Hvør skal eiga okkara land?

Tjóðveldi vil hava, at treytir verða settar fyri at eiga jørð og bústað í Føroyum

Føroysk hús, jørð og lendi liggja víðopin fyri útlendingum at keypa. Tí hevur Tjóðveldi lagt uppskot fyri tingið, um at forða útlendingum at keypa hús og jørð undir seg í Føroyum.

Ognarmeklarir hava upplýst, at útlendski áhugin fyri fastogn í Føroyum er vaksandi og alsamt meira ítøkiligur. Í onkrari bygd hevur útlendingur keypt fleiri hús. Eisini eru hús seld á útoyggj, uttan at keyparin yvirhøvur hevur sæð ognina.

Hetta ger, at møguleikarnir hjá fólki her, at útvega sær bústað fyri rímiligan kostnað verður tikin burtur.

Í Íslandi og aðrastaðni sæst hetta væl aftur. Útlendingar hava fríar teymar, at keypa sær hús, íbúðir og jørð og gera tað í so stóran mun, at húsaprísirnir kunnu vaksa 20% ár um ár.

Tí vilja vit hava, at treytir verða settar fyri at eiga jørð og bústað í Føroyum. Tað kundi verið:

- At persónur hevur búð og verið skattskyldugur í Føroyum í tvey ár

- At persónur hevur búð og verið skattskyldugur í Føroyum í tilsamans 5 ár

Okkara grannalond hava eisini undantaksreglur sum til dømis:

- At loyvi kann gevast til fólk, ið kunnu prógva eitt serligt tilknýti til Føroyar

Sum hendan samgongan arbeiðir kann mann spyrja: “er alt til sølu, bara mann fær rætta prísin? er onki heilagt?” Nú gjørligt verður, at spekulera í okkara fiskiríkidømi, hjá bæði føroyingum og útlendingum, so er skjótt at hesi ovurstóru virði, ið eru givin teimum fáu, kunnu keypa alt undir seg í Føroyum.

Avleiðingarnar kunnu tá gerast sera stórar – bæði á størri sum á smærri plássum kring alt landið.

Sum Høgni Hoydal, formaður, segði herfyri: “Vit kunnu skjótt gerast eygleiðarar í egnum sjógvi og húskallar í egnum landi.”

 

Tjóðveldi