Hvør svevur í tímanum!

Oddagrein:

Vit marknaðarføra okkum við at veiða fisk úr heimsins reinasta havi. Vit brúka reinu og órørdu náttúruna í okkara marknaðarføring. Framstandandi politikarar okkara ferðast kring heimin og fortelja, at vit hava heimsins mest burðardyggu fiskiveiðu osfr.

Um sama mundið verða virki noydd at stongja, tí keypararnir nokta at keypa fiskin, tí hesin er ikki burðardyggur.

Hvussu hetta hongur saman mugu Gudarnir vita! Kann eitt svarið vera, at okkara myndugleikar hava ikki brúkt neyðugu orkuna og viljan til tess at fáa boðskapin um føroysku burðardygdina út til røttu móttakararnar!

Onkur vil helst siga, at tað er so lætt at geva tí almenna skyldina, tá tað leikar á hjá privata vinnulívinum. Í hesum førinum við hýsuni viga ákærurnar móti okkara Fiskimálaráð tungt skulu vit lurta eftir fakfólki, sum nettupp arbeiða við sølu av fiski. ÚF hevði áhugaverda samrøðu í gjár við sølumann og við eiðismann um støðuna, nú Norðís er latið aftur.

Eftir at hava virkað hýsu í mong ár og selt hana sum hádelikatessuvøru til so framstandandi keyparar sum Mark & Spentzer í Onglandi eru dyrnar nú bráddliga stongdar. ICES sigur, at føroyski hýsufiskiskapurin er ikki burðardyggur, og tí gevast keyparar at keypa føroyska hýsu.

Og tað almenna fær skyldina. Tí sambært keldunum hjá ÚF hevur okkara fiskivinnumyndugleiki snorksovið í tímanum, tá tað ráddi um at kunna myndugleikar og keyparar um veruliga støðuna í Føroyum. Hava okkara myndugleikar forsømt at fylgt við gongdini, har krøvini til burðadygga vøru eru vorðin nógv størri og hetta harvið eisini krevur eyka upplýsingarsinnsats frá tí almenna? Hava vit bara latið standa til fyri so bráddliga at vakna við kaldan dreym?

Vit skulu ikki gera okkum til dómarar, men okkurt kundi bent á, at tað eru almennu fiskiveiði- (og nú eisini uttanríkis-) myndugleikarnir, sum ikki hava havt fingurin á pulsinum og avlurtað signalini úr umheiminum. Er hetta bara enn ein Skálaberg gøla, sum vit her eru vitni til. At Fiskimálaráðið tekur tingini sum givin og als ikki samstarvar við vinnuna!

Fiskimálaráðharrin vísir ákærunum aftur og sigur, at upplýsingarskyldan liggur hjá seljaranum og vinnulívinum. Her má so sanniliga vera talan um bæði og. Tað er alt ov bíligt av Vestergaard at skáka sær undan í hesum máli. Eins og í Skálabergmálinum tykist tað sum, at vinnan og tað almenna ikki virka nóg væl saman. Hvussu skal ein einstakur seljari hava somu orku og vekt at fáa henda fyri Føroyar so týðandi boðskap fram sum okkara Fiskimálaráð! Kanadiska stjórnin heldur í besta imperialistiska stíli fram at reka klappjaktpolitikk móti einum pinkulandi við at nokta tess skipum atgongd til sínar havnir. Sjálvandi eiga føroyingar ikki at ganga undir so órímulig krøv og minka um veiðuna. Vit hava søgulig rættindi til veiðu í altjóða sjógvi. Her stuðla vit Fiskimálaráðnum fult út og halda, at løgmaður eigur at leggja seg út í málið og krevja avgerðina hjá kanadisku stjórnini fyri altjóða rætt.