Í kvøld var so KvF aftur í andstøðuessinum. Hesaferð var tað so mamma løgmans, sum skuldi vera alibi'ið hjá miðlinum fyri at varpa ivasamt ljós á løgmann og harvið politikkin hjá landsstýrinum.
At hugsa sær, at miðilin kemur sær at fara á ellisheim at jagstra gamla gloymska konu fyri at fáa myndir í kassan at stuðla uppundir fatanina hjá hjá miðlinum um samgonguna.
Henda gamla mamman royndi at sleppa undan tíðindamanninum. Men tað slapp hon ikki.
Tað kann ikki sigast annað enn ósømiligt og ikki minni óetiskt, at sokallaða fjórða statsvaldið uttan himpr soleiðis brúkar sítt veldi at senda sína partapolitisku áskoðan í hvønn skíggja í landinum.
Ikki tí, at hetta er nøkur nýggjheit, men í kvøld skavaði miðilin aftur tíðindabotnin.