Veðrið var av tí besta, tá ið Royn var á vitjan í Gundadali og dystaðist við næstbesta liðið hjá HB.
Hvalbingar fingu bestu byrjanina, og fyrri hálvleikur var ikki hálvrunnin, tá ið gestirnir løgdu seg á odda.
Royn spældi bóltin fram eftir í vinstru síðu, har hann at enda var langaður flatt inn fyri og fram við bæði vinum og fíggindum, til hann endar hjá Alexander Vukotic, sum við handara stólpa bert skal seta innarsíðuna á, og so stendur tað 1-0 til Royn.
Ein góð byrjan fyri Vukotic, sum tó fekk ein ógvuliga keðiligan enda á sín lut í dystinum, tá hann seint í fyrra hálvleiki, púra einsamallur, setti fótin skeivt fyri. Skaðin vísti seg at verða so mikið álvarsligur, at neyðugt var at senda boð eftir sjúkrabili. Hetta er uttan iva ein dyggur smeitur fyri uppflytingardreymin hjá hvalbingum.
Skaðin hjá Vukotic fekk tó ikki hvalbingar at falla í fátt, og einar fimm minuttir fyri hálvleik øktu teir um leiðsluna.
Bólturin bleiv spældur fram eftir í vinstra borði, og síðani bleiv hann spældur stutt til Eyðun »Gullok« Svalbard, sum beint uttan fyri brotsteigin langaði til, og bólturin smeyg sær inn við nærmastu stong, og so var 2-0 til hvalbingar. Eitt sera gott mál!
HB mundi minkað um munin, tá ið farið var út um vanligu leiktíðina í fyrra hálvleiki, men stongin og ein verjuleikari hjá Royn fingu vart fyri.
Tíðliga í seinna hálvleiki staðfesti leikandi venjarin hjá Royn, Milan Cimburovic, sigur, tá hann stútaði eitt hornaspark inn í meskarnar aftan fyri Carsten Andersen í HB-málinum.
Heimaliðið fekk tó pyntað um úrslitið, tá ið innskifti Bogi Midjord fekk prikað bóltin inn um málstrikuna, eftir at HB?arnir høvdu spælt ping-pong inni í brotsteiginum hjá hvalbingum.
Síðstu løtuna hevði HB fleiri málmøguleikar, men sigurin hjá hvalbingum var ongantíð í vanda.