Hvalbiar Sóknar Fornminna- og Framtíð hevur fyrilestrarkvøld týskvøldið 26. September kl. 19.00 í Roynhøllini.
Skráin er henda:
Torgir Strøm sigur frá sakarmálum úr Hvalba, sum hann hevur funnið í gomlum tingbókum.
Joen Pauli Næs fer at greiða frá tíðarskeiðnum, tá pápi hansara, Petur Næs, var stjórnarlimur í koladriftini kríggsárini.
Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe siga frá um Maskinhúsið á Kolinum.
Kaffimunnur verður at fáa – lutaseðlar verða seldir.
Arnfinnur Thomasen sigur frá um Føroyingahavnina.
Filmur, ið Knút Nygaard hevur upptikið í Hvalba í 1960´unum, verður sýndur.
Lutaseðlar verða seldir, minnist til reiðan pening.