info
Ongi úrslit

Hvalba høv­uðs­­staður í Suðuroy

– Eg veit væl, at hetta kann vera provokerandi. Men tað nyttar ikki at satsa uppá Tvøroyri og Vág.

Eirikur Lindenskov
30. august 2025 kl. 15:29

Tað sigur Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, í samrøðu við Sosialin.

– Suðuroyartunnilin fer neyvan at hava eina positiva effekt á fólkatalið í Suðuroynni sum heild. Tað heldur Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøð­ingur við sergrein í býarplan­ legging, sum hevur samanborið fólkatalsgongdina í økjunum, ið longu hava fingið undirsjóvar­ tunnil.

Hansara argument er, at av tí at tunnilin ikki bindur Suðuroynna beinleiðis til miðstaðarøkið, verð­ur Suðuroyggin ein forstaður til Sandoynna. Hetta fer, sambært honum, at fáa fólk at aftrast við at flyta suður og annars støðast har.

Tí heldur hann, at suðuroying­ar eiga at fyrireika seg væl.

– Skal man hava nakran livandi kjans at fáa eina positiva effekt av Suðuroyartunlinum, so er fyrsta treytin kommunusamanlegging. Suðuroyingar verða noyddir at endurhugsa Suðuroynna sum eina eind, sigur hann.
Tunnilin skal eftir galdandi ætlan koma upp í Sandvík, og hetta eigur at vera eitt avgerandi atlit, sigur samfelagsfrøðingurin í samrøðuni við Sosialin.

– Tað er eingin ivi um, at Sandvík og Hvalba verða nýggju vakstrarøkini í oynni, um tunnilin kemur. Tí má høvuðsstaðurin í nýggju Suðuroynni vera Hvalba, sigur Sámal Matras Kristiansen.

– Man má ásanna, at Tvøroyri og Vágur verða for langt burturi frá meginøkinum.

Lesið meira um málið í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga seg á við haldaranummarinum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

22 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trý deyð í tyrluvanlukku í Los Angeles

46 minuttir síðan
Tíðindi

ES vil knýta Kanada nógv tættari at samveldinum

1 tími síðan
Tíðindi

Danmark letur 425 milliónir til grønlendskar flogvøllir

1 tími síðan
Tíðindi

Fimm bilførarar tiknir við fartelefonini í hondini

2 tímar síðan
Tíðindi

Kríggið móti Iran hevur kostað USA 246 milliardir krónur

9 tímar síðan
Tíðindi

Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið

11 tímar síðan
Tíðindi

Eivør gevur nýtt staklag út

12 tímar síðan
Tíðindi

Almannaverkið keyp­ir tveir buss­ar til koyri­stóls­brúkarar

12 tímar síðan
Tíðindi

Talvlandsliðið komið til Usbekistan

12 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Anniku hevur fingið eina haltandi byrjan

12 tímar síðan
Tíðindi

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

13 tímar síðan
Fótbóltur

André Olsen hevur tikið út U19-landsliðshópin

14 tímar síðan