- Hvørki tíð ella ráð at bíða eftir myndugleikunum

- Vit eru noydd at byggja nýggjan skúla nú, hóast vit mugu rinda alt sjálvi. Men tað kenst ikki sørt hugstoytt, at landið ikki vil gjalda sín part, tá ið vit hugsa um, at nógvar kommunur hava fingið uppí posa og sekk frá tí almenna til íløgur og í nýggjari tíð eftir øllum at døma fáa skuld eftirgivna, sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður á Velbastað

Kirkjubøar sóknar kommuna var tann einasta, ið undan ársskiftinum kunngjørdi, at skattaprosentið varð hækkað, úr 17% uppí 18,5%. Og tað er ikki uttan grund. Sóknin, ið telur gott og væl 200 íbúgvar í Kirkjubø og á Velbastað, er farin undir eina sera stóra verkætlan av sínum eintingum. Nýggjur skúli skal byggjast á Velbastað við síðuna av tí gamla, og kommunan fíggjar allan kostnaðin sjálv.

- Vit hava hvørki tíð ella ráð at bíða eftir landsmyndugleikunum. Bygdaráðið hevur verið í sambandi við tað almenna, men haðani hava vit fingið at vita, at ein nevnd verður sett at endurskoða stuðulsskipanina til skúlabygging í Føroyum. Hesum kunnu børnini í kommununi ikki bíða eftir. Vit eru noydd at byggja nýggjan skúla nú. Barnatalið veksur støðugt og tíðin er farin frá gamla skúla, sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður í Kirkjubøar sóknar kommunu.

Skúlin á Velbastað er frá fyrst í hesi øldini. Hann er alt ov lítil og ótíðarhóskandi til tey 32 børnini, ið ganga har. Tvær smáar skúlastovur eru til taks. Sum er ganga børnini í sóknini í skúla á Velbastað til og við 6. flokk. Tá ið nýggi skúlin verður tikin í nýtslu, verður skúlagongdin til og við 7. flokk, og í framtíðini er møguleiki at hava framhaldsdeild.

Gamli skúli fer kortini ikki at standa óbrúktur í framtíðini. Kommunuskrivstovan heldur til har. Møguleiki er at brúka skúlan til ymisk endamál so sum bygdasavn, tilhald hjá eldri fólki, ella forskúla.


Ójavnt er býtt

Bygdaráðsformaðurin í Kirkjubøar sóknar kommunu fýlist á, at tær kommunur, ið hava stýrt við skili og hava lítla og onga skuld, verða fyri vanbýti, tá ið tað ræður um eina so týdningarmikla íløgu.

- Vit eru errin av, at vit eru farin undir hesa íløguna, sum er ein íløga í framtíðina og okkara børn. Men tað kenst ikki sørt hugstoytt, tá ið vit hugsa um, at nógvar kommunur hava fingið uppí posa og sekk frá tí almenna til íløgur, og í nýggjari tíð eftir øllum at døma fáa skuld eftirgivna. Tað er sjálvsagt gott at tær verða hjálptar, men eg haldi, at tær sleppa ov lætt, sigur Annfinn Brekkstein.

Við nýggja skúlanum, ið skal verða klárur at taka í nýtslu skúlaárið komandi ár, fáa børnini í Kirkjubø og á Velbastað tær bestu hugsandi umstøður og karmar. Har vera tvær skúlastovur, bókasavn, felagshøli, ið eisini verður undirvísingarhøli, og lærarastova. Í kjallaranum verður stórt rúm, ið ikki verður innrættað í fyrsta umfari. Fermetratalið í nýggja skúlanum telur slakar 400.

Kostnaðurin verður 5,5 mill. krónur. Tað stendur ikki á at fáa fígging. Fleiri peningastovnar standa í bíðirøð fyri at sleppa at fíggja.

Kirkjubøar sóknar kommuna er væl fyri fíggjarliga. Kommunan noktaði í síni tíð at vera við í kreppulánsgrunninum og ta avgerðina angra tey ikki. Undanfarin og núverandi bygdaráð hava lagt stóran dent á skynsaman fíggjarpolitikk. Álíkningin hjá kommununi er 3,4 mill. krónur, og kommunan skyldar 600.000 krónur.