Hvíthamar tikin við ov smáum meskum

Trolbáturin Hvíthamar, av Strondum, varð tikin á innaru landleiðini sunnukvøldið

Sunnukvøldið um hálvgun tíggju tíðina tók Gorm trolbátin Hvíthamar av Strondum, við ov smáum meskum.


Hvíthamar lá á innaru landleiðini, tá manning av Gormi fór umborð at kanna reiðskapin. Henda leiðin lat upp fyri tveimum døgum síðani, so tað var ikki leingi, Hvíthamar fekk loyvið at liggja ótarnaður.


Av Vaktar- og Bjargingartænastuni verður sagt, at tað vóru meskarnir í ovara posanum, sum vóru ov smáir.


Tann 16. mai var lýst ein nýggj kunngerð um troling innanfyri 12 fjórðingar. Í hesi kunngerðini stendur, at trolbátarnir, sum fiska innanfyri 12 fjórðingar, skulu brúka flatfiskatrol, sum hevur meskar størri enn 120 mm. Eisini skal trolið hava eina rist, har tað eru í minsta lagi 40 mm. millum rimarnar.


Brúkar bátur trol við tveimum posum, skulu meskarnir í ovara posanum vera størri enn 180 mm, og tað var hesa reglu, sum Hvíthamar hevði forbrotið seg ímóti.


Sambært Finni Ougaard, varafúta, fær Hvíthamar eitt sektaruppskot. Verður tað góðtikið, er málið endað. Verður uppskotið ikki góðtikið, skal málið í rættin. Ólógligi posin verður konsfiskeraður.