Hvør skal gjalda fyri fólkakirkjuna

Tað undraði meg ikki sørt at lesa grein í blaðnum 4. september, har fýra samgongutingmenn úttala seg um fíggingina av fólkakirkjuni framyvir.

Hesir tingmenn fáa tað at ljóða, sum um kirkjan og kirkjufólkið vilja hava fríkirkjufólk at gjalda fyri raksturin av fólkakirkjuni. Tá ein so spyr seg sjálvan, hvaðani teir hava hesa løgnu hugsan, jú, so hava teir tað úr teirra egna samgonguskjali.
Eg skal tí greiða frá, hóast tað skuldi verið óneyðugt, hvat umboð fyri kirkjufólkið hava skrivað til Mentamálastýrið um hetta mál.
Í nevndaráliti um lóg um yvirtøku av fólkakirkjuni, sum varð lagt fram seinasta heyst, og sum m.a. varð viðgjørt av Felagnum fyri Kirkjuráðslimir, varð lagt upp til at øll fólkakirkjan skuldi fíggjast yvir kirkjuskattin. Hetta vildi merkt, at kirkjuskatturin skuldi hækkast við umleið 14 mil kr. Felagið helt, at landskassin átti at rinda nakað fyri tær samfelagstænastur, ið prestar gera, og metti hetta til umleið 40% av teimum 14 mil kr.
Hetta vildi merkt, at allir landsins skattaborgarar skuldu rindað umleið 5.6 mil kr og fríkirkjufólk í Føroyum umleið 840 000 kr av hesum yvir skattin fyri hesar tænastur.
Hetta var sjálvandi bert ein meting, og halda fríkirkjufólk, at hetta er ov mikið, kunnu vit altíð tosa um tað, tí fólkakirkjan ynskir ikki olmussu frá nøkrum.