Hvør svevur?

Eg má siga, at eg, eins og ivaleyst fleiri onnur við mær, hvakk við, tá ið eg las orðini hjá tingmanninum, Jóannis Nielsen um, at fakfeløgini hava sovið í tímanum í eftirlønarspurninginum.

 

Erhard Jacobsen


Eg má siga, at eg, eins og ivaleyst fleiri onnur við mær, hvakk við, tá ið eg las orðini hjá tingmanninum, Jóannis Nielsen um, at fakfeløgini hava sovið í tímanum í eftirlønarspurninginum.

Í seinnu helvt av 80-árunum var eg virkin í Starvsmannafelagnum, og var tað nakað, sum vit arbeiddu við, so var tað at fáa greiði á eftirlønarspurninginum.

Felagið royndi ferð eftir ferð at fáa gongd á samráðingar um at betra eftirlønarviðurskiftini hjá limunum, men har var onki at heinta í nakrari samráðing. Millum annað gjørdu vit vart við, at tað var ongantið ov tíðliga at fáa loyst eftirlønarspurningin, tí tað krevur áramál at fáa eina eftirlønarskipan at virka.

Nevndin í Starvsmannafelagnum og landsstýrið vistu eisini væl, at tann eftirlønarskipanin, sum var avtalað fyri limir Starvsmannafelagsins í 1985, var bara ein byrjan. Kortini eydnaðist tað ongantíð at fáa nakra konstruktiva avtalu um, hvussu hendan eftirlønarskipanin skuldi útbyggjast.

Og hetta komst so ikki av, at fakfeløgini svóvu!

Tað er annars ikki fyrstu ferð, at eg havi hoyrt útsagnir um, at fakfeløgini gera ikki hetta ella hitt, og at tey fylgja ikki við í tí nýggja, sum hendir. Tú tímir ikki at svara slíkum møsni aftur, hóast tú væl veist, at fakfeløgini, í hvussu er, meðan eg var virkin har, høvdu nógvar konstruktivar tankar um eitt nú setanar- og lønarviðurskifti, starvsfólkapolitikk, nútímans arbeiðsrætt, útbúgvingarpolitikk v.m.

Einasti trupulleikin var, at tað vóru fakfeløgini, sum høvdu hesar tankar!

Nógvir av hesum tankum eru nú jargon millum tey, sum starvast á arbeiðsgevarasíðu, men kom ikki og sig, at fakfekløgini hava sovið í tímanum!

Ábyrgdina av teimum forsømilsum, sum nú kosta dýrt, eiga fakfeløgini so langt frá einsamøll. Tann heiðurin verða vit tíverri fleiri um at kanna okkum, teirra millum ikki minst okkara politikarar.