Í morgin, fyrsta sunnudag í advent, verður hátíðarhald í Hvalvíkar kirkju í samband við, at liðin eru 175 ár, síðani kirkjan varð bygd.
Í hesum sambandi hevur kirkjuráðið sent húskjunum í Hvalvíkar kommunu søguligt tilfar um kirkjuna.
Við loyvi frá Kirstini Olsen, forkvinnu í kirkjuráðnum, endurgeva vit nakað av søguliga tilfarinum, hon og onnur hava savnað.
- At Hvalvík er gomul bygd er neyvan nakar ivi um. Hóast so at siga einki skrivtligt tilfar er, sum kann prógva tað. Men í Seyðabrævinum frá 1298 er Hvalvík á Streymoynni nevnd.
Hvussu gomul kirkjubygd Hvalvík er, er ikki nógv skrivligt at finna um, men eitt sindur hava vit funnið fram til.
Fyrsti prestur aftan á trúbótina æt Petur Lydersen Færøe, (1538-1588). Hann sat á Kjalnesi.
Fyrsta kirkjan, ið nakað skrivligt er um, varð bygd í 1685. Hon varð bygd á somu grund, sum tann fyrra stóð á.
Kirkjurnar vórðu ikki serliga gamlar tá í tíðini. Peningur var lítil, og tilfar var tvørligt at fáa hendur á, so tað hevur verið roynt sum frægast at hjálpa uppá kirkjurnar.
Um ta triðju kirkjuna vita vit bert, at hon er bygd í 1700. Í 1722 verður fjórða kirkjan bygd.
Nú kemur steðgur í kirkjubyggingina; ikki fyrr enn í 1789 verður fimta kirkjan bygd.
Jørgen Landt, prestur í Kvívík (1791-1798), skrivar soleiðis um Hvalvíkar kirkju:
"Her er en god og ny kirke, kun har den denne fejl, at de ved kirken opsatte stenvægge står alt for nær ved træbygningen. Også ligger den temmelig langt fra bygden på et lavt og fugtigt sted." Og hann skrivar víðari, at tá tað regnar, kemur man illa turrskøddur í kirkjuna.
Vit sum liva í dag, skilja hetta væl. Tað kemur meira enn so fyri, tá ið flóð er, at tað fløðir niðan um gamla kirkjugarð, har kirkjan stóð.
Á vári 1828 var ódnarveður á Føroyaleiðini. Barkin Broom úr Glasgow, sum var fullfermd við viði, kom í havsneyð og rak á land í Saksun 9. mai og varð vrak. Farmurin var seldur á uppboði.
Viðurin, sum fyri ein part var pommersk fura, bleiv seldur víða um landið.
Nakað varð selt til Hvalvíkar, har tað var í umbúna at byggja eina nýggja kirkju. Hin gamla var komin á fallandi fót, og náttina til 22. januar 1829 fór hon um koll í eini vestanódn.
Har gamla kirkjan stóð, skuldi verða tað mest harðføra plássið í bygdini.
Hvar skuldi so hendan nýggja kirkjan standa?
Vit kunnu siga, at har komu hægri maktir til hjálpar. Ein fjøl við árstalinum 1816 á varð fokin heim á Tøvuna, helst við eini meldurhvirlu og hevði skorað seg fasta í vøllin. Menn tóku tað sum eitt tekin um, at har við Mataránna skuldi nýggja kirkjan standa.
Og her stendur hon framvegis stívliga 175 ár seinni.
Áin tutlar og teskar á síni óendaligu ferð út í tað stóra hav og hvørvir. Og ein dag eru okkara dagar runnir út í aldarinnar hav.
Men kirkjan stendur líka trygg sum altíð. Tann boðskapur her hevur ljóðað øll hesi mongu ár, bæði í góðum og ringum tíðum, hevur borið fólk okkara uppi. Ættarlið eftir ættarlið hava sitið og lýtt á tann sama boðskap. Í kirkjuni valdaði friður. Her kundu tey hvíla frá dagsins stríði og møði. Ein fedranna arvur, sum vit eiga at fjálga um og lata óspiltan til komandi ættarlið.
Vit kunnu taka undir við sálmaskaldinum, sum sigur:
Latið her berast øld eftir øld.
Boð millum drottin og
mannafjøld.
Alt meðan fjøllini standa.
Søga og skemtiligar hendingar
Teir, sum bygdu Hvalvíkar kirkju, vóru hesir:
Joen Michelsen í Búðini á Velbastað, tiltikin góður smiður, sum hevur verið við til at bygt aðrar kirkjur. Hans Hansen úr Havn, Joen Hansen úr Hósvík, Michael Poulsen úr Vestmanna, Zacharias Zachariassen úr Vestmanna og Ole Hansen úr Hvalvík.
Ole Hansen var einasti hvalvíkingur, sum var við til at byggja kirkjuna, og tí skulu vit siga eitt sindur meira um hendan mannin.
Hann kom úr Streymnesi og varð nevndur gamli Ólavur millum manna. Hann var giftur við Johanne Johannesdatter. Hon var systir til Tummas Michael Johannesen, vanliga nevndur Mikkjal í Hanusarstovu, ið var maðurin, sum gav altartalvuna í kirkjuni. Ólavur var føddur í 1799 og var sostatt 30 ár, tá ið kirkjan varð bygd.
Johanna og Ólavur áttu sjey børn, fýra synir og tríggjar døtur. Nú 175 ár aftaná at kirkjan varð bygd, gera fimm oldurabbasynir Gamla Ólavs tænastu í kirkjuni, harav navnið Ólavur er varðveitt hjá tí eina.
Várið 1947 var kavaár. Tað byrjaði at kava kyndilsmessukvøld, og tað bleiv rættiligur stórkavi; kavin lá út í apríl. Váringin kom í afturhond, men tá komið var nakrar dagar inn í apríl linkaði. Menn tóku hakan í hond og fóru út í bøin.
Men so hendir tað, at Christian 10. kongur doyr. Boð komu frá hægri staði, at tað skuldi ringjast so og so ofta, meðan kongur stóð undir børu. Jógvan var virkin maður og vildi fáa eplini í jørðina. So nú vóru góð ráð dýr. Teir stóru dreingirnir vóru í skúla, men tá neyðin er størst, er hjálpin næst, sigur orðatakið.
Johannes á Lag, ið var blindur, gekk her kortini millum húsini, og Jógvan leiddi so Johannes upp í tornið, og so ringdi Johannes fyri kongi, meðan Jógvan fór út aftur í bøin at loysa nakrar bøkkar. Tá nóg leingi var ringt, fór Jógvan aftur og leiddi Johannes niður úr torninum. So var tann trupulleikin loystur; Jógvan fekk eplini í jørðina, og kongur fekk sína ringing.
?
FAKTA
Á fundi 18. oktober 1926 søkir kirkjuráðið Stjørn og Ríkisdagin um at fáa Norðstreymoyar prestagjald býtt sundur í tvey. Kvívík, Vestmanna og Kollafjørður verða eitt prestagjald og Hósvík, Hvalvík, Saksun, Haldarsvík og Tjørnuvík eitt. Umsóknin er undirskrivað av Kristian Grøn, sóknarpresti, Thomas Egholm, Thomas Jacobsen og Petur Joensen.
16. november 1928 er aftur ein umsókn send avvarðandi myndugleikum um sama mál, men einki kom burturúr.
Ikki fyrr enn í 1946 bragdaði, og tá bleiv ein prestur játtaður afturat við sæti í Hvalvík. Fyrsti prestur í Hvalvík, Kristian Osvald Viderø, varð innsettur í oktober 1947.
Prestar við sæti í Hvalvík:
Kristian Osvald Viderø 1947-1952
Petur Petersen 1953-1980
Martin Restorff Jacobsen 1980-2001
Poul Bendix Knudsen 2002-2003
Mogens Tilsted Christensen 2003-