Finnbogi Arge
----
Eg var virkin í politikki í 12 ár, frá 1990 til 2002. Eg sat 10 ár í Løgtinginum og 2 ár í Landsstýrinum.
Í landsstýrinum umsat eg vinnu- og samferðslumál í 1998-2000. Í hesum tíðarskeiði orðaðu vit m.a. ein vinnupolitikk í 5 bindum, fingu Caragata rapportina til vega og gjørdu samferðsluætlanina. Men størsta avrikið var ivaleyst, at vit funnu ein leist til at gjøgnumføra undirsjóvartunnilin til Vágarnar og fingu góðar kreftir at standa fyri verkætlanini.
Í Løgtinginum vóru tað serliga fíggjar- og búskaparmál, sum eg fekst við. Eg var nýggjur í fíggjarnevndini, tá kreppan skolaði inn yvir okkum fyrst í nítiárunum og sat sum formaður í somu nevnd, tá búskapurin kom upp á turt í 1995. Tað var ein avbjóðandi og spennandi tíð, har øll lyftu í felag, samstundis sum fiskivinnan kom fyri seg aftur, og tá rukku vit á mál.
Eg valdi at gevast sum landsstýrismaður í 2000, hóast mær dámdi væl. Orsøkin var, at eg átti eitt vinnuvirki, sum eg mátti taka mær av. Hetta virkið seldi eg fyri nøkrum árum síðani, so nú havi eg betri stundir at fáast við politikk.
Fólkaflokkurin hevur heitt á meg um at koma við aftur, og hesuferð havi eg valt at taka av tilboðnum. Politiskar royndirnar og nógv ár í vinnulívinum, m.a. við verkstaði, innflutningi og sølu, alivirksemi, lýsingarvirksemi, og fleiri nevndarsessir, m.a. í Havsbrún og Atlantsflog, hava givið mær eina ávísa barlast, sum eg havi við mær, verði eg valdur í Býráðið.
Vanliga gongdin fyri høvuðsstaðir og miðstaðir úti í heimi er, at alment virksemi, banka –og tryggingarvirksemi og annað privat tænastuvirksemi hevur lyndi at miðsavna seg, meðan primervinnan og sekundervinnan flytur útum høvuðstaðarøkið. Sama gongdin hevur verið her hjá okkum, men heppið er, at Kollafjørður er innan fyri kommunumark. Í Kollafirði blómar uppsjóvarvinnan, men í sjálvari Havnini eru fá skip eftir, og har skip ikki eru, kemur fiskur vanliga heldur ikki. Tíbetur er støðan nú tann, at landingarmiðstøð í dag tekur ímóti í fitt av fiski í gamla Bacalao, men fiskurin verður ikki virkaður í býnum.
Eg haldi, at tað hevði verið gagnligt, um tað hevði eydnast at fingið okkurt niche virksemi í gongd í Havnini og í Kaldbak, tí lokala samfelagið verður dekan ov sárbært uttan part av fiskivinnuni, sum hevur so stóran týdning fyri talið av arbeiðsplássum.