Hví tað var rætt at tvinga henda forkelaða lortenda at verða verandi

Tíðargrein:

Ella, hví ikki betra tað, Cristiano? Hví ikki nerta við fruntin, falla til kníggja og skýla okkara eygu fyri tínum glampandi dugnaskapi?

 

Miskunn er ein frágera góð dygd, men hon eigur aldri at koma í vegin fyri grundliggjandi rættlætisstandi

 

 

Tað er helst meiningsleyst at messa fyri Cristiano Ronaldo um hvat trældómur ella trúfesti í grundini merkir; ella um grundirnar til at vera takksamur fyri at vera ungur og lekkur, og fyri at vera løntur av verðsins veldigasta fótbóltsfelag.

Ein ársløn frá einum felagi, sum umframt at hava spanderað eina asins rúgvu av peningi uppá henda frágera evnaliga einstakling, hevur lagt ógvusligt arbeiði í hann. Hav í huga, tá ið Manchester United í 2003 rindaði hansara barndómsfelagi í Portugal góðar 120 milliónir krónur fyri hansara spælirættindi, var Cristiano framvegis bert ein kvikur og lítil framsýningarpony.

Ein pirruttur tannáringur við boyla, sum í sínari fyrstu viku sum United-leikari varð fotograferaður haldandi í hondina á mammuni, Dolores. Óivað óvanliga gávður, men framvegis ein steppdansandi skálkur, ið nóg illa hevði uppiborið at skola tómu vodkagløsini hjá George Best.

 

Á hasum regntunga kvøldinum í Moskva fyri góðum trimum mánaðum síðani, aftaná at hava verið við til at vunnið Champions League fyri Manchester United, var Cristiano Ronaldo so fullur av sær sjálvum, at tær lysti at vita, um maðurin ikki hevði tørv á at fáa eitt pístr ella tvey av súrevni.

Tá ið onkur var so forsin at spyrja hetta Guds fremsta skapanarverk um kiksaða brotssparkið, sum kundi havt kostað Manchester United evropeisku krúnuna, físti hann: “Hví spyrt tú meg um hatta? Hví tosa vit ikki heldur um hatta fantastiska málið?” Ella, hví ikki betra tað, Cristiano? Hví ikki nerta við fruntin, falla til kníggja og skýla okkara eygu fyri tínum glampandi dugnaskapi?

Kundi hann geva nakað lyfti um framtíðina? “Eg lovi ongum nakað, sjálvt ikki mammu.” Tað skuldi vísa seg at vera satt, og gav hetta okkum eisini ábending um, hvagar søgan um Real Madrid, og opinberiliga eyðmýkingin av United, var á veg.

 

Hon var á veg til ein stað, har sáttmálar onki hava at týða, heldur ikki góður atburður, sjálvt ikki grundliggjandi mannasómi. Ein staður á tremur við leikarum, sum í tíð og ótíð av hægsta myndugleika verða eggjaðir til at halda, at tað er heilt ókey at marsjera ígjøgnum verðina við eittans umhugsni, hvussu-tú-hevur-tað-um-hvussu-tað-er-í-dag-fyri-teg.

Ein marsjur átøkur hvussu sektarskúlin á Velbastað uppalir og skúlar. Ein verð uttan atlit til fortíð ella framtíð, uttan so mikið sum eina káma fatan av, at tað besta av tí, tú kanst gera, øll betran, øll avrik, vil altíð vera eitt úrslit av at arbeiða við og virða hasi, ið higartil hava tænt tær so væl.

 

Tá ið Sepp Blatter, sjálvur oddafiskurin í fótbólti og kendur fyri at hava 50 hugskot um dagin, harav 51 vánalig, varð spurdur um Ronaldosa ynski at bróta sáttmálan við Manchester United fyri at kunna fara til Madrid, svaraði hann: “Vit eiga at verja leikaran. Um ein leikari hevur hug at fara, tá lat hann fara. Eg haldi, at í fótbólti er ov nógv nýmótans trælkan”.

So, har hevur tú tað, Blatter meinar, at Ronaldo—av tí at hann ikki fær sín vilja—er ein trælur. Og Ronaldo? Hann nikkaði so hjartaliga.

Onkur burdi teskað teimum í oyrað, at í 18. øld vórðu trælir, ið ikki høvdu nokk til dagin og vegin, og tí nápaðu mat, tægaðir sundur við hjólinum, ella bara hongdir.

Men latið okkum straks gloyma hesa gamalsligu tulking av trældómi; latið okkum ístaðin hyggja at allýsingini av nýmótans trældómi. Henda er allýst sum tað, at geva seg undir einum myndugleika fyri samsýning. Uppaftur tað eru sáttmálatrælir vanliga fataðir sum fátækir, oftani ólisnir og fólk, ið eru vorðin lumpað at skriva sáttmálar, tey ikki skilja.

 

Cristiano Ronaldo, hinvegin, eigur ein silvurblankan Bentley javnverdur við eini hampa Norðseturhús. Árla á vári ognaði trælurin sær eisini ein svartan Porsche. Og nú vit eru við bilunum, so keypti hann systrini ein BMW... at brúka í Manchester.

Afturat hesum eigur portugisiski trælurin eini hús í Alderley Edge, Cheshire. Tey kostaðu gott og væl 40 milliónir krónur. Nei, helst er Steve Bruce, fyrrverandi United-leikari og nú høvuðsvenjari hjá Wigan, ikki heilt av leið farin, tá ið hann í summar so beinrakið segði: “Um Ronaldo er trælur, hvat í helviti sigur tað tá ikki um okkum onnur?” Hann, Ronaldo, hevur heimsins besta arbeiði”.

 

Annaðhvørt hevur Herr Blatter eina másasliga søgufatan, ella er hann óskilaliga viðtøkusørur, tá ið hann dittar sær at brúka orðið “trælkan” í samband við “órímiligu viðferðina av Ronaldo”.

Ikki ein nútímans útgáva av trælkan kann brúkast um ta støðu, Ronaldo er í. Tessvegna dugi eg ikki at siga, hvørt maðurin er søguligur analfabet ella idiot, men hann hevur fakfólk í arbeiði at geva honum ráð. Og tá ið so eisini eitt umboð vegna Fifa, stovnurin hjá Blatter, er til staðar, tá ið sáttmáli skal undirskrivast, kanst tú ikki hevda, at branegjaði portugisiski lortendin ikki hevur skilt løgligu skyldurnar, hann átók sær, tá ið hesir somu ráðgevar fingu ein frágera lønandi sáttmála í lag við hansara arbeiðsgeva, Manchester United.

 

Undanførslurnar fyri at vanvirða sáttmálar eru nógvar og ymsar í tali, og alraoftast ússaligar og svikafullar. Eg havi tó samhuga, tá ið ein flyting er av slíkum slag, at hon tryggjar leikarans framtíð—hansara einasti møguleiki veruliga at royna seg. Og tíbetur vísir tað seg eisini, at sjáldan hindrar eitt felag einum leikara at strevast fram ímóti hesum dreymi.

Superstjørnan Ronaldo hevdaði í summar, at eisini hann jagstar sín dreym, og var tað av hesum, at hann royndi at sleppa sær undan sínum langtíðarsáttmála við Manchester United og sameina seg við Real Madrid. Kortini, Ronaldosa framasøkni, ella ”dreymur”, er heilt øðrvísi. Egotripparin sleppur regluliga at plága allar vitjandi verjur við sínum ágangandi driblingum á Old Trafford, heimstaður hjá heimsins størsta felag. Eg meini, hann spælir ikki við Hull.

Afturat hesum er hann frammanundan ómetaliga ríkur. Eg meini, hvussu nógv smakkleys stórmanshús við sjóvarstrondina í Dubai hevur hasin ungin brúk fyri at kunna keypa?

 

Nei tú, hetta er sjálvsøkni, bert og blaktað. Um hann veruliga hevði hug at arbeiða í Madrid, hví—bert eitt gott ár síðani—gav hann sínum ráðgevum boð um at plikta seg til Manchester United í fimm ár? Hví vendi hann sær ikki longu tá til Real Madrid?

Svarið, sjálvandi, er at eygvaldi Ronaldo er vorðin forelskaður í síni egnu spegilsmynd. Hetta er ikki at siga, at einki gott býr í honum. Ronaldo er í stórum broti hin fullførdi ítróttarmaðurin, tá ið tað kemur til at betra um seg sjálvan á vøllinum, tað veri seg til venjing sum dyst. Somuleiðis er tað ovurhonds hugtakandi soleiðis sum hann er komin ígjøgnum sín náðiliga barndóm, vaksin fram á Madeira í einum húsi so fermetrafátækt, at vaskimaskinan mátti vera á takinum, at verða verðsins mest gjøgnumgatandi áleypsleikari.

Men kortini skilji eg so væl hasi viðhaldsfólkini hjá reyða partinum av Manchester, ið halda, at tað hevði verið betur fyri felagið, hevði Ronaldo fingið fótin í reyvina. Fyri tey ber hansara óbrigdiliga uttanumtos, hansara slevjuta fríggjan við sponsku fjølmiðlarnar og hansara eyðsædda lítilsvirðing fyri Manchester United dám av einum manni, ið er farin at halda, at hann er størri enn felagið.

Lukkutíð sýtti United fyri at lata seg treingja upp í ein krók, men tá ið ein av tínum leikarum soleiðis fjasar við øðrum felagi, og ber seg so skammiliga at, tá skilji eg væl hasi, ið spyrja: “Hvat er endamálið við at hava hann?”

Endamálið er at gera Ronaldo, Blatter og, ikki minst, madridlenska kongafelagnum ósvitaliga greitt, at grundliggjandi dygdir sosum trúfesti og sómi skal hava týdning. Og, av hesum, at sáttmálar eiga at koma framum hvussu-tú-hevur-tað-um-hvussu-tað-er-í-dag-fyri-teg.

Um United hevði givið eftir, hevði tað signalerað fyri Real Madrid, at handa lurvuta og tølandi mannagongdin, har tú ikki so mikið sum bjóðar uppá leikaran, ikki einans er í lagi, men riggar. Har er enn ein grund: saman við Ronaldo er Real Madrid einsamalt um at halda, at tað er heimsins størsta felag. Við ikki at lata ovurgávaða lortendan fara, og soleiðis vinna bardagan um hann, hava evropeisku meistararnir temprað hasa forbronglaðu fatanina.

 

Tó, vit mugu vera praktisk. Vit kunnu ikki afturnýta virði frá eini farnari tíð. Men tað er at vóna, at trælaharrin Ferguson eisini komandi summar fer at halda sítt lyfti um ikki at lúta fyri Ronaldosa háðandi ynski um avhoppan til Real Madrid.

Eyðveri tað, tað eru tey, ið halda—aftaná eitt so fepurkent summar—at nú má tíðin vera komin at lata farið vera farið. Tramans tíð! Jú, miskunn er ein frágera góð dygd, men hon eigur aldri at koma í vegin fyri grundliggjandi rættlætisstandi. Miskunn eigur á ongan hátt burturtaka virðið á tí, at bera seg sømiliga at, ella tíggja seg við einum sindri av fakligari dissiplin og ábyrgdarkenslu.

 

Prinsippleysir minnisskítar sum Ronaldo látast at gloyma, at grundin til at United mestsum hevur verið einaráðandi seinastu tvey tíggjuáraskeiðini, er av tí at spælarir sum Roy Keane, í somu løtu sum teir hava fingið vinnaramedaljuna um hálsin, ripa hana av aftur og upp á eitt dustmikið ovastaloft fyri síðani, saman við hinum, at seta sær nýggj mál.

Alex Ferguson letur bert leikarar fara, um hetta, eftir hansara tykki, er best fyri felagið. Og, Cristiano, trælaharrin hevur varðveitt teg av tí einføldu grund, at tað er best fyri felagið. Ikki fyri hann, ikki fyri teg, men felagið!

Okkara millum, so vil hann, eins og eg, heldur planta teg millum vanliga áskoðaran á Old Trafford og lata teg rotna á eykaaliðnum. Tú mjarrar: “Áh, pressan skrivar ræðuligt um meg, tað er so særandi”. Ja, so særandi, at tú í summar hevur kent teg tvingaðan at lesa hvønn bókstav samtíðis sum títt ego fór uppfrá.

Eins og fjepparin er pressan, hvørs arbeiði er at geva frásøgn um fótbólt, von við at fylgja við legendum. Og, Ronaldo, tú hevur júst avskrivað møguleikan at vera ein teirra.