Tað er í lagi, at tað almenna stuðlar eini vinnu, sum av einihvørji orsøk kemur í trupulleikar. Men máti skal vera við, sigur stjórin á Ferðaráðnum, Heri Niclasen.
?Sjálvandi skal tað almenna ikki grípa inn í tíð og ótíð. Men tað vil altíð koma fyri í tí veruliga lívinum, at stór samfelagsbúskaparlig virði standa uppá spæl, og tá skal ein vera serliga varin. Tá nyttar lítið at blaka um seg við politiskum stevnuskráum og lærubókscitatum. Tá er tað gott, at tað úr rúgvuni stinga seg upp nakrir úrmælingar, sum uttan atlit til egnu politisku áskoðanir ella egnan vinning gera sína ávirkan galdandi. Eisini um hetta gongur beint ímóti tí, sum búskaparfrøðingar meta vera rætt, sigur Heri Niclasen.
Hann vísir á, at mong dømi eru um hetta. Bæði her heima hjá okkum sjálvum og aðrastaðni. Hugsað bert um nøkur av minningarorðunum sum fyrrverandi løgmaður okkara, Atli Dam sáli, fekk frá fleiri av okkara fremstu vinnulívsmonnum, sigur hann.
Hann vísir á, at um tað almenna ikki hjálpti Smyril Line á heysti 1984, var tann fyritøkan farin á heysin.
Og um tað almenna ikki setti partapening í Atlantic Airways í december 1992, var kanska onki føroyskt flogfelag til í dag, heldur hann.
Hann fegnast um ta loysn, ið gjørdist endin á trupulleikunum, sum Smyril Line seinastu tíðina hevur verið í.
?Hatta dámar mær væl, sigur hann. Tað vóru annars ógvuliga døpur, og oftani diffus, signal, sum hava verið at frætt í fjølmiðlunum frá einaferð í heyst og til fyri stuttum. Mær dámdi als ikki framtíðarætlanirnar, soleiðis sum tær vórðu lagdar fram tá. Nú sær tað í hvussu so er ørðvísi út. Tað er av størsta týdningi fyri ferðavinnuna, at vit eisini hava eitt gott sjóvegis samband, og tí vóni eg, at teir skjótt fáa ta neyðugu jávnvágina í raksturin. Tað verður tungt, men tað er gjørt fyrr við hepnari hond við gomlu Norrönu, og kann gerast aftur.
Danskt fordømi
Tá talað verður um bjarging av reiðaríum, hava vit eisini okkurt fordømi í Danmark, vísir Heri Niclasen á.
Eitt misseydnað Bahamacruise ævintýr hjá DFDS, sum teir byrjaðu uppá í 1978, var líka við at koppa felagnum í 1983 og hótti við at taka alla J. Lauritzen koncernina við sær í fallinum.
?Uttan at fara í smálutir kann eg nevna, at í táverandi stjórnini hjá Anker Jørgensen, sat ein vinnumálaráðharri, sum æt Erling Jensen. Tá ein serlig DFDS-nevnd vendi sær til hansara við sínum trupulleikum, legðist hann ikki á boðini, men brúkti tey sambond, hann hevði inn í máttmiklu arbeiðaragrunnarnar sum eitt nú Dansk Erhvervsinvestering og Lønmodtagernes Dyrtidsfond, sigur Heri Niclasen.
Hesir grunnar sprændu so mikið av peningi inn í koncernina, at hon hóraði undan. Aftaná fimm ár í ódnarveðri fekst aftur yvirskot á botnlinjuna í 1985. Og tað hevur tað verið síðani, vísir hann á.
?Hetta líkist nógv teimum signalum, sum okkara egni vinnimálaráðharri hevur sent okkara grunnum. Hetta forðaði fyri, at gomlu og heiðurskrýndu fyritøkurnar hjá J. Lauritzen, konsuli, og C. F. Tietgen, etátsráði, fóru av knóranum.
?Í okkara lítla viðbrekna samfelag skalt tú vera ógvuliga varin og ikki alt ov avgjørdur, tá týdningarmikil vinnutól standa og ridla. Vit hava jú ikki so mong at velja ímillum, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráði Føroya.