2. deild
Nú bert trý umfør eru eftir at kappingarárinum í aðru deild, er av álvara farið at stramma hjá HB. Næst bestu menninir hjá teimum reyð/svørtu eru at finna á botnsessinum í aðru deild, og tað er sjálvsagt ikki nakað serligt, um menninir á besta liðnum komandi ár skulu leita niður í triðju deild eftir eykaleikarum. Serstakliga ikki nú tað er staðfest, at argjamenn fara at hava lið í aðru deild komandi kappingarár.
Sunnudagin var grannauppgerð í Gundadali, og eydnaðist tað HB at fáa eitt kærkomið stig, men í samlaða roknskapinum bøtti hetta lítið, tá allir kappingarneytarnir samstundis vunnu sínar dystir.
Fyrstu løtuna sá annars út til, at tað skuldi verða HB, sum fór avstað við øllum stigunum, tá fyrst Bjarni Jørgensen og síðani Bernhard Petersen sendu bóltiní B36-meskarnar.
B36?arnir vóru tó skjótir at svara aftur. Við tveimum málum frá Tórálvi Poulsen og einum frá Ragnari Poulsen fingu teir vent støðuni, soleiðis at tað var B36, sum var á odda, tá farið varð til hálvleik.
Í seinna hálvleiki helt javna dystargongdin fram. HB hevur nú í seinastuni roynt at fingið fleiri av gomlu fyrsta liðs kempunum at taka eitt tak við á næst besta liðnum, og tað var eisini ein av hesum, sum javnaði, tá Rói Árting skeyt sætta málið í dystinum, men nakað seinni var Ragnar Poulsen aftur upp á spæl.
HB fekk tó bjargað øðrum stiginum, og aftur var tað ein av veteranunum, hesaferð Gunnar Mohr, sum fekk seinasta orðið í dystinum.
Eitt kærkomið stig til HB, men sum sagt, so var gleðin um hetta stokkut, nú øll hini botnliðini vunnu sínar dystir, so nú er av álvara farið at stramma hjá HB.
B36 misti hinvegin ein møguleika at skræða seg leysan í stríðnum um siluvrmerkini, men teir halda tó framvegis kósini.
HB-B36 4-4 (2-3)
1-0: Bjarni Jørgensen
2-0: Bernhard Petersen
2-1: Tórálvur Poulsen
2-2: Tórálvur Poulsen
2-3: Ragnar Poulsen
3-3: Rói Árting
3-4: Ragnar Poulsen
4-4: Gunnar Mohr