Gunnleyg Durhuus skrivar í sínum viðmerkingum til okkara lesarabræv, at tað vit skriva ikki er í tráð við veruleikan. Tí kenna vit tað sum okkara skyldu at koma við einum aftursvari. Tað var ikki okkara ætlan at varpa ringt ljós á Tórshavnar Býráð, men tað kennist vónleyst at koma í eitt veruligt orðaskifti við um-sitingina. Boðini vit fáa eru, at býráðið hevur rætt til at gera tað, tey hava gjørt.
Tað kann gott vera, at tey í umsitingin hava rætt til at gera, sum tey hava gjørt, men eftir okkara tykki eru avgerðirnar í hesum fløkta máli ikki rættar. Vit meta, at nakrar av teimum broytingum, ið eru gjørdar í fjør heyst, gera at børnini í kommununi nú eru verri stillaði, og gongur hetta út yvir menningina og trivnaðin hjá børnunum.
Gunnleyg sigur, at vit í okkara lesarabrævi geva ta fatan, at flestu stovnar hava tikið fleiri børn inn, enn rúm er fyri.
Tað siga vit ikki, men vit undrast á, at bædi nýggir stovnar og stovnar við áralongum siðvenjum hava fleiri børn í ár, í mun til í fjør.
Eisini sigur Gunnleyg, at tað er vorðið rúm fyri fleiri børnum á teimum ymisku stovnunum í ár, orsaka av broyttum aldursbýti á stovnunum. Tað er hetta, vit vilja varpa ljós á.
Vit kunnu ikki góðtaka, at man í umsitingini hevur valt at broyta barnagarðsaldurin. Hendan broytingin vísur, at býráðið velur at síggja burtur frá menningini og trivnaðinum hjá barninum.
Víðari sigur Gunnleyg, at býráðið ongantíð hevur havt ætlanir um, ella tørv á at koyra fleiri børn inn á verandi stovnar.
Aftur undrar tað okkum, at umsitingin allíkavæl hevur koyrt fleiri børn inn á stovnarnar.
Gunnleyg sigur, at vit skulu venda okkum til teirra, um viðurskiftini ikki eri í lagið. Hetta hava vit eisini roynt, men uttan at kenna, at vit verða hoyrd.
Søgan um hetta fløkta mál er helst longri, enn bæði Gunnleyg og Heðin vilja vera við.
Fyri einum ári síðani, lovaði Býráðið foreldrum at børnum, sum høvdu barnagarðsaldur, men ikki fingu bjóðað barnagarðspláss, at tey kundu gjalda barnagarðsgjald, hóast børn teirra gingu í vøggustovu. Býráðið lovaði at gjalda stovnunum hendan munin.
Tríggjar mánaðir seinni, velur býráðið at ganga burtur frá hesum lyftinum, sum teir góvu um at gjalda munin.
Samstundis kunnar umsitingin leiðararnar um, at barnagarðsaldurin verður fluttur frá 1. oktobur til 1. januar, virkandi frá 1. august 2004.
Gunnleyg sigur, at tað ikki er rætt, at barnagarðsaldurin er fluttur ein heilan árgang, men bert 3 mðr. Hon átti at vita, at børn ikki verða flutt yvir í barnagarð í januar. Skiftið er um summarið, og merkir henda broyting tí í veruleikanum, at børn sum eru 2 1/2 ár, nú eru barnagarðsbørn.
Fyrr vóru børn, ið eru fødd um heystið, nærri 4 ár, tá ið tey fóru í barnagarð. Men við broytingini, sum umsitingin kunnaði leiðararnar um í fjør, kunnu børnini í dag vera niður til 2 1/2 ár. Tað er hetta vit vilja mótmæla.
Haraftrat sigur Gunnleyg, at vit á Dagstovninum í Hoyvík hava eitt barnatal, sum er innan fyri upprunaligu normeringina, tí vit hava fleiri barnagarðsbørn í mun til vøggustovubørn.
Til hetta kunnu vit bert svara, at vit á tveimum av trimum vøggustovum hava 11 børn í ár, har tað í fjør vóru 10 børn. Og á øllum barnagarðsstovunum eru 15 børn í ár, har tað í fjør vóru 14 børn á hvørjari stovu. Altso hava vit 5 børn fleiri í ár.
Vit vita væl, at man í umsitingini telur sokallaði »poeng" fyri børn, ið eru á stovni, og at vøggustovubørn telja fleiri »poeng« enn barnagarðsbørn. Við at broyta barnagarðsaldurin, kunnu tey jú fáa fleiri børn inn á stovnarnar, tí barnagarðsbørn telja minni enn vøggustovubørn, so við at telja »poeng« hvørva hesi 5 børnini niðri í umsitingini.
Í okkara verð eru hesi børn ikki horvin. Tey eru nú byrjaði hjá okkum, og vit hava ongar ætlanir um at fylgja ráðunum hjá Heðini Mortensen, um at flyta børnini á annan stovn. Soleiðis kann man eftir okkara tykki ikki fara við børnum. Í summar byrjaðu 18 nýggj, fitt børn hjá okkum, og eru vit vorðin góð við tey øll somul, og fara at vera um tey, eins og vit eru um øll hini børnini á stovninum.
Gunnleyg fer at enda at samanbera okkum við grannalondini, sum hava verri umstøður og normeringar enn vit. Hetta síggja vit sum eitt tekin um vantandi grundgevingar. Okkara børn fáa tað ikki betur av, at tey hava tað verri í okkara grannalondum.
Tað undrar okkum, at trivnaðarstjórin framhaldandi sigur, at býráðið vil tryggja børnum, foreldrum og starvsfólkum eina vælvirkandi barnaansing, sum skapar trivnað og menning. Eftir okkara tykki, er man í umsitingini meira áhuga í at telja tøl og »poeng«, enn at skapa trivnað og menning.
Okkara áheitan er, at Tórshavnar Býráð fer at endurskoða broytingarnar, til frama fyri trivnaðinum og menningini hjá barninum.