Hvør skal taka avgerð? Tann trupli spurningurin um fosturtøku

Í dag ber í stóran mun til at ávirka talið av børnum, sum vit seta í verðina. Men tað hendir, at kvinnur gerast við barn, uttan at tær ynskja ella kunnu fáa barnið. Og tá er tað, at tær mugu taka støðu til fosturtøku

ESSAY:

 

 

Neyðin og tann nakna kvinnan

Í Føroyum sum aðrastaðir munnu okkara formøður eftir førimuni hava roynt at ávirkað talið á barnaflokkinum. Áðrenn Norðurlond vóru kristnað, var tað ikki revsivert at seta nýfødd børn út at doyggja. Men søgnin um Niðagrísin kundi bent á, at onkur onkuntíð hevur havt ringa samvitsku. Niðagrísur var ein lítil, tjúkkur skapningur, líkur einum reivabarni, sum helt til á teimum støðum, har leysingabørn vórðu grivin uttan at vera doypt. Niðagrísurin sást bert eftir dagsetur.

 

Sambært Rasmussen lækna varð fosturtøka duld sum mansmorð. Kvinnan lá í songini í 1 til 3 dagar, og einki varð gjørt fyri at hjálpa henni: bløðingarnar skuldu steðga av sær sjálvum. Fostrið varð lagt í eina eskju og grivið í kirkjugarðinum ella í bønum. Konjak, brennivín og altarvín hava verið brúkt til at skunda undir barnsburð. Aðrastaðir hevur rúsdrekka eisini verið brúkt til at fordríva fostur, so hetta er óivað eisini farið fram hjá okkum.

 

Mangt er í neyðini nýtt. Til hít brúktu okkara forfedrar tarm av seyði, fiski, umframt tarm og bløðru av kópi. Hinvegin er ivasamt, um nakrar plantur hava vaksið í Føroyum, sum hava verið nóg sterkar til at fordríva fostrið. Og krotulæknavirksemi hevur neyvan verið vanligt. Kanska tí at kristna trúgvin liggur so djúpt í okkum, og at okkara formøður ikki hava viljað blandað seg í skaparans verk. Ella tí at slíkt virksemi ikki kann haldast loyniligt í einum so lítlum landi. Men hetta eru so bara gitingar.

 

 

Tann týdningarmikla upplýsingin

Tann besta fyribyrgingin er at lata vera. Soleiðis segði ein foyur og illa sperdur lærari við okkum, tá ið vit í framhaldsdeildini provokerandi spurdu hann, nær hann ætlaði at fara í holt við seksual-undirvísingina. Gamaní. Men um vit ikki lata vera, eiga vit at kenna møguligar avleiðingar av, at sáð møtir eggi. Tí er neyðugt, at øll ung fáa góða og tíðarhóskandi seksualundirvísing, tó at slík undirvísing ikki altíð er nokk.

 

Sambært læknaligari vitan veitir eingin fyribyrging 100 prosent trygd. So allar kvinnur, sum eru seksuelt virknar, kunnu koma út fyri at gerast við barn, uttan at tað var ætlanin. Eisini kann talan vera um sjúku, vánaligar umstøður, neyðtøku ella kynsliga misnýtslu. Spurningurin er so, hvat er til ráða at taka, tá ið ein genta ella kvinna er komin soleiðis fyri, at hon skal taka støðu til møguliga fosturtøku.

 

 

Eitt eymt evni

Fosturtøka er eitt eymt evni at taka upp. Tað eru føroyskir læknar, sum óttast, at ov nógv tos og kjak um fosturtøku kann hava við sær, at verandi lóggáva verður herd, so at tað verður enn torførari at fáa fosturtøku í Føroyum.

 

Vit minnast øll, tá ið ein ágrýtin Bill Justinussen úr Miðflokkinum var heilsumálaráðharri í tíðarskeiðinum 2002 til valið í januar 2004. Tá ætlaði hann í álvara at hyggja í journalarnar hjá øllum teimum gentum og kvinnum, sum høvdu fingið fosturtøku í Føroyum, fyri at fáa staðfest, um lógin nú varð hildin.

 

Men fosturtøka kann eisini vera eitt eymt evni ikki at taka upp. Tað tykist í øllum førum vera fittligt fyri nógvar politikarar at sleppa frá at taka greiða støðu til spurningin. Vit eiga ikki at góðtaka, at politikarar soleiðis flýggja undan teirra ábyrgd, sum er at skapa tíðarhóskandi karmar fyri okkum borgarar at virka í.

 

 

Gomul lóggáva

Tann føroyska fosturtøkulógin er frá 1959. Sambært hesi lóg kann ein yvirlækni í starvi á føroyskum sjúkrahúsi taka avgerð um at fremja fosturtøku, um kvinnan er í lívsvanda ella um vandi er fyri sjúku. Um kvinnan ynskir fosturtøku í øðrum førum, skal avgerð takast um hetta í samráð millum læknan, sum ger fosturtøkuna, og ein annan lækna.

 

Tann danska lógin frá 1970 varð ongantíð viðgjørd í løgtinginum. Í landsumsitingini varð mett, at tíðin ikki var búgvin til eitt orðaskifti um eina fríari lóggávu um fosturtøku, og sostatt varð lógin ikki send í løgtingið. Tískil helt tann gamla lógin áfram at galda.

 

 

Lág føroysk tøl

Upplýsingar frá landslæknanum benda á, at tær, ið fáa fosturtøku, eru kvinnur í øllum aldrum millum 15 og 44. Hví tær velja fosturtøku, finnast ikki upplýsingar um. Her kunnu vit bert gita. Samstundis sum vit kunnu frøast um, at føroysku tølini eru so lág.

 

Títtleikin av fosturtøku í Føroyum er serstakliga lágur í mun til onnur norðurlendsk lond. Meðan tað í Føroyum vóru 40,7 fosturtøkur fyri hvørji 1000 livandi fødd í 2005, var hetta talið 218,8 í Íslandi, 236,6 í Danmark, og heili 1010,1 í Grønlandi (tøl at finna á HYPERLINK "http://www.landslaeknin.fo" www.landslaeknin.fo).

 

So er tað tann bólkurin av kvinnum, sum leitar sær til Danmarkar fyri at fáa fosturtøku, av tí at vit ikki hava fría fosturtøku í Føroyum. Meðan onkur vil vera við, at talan er um fleiri enn 200 kvinnur, sum velja hesa loysnina, heldur landslæknin, at fosturtøkurnar í Danmark eru ein myta, og at talið neyvan er hægri enn 10 (Sosialurin 18.10.2006).

 

 

Fyri ella ímóti?

Í Føroyum liggja partarnir stavn um stavn viðvíkjandi spurninginum um, hvørt fosturtøka skal vera lóglig fram til 12. viku. Sambært veljarakanning frá desember 2006 vóru 45 prosent fyri og 45 prosent ímóti, meðan 10 prosent søgdu seg ikki vita (Sosialurin 20. desember 2006).

 

Fyri lívi, siga tey, sum gera greitt, at tey eru ímóti. Tí lívið byrjar við gitnaðinum, og tað ófødda barnið hevur eisini rættin til lívið.

 

Fyri vali, siga tey, sum gera greitt, at tey eru fyri. Tí at eingin annar enn gentan ella kvinnan sjálv kann taka eina so torføra avgerð.

 

Sjálv eri eg fyri fríari fosturtøku. Eg veit fullvæl, at hetta fyri nógvar er ein trupul avgerð, men onkuntíð slepst ikki undan at taka hana, og tað kunnu hvørki politikarar ella læknar gera fyri okkum. Hinvegin verður ein slík avgerð vónandi tikin í einum stuðlandi nærumhvørvi og við hollari fakligari ráðgeving, ið er óheft av átrúnaði og politikki.

 

 

Ynskiliga støðan

Summi óttast, at um fosturtøkan verður frí, fara fleiri kvinnur at velja hesa loysnina. Onkur enntá í staðin fyri fyribyrging. Tess størri týdning hevur tað, at ungdómurin fær góða og tíðarhóskandi seksualundirvísing í skúlanum. Tí sjálvandi eigur fosturtøka ongantíð at verða brúkt í staðin fyri fyribyrging.

 

Ein ynskilig støða hevði verið, at vit høvdu fría fosturtøku, og at eingin genta ella kvinna hevði orsøk til at velja fosturtøku.