Seinastu fimm árini hevur havnamaðurin Regin Joensen miðvíst leitað eftir pápa sínum, sum hann ongantíð hevur sæð ella hitt.
Bretin Terry Patrick var í Føroyum eitt skifti í 1960’unum, men eingin veit síðani at siga, hvar hann hevur hildið til, og tað tykist verða sera trupult at finna fram til hansara, hóast fleiri fólk miðvíst hava leitað eftir honum seinastu árini.
- Eg havi ongantíð sæð pápa mín, og eg havi ikki tað faðirskapskenslu, sum onnur hava. Eg veit einki um tað. So hvørt sum eg eri blivin eldri og havi fingið trý børn sjálvur, er ynskið um at hitta pápa mín blivið størri og størri, sigur Regin Joensen.
Hann hevur saman við vinfólki leitað víðahvar eftir pápa sínum, men serliga ein stór forðing er fyri, at teir kunnu finna hann. Ta forðingina venda vit aftur til.
Veit um sonin í Føroyum
Terry Patrick, sum er ættaður úr Birmingham í Onglandi, kom til Føroya í 1965. Hann kom umborð á línuskipið Nornágest í Skotlandi, og sigldi til Føroya við teimum. Terry varð ikki settur á mannskapslistan, men fór í land í Havn, har hon so varð verandi í nakrar mánaðir. Hann búði í eina tíð hjá Thorvaldi Andreasen í Havn.
Terry Patrick var tónleikari, og hann var virkin í Sjónleikarhúsinum, har hann spældi nógv saman við føroyskum tónleikarum – millum annað Herálvi Andreasen og Robert McBirnie.
Terry Patrick fór av landinum seint í 1965, men kom aftur til Føroya eitt skifti tíðliga í 1966. Tá hann so fór avstað aftur, hvarv hanns um døgg fyri sól, tí eingin í Føroyum hevur sæð ella hoyrt frá honum síðani. Tá hann var farin avstað, fann ein ung kvinna í Havn út av, at hon varð blivin við barn við Terry Patrick.
Myndugleikarnir royndu at finna fram til hansara í sambandi við faðirskapssakina, men teir komu ikki nærri enn pápa Terry Patrick, sum ikki visti, hvar sonurin var júst tá.
- At abbi mín fekk at vita um faðirskapssakina, ger meg rímiliga vísan í, at pápi mín veit um, at eg eri til, men hann hevur so ongantíð roynt at sett seg í samband við meg, sigur Regin Joensen.
Nú ber til at leita
Seinastu fimm árini hava Regin Joensen og fólk rundan um hann gjørt eitt stórt arbeiði fyri at finna fram til Terry Patrick. Tey hava leitað víðhvar sjálvi, og eitt skifti var tað upp á tal, at danska sendirøðin Sporløs skuldi koma upp í leikin, men tað varð av ongum – í fyrstu syftu í øllum førum. Sjónvarp Føroya hevði eisini alt tilfarið, og ætlanir vóru at gera leitingina til eina sjónvarpssending, men fíggjarlig orka var ikki í Kringvarpinum til hesa sending.
- Nýggja tøknin við teldum og interneti hevur gjørt tað lættari at samskifta við útheimin, og tað hevur eisini gjørt tað lættari at leita eftir fólki, sigur Regin Joensen.
- Eg eri fleiri ferðir spurdur um, hví eg ikki havi leitað eftir pápa mínum fyrr. Men partvís er ein vaksandi hugur, sum er komið árunum, og harafturat hevur tøknin broytt okkara samband við útheimin, so tað ber lættari til at samskifta og leita yvir internetið, sigur hann.
Og leitað hava tey. Við hjálp frá nógvum góðum fólki. Og eisini seinastu tíðina eru nýggj fólk komin uppí at hjálpa, og tað gevur vónir um, at tað fer at eydnast at finna Terry Patrick.
Stóra forðingin
Størsta forðingin fyri at finna fram til rætta Terry Patrick er, at eingin kennir føðingardagin hjá honum. Terry Patrick kom til Føroya óskrásettur við einum fiskiskip, og ongastaðni í Føroyum er hansara føðingardagur skrásettur. Tá ið tað finnast hundraðtals – ja, kanska túsundtals – Terry Patrick, kann tað vera sera trupult – og higartil ógjørligt – at finna fram til rætta mannin, um tú ikki kennir føðingardagin.
Ein vón er tó framvegis um at finna føðingardagin hjá Terry Patrick, og tað er tí, at hann var til avhoyringar á politistøðini í Havn einaferð, tí hann hevði ikki arbeiðsloyvi. Ein møguleiki er, at føðingardagurin hjá honum er skrásettur í tí sambandi, men higartil hevur tað ikki eydnast at finna nakað skjal um avhoyringina.
- Høvdu vit havt føðingardagin hjá honum, hevði tað verið nógv lættari at leita eftir honum í Onglandi, sigur Regin Joensen.
Ein vansi við leitingini í Onglandi er, at har er einki sentralt fólkayvirlit, og tí má leitast á nógvum yvirlitum kring landið. Terry Patrick er ættaður úr Birmingham, men møguliga býr hann onkra heilt aðrastaðni, og í Onglandi hevur ikki verið skrásett, hvagar eitt fólk fer, tá ið tað meldar seg frá fólkayvirlitinum í einum býi.
Meðan hann livir
Terry Patrick er í 60 árunum nú, og Regin Joensen viðurkennir, at tað er nú, at hann skal finna pápa sín, um hann skal geva sær vónir um at finna hann á lívi.
- Eg eri eitt sindur beiskur um, at hann ongantíð hevur roynt at sett seg í samband við meg, men eg kenni ikki hansara søgu og hansara bakgrund, og eg veit ikki, hvat tað er, sum hevur gjørt, at hann ikki hevur leitað eftir mær. Tað kundi eg hugsað mær at fingið at vita, sigur Regin Joensen.
- Eg haldi, at tað er frægari at vita, hvussu umstøðurnar eru – sjálvt um tær kanska ikki eru positivar – enn ikki at vita. Eg kundi hugsa mær at loyst loyndarmálið, sum eg eri føddur við, sigur hann.
Regin Joensen sigur, at hann hevur viðurkent fyri sær sjálvum, at søgan ikki endiliga endar positivt, men ta er ein partur av sakini.
- Vandin er, at hetta er ein skrúva uttan enda, og at vit ikki koma á mál, men eg havi mót um, at tað fer at bera til at finna fram til hann. Nú hava vit brúkt so nógva tíð og orku, at vit skulu eisini taka tey seinastu tøkini á mál, sigur Regin Joensen.
Av landinum at leita
Higartil hevur leitingin eftir Terry Patrick givið ymsar upplýsingar. Skjøl eru funnin um hann, fólk minnast hann frá tíðini í Føroyum, og tað er greitt, at hann fór til Íslands eftir tíðina í Føroyum. Har spældi hann eisini í tónleikabólki.
- Næsta stigið hjá okkum má vera at fara av landinum at leita. Vit hava fyri tað mesta leitað úr Føroyum – og hava so havt fólk uttanlands at hjálpa okkum – men vit mugu nokk av landinum fyri at koma víðari, heldur Regin Joensen.
- Hetta hevur stóran týdning fyri meg, og tað er neyvan nakar dagur, har eg ikki hugsi ein tanka um pápa mín. Og um nakar kann hjálpa mær ávegis hevði eg verið sera fegin. Allar upplýsingar kunnu hjálpa okkum, sigur hann.