivum og gjøgnumskygnum almennum verki. Hvussu Gjaldstovan skipar seg og loyvir ella forðar talgildum samskifti við aðrar skipanir, skal eg ikki gera viðmerkingar til í hesi grein, tí tað er ein spurningur um trygd, tekniskar møguleikar og førleika úti á einstaka arbeiðsplássinum, sum einans Gjaldstovan hevur ítøkiliga ábyrgd av. Tað í sær sjálvum, at almennir stovnsleiðarar royna at skáka sær undan skipanini, rokni eg sum vandatekin. Tað er ikki sørt, at ein kennir undirtónar av tí totalitera, einaræðinum.

Heldur enn at lasta Gjaldstovuni og Búskaparskipan Landsins, haldi eg tí, at Sosialurin hevði gjørt størri nyttu, um hann royndi at seta nøvn á tey almennu arbeiðspláss, sum royna at skáka sær undan skipanini við spurninginum um, hvørjar sakligar grundgevingar eru fyri at afturhalda almennum roknskaparligum upplýsingum.