100 ár
Í gjár var stórur føðingardagur hildin á Ellis-og Avlamisheiminum í Vágum.
Føðingardagsbarnið var Alma Frederiksen, sum 11. september fylti 100 ár.
Dagurin byrjaði við gudstænastu klokkan 10.30, har David Johannesen, prestur, prædikaði fyri Almu, børnum hennara, sum øll vóru hjástødd, búfólkum og starvsfólkum á heiminum.
Um middagsleitið bjóðaði Ellis-og Avlamisheimið føðingardagsbarninum, børnum hennara saman við búfólki og starvsfólki døgurða, og døgurðin var júst eftir ynskjunum hjá Almu sjálvari.
Henni dámar ógvuliga væl fleskasteik og sitrónfromasju, og hetta var eisini matarskráin.
Undir borðhaldinum segði Alma Frederiksen, sum eftir høga aldrinum er rættiliga væl fyri, nøkur orð, har hon takkaði fyri døgurðan og tað, sum tey høvdu gjørt burtur úr.
250 fólk
Tann almenni parturin av føðingardegnum var millum klokkan 15 og 18 í gjár.
Úr Vágum verður sagt, at eini 250 fólk nýttu høvi at heilsa Almu og familju hennara á degnum.
Millum tey mongu vóru løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm og borgarstjórarnir í Vágum, Napoleon Magnusen úr Miðvági, Jákup Súni Lauritsen úr Sørvági og Rósa Samuelsen úr Sandavági.
Onnur umboð vóru eisini fyri tað almenna, og Alma fekk bæði heilsanir, blómur og onkra peningagávu.
Øll tey mongu, sum nýttu høvi at heilsa føðingardagsbarninum, fingu gott smyrjibreyð, kaffi, te og køkur.
Stórar køkur vórðu bornar á dyrnar, sum settu sín dám á fjølbroytta køkuborðið.
Alma takkaði
Undir borðhaldinum vóru røður og sangur, og eisini her nýtti Alma høvi at siga nøkur orð.
Hon takkaði fyri alt, sum fólk høvdu gjørt burtur úr degnum, og hon takkaði øllum teimum mongu, sum komin vóru at heilsa henni.
Ein serstøk tøkk fór til løgmann fyri vitjanina, og tað er ikki undrunarvert, tá ið onkur hevur sagt okkum, at Alma áður hevur verið stillari hjá Javnaðarflokkinum.
Í røðu síni segði Alma eitt sindur um langa lívið hjá sær, sum hevur havt eitt sindur av hvørjum við sær, bæði góðum og minni góðum.
Av níggju børnum, sum hon hevur borið undir belti, eru trý farin.
Øll hini seks vóru við til føðingardagin.
Hon takkaði øllum, sum høvdu gjørt hendan stóra dagin so góðan og hugnaligan.
Væl fyri
Í morgun, tá ið Sosialurin tosaði við Ellis-og Avlamisheimið í Vágum, søgdu tey, at Alma var væl fyri.
- Tá ið hon vaknaði, spurdi hon, hví vit ikki høvdu vakt hana fyrr í morgun. Jú, lagið er gott. Hon er ógvuliga glað, serstakliga takksom og væl fyri í morgun.
Í Vágum siga tey, at Alma er púra klár. Hon veit, hvørji øll síni eru og hesi eru vorðin rættiliga mong í tali, sum árini eru gingin.
- Eygu og oyru eru farin at bila hjá henni, men Alma er uppi at kalla hvønn dag, og hon tekur eisini stokkarnar í hondina og bindur okkurt lætt, tá ið hon styttir sær stundir.
Eftirkomarar
Alma Frederiksen, fødd Heinesen, er ættað úr Sandavági.
Foreldur hennara vóru Maria og Nicodemus Heinesen.
Í 1938 giftist hon Sigmundi Frederiksen, sum var miðvingur. Maðurin doyði í 1980.
Hon og maðurin búsettust í Miðvági, har Alma búði, til hon fyri fýra árum síðan í oktober fór á Ellis-og Avlamisheimið í Vágum.
Tvey av børnum hennara búgva í Vágum, eitt í Suðuroy, og trý búgva í Danmark.
Ígjøgnum eitt so langt lív, eigur Alma ein heilan hóp av eftirkomarum. Hon eigur nevniliga 26 ommubørn, 62 langommubørn og 11 oldurommubørn.
Góðar hendur
Sum flestar kvinnur tá á døgum var Alma Frederiksen heima øll árini, eftir at hon var gift og hevði fingið børn at taka sær av.
Men á ungum árum var hon í Havn og lærdi tað, sum tey tá á døgum róptu "sløjd".
Hon lærdi at binda eitt nú kurvar, stólar og borð úr bambus, og hon tók eisini tað óvanliga stigið tá á døgum at hava kvøldskúla í Sandavági.
Alma hevur havt góðar hendur og hevur bundið nógv pløggini í langa lívi sínum.
Ein sermerkt løta í lívinum hjá henni var í fjør summar, tá ið hon slapp at hitta Margrethu drotning og Heindrik prins, sum stukku inn á gólvið á Ellis- og Avlamisheiminum á Føroyavitjanini í fjør.
Sosialurin ynskir Almu Frederiksen og familju hennara hjartaliga tillukku við degnum.