Ta seinastu tíðina eru røddirnar á teimum, ið stremba eftir ymiskum slagi av broytingum í skránni fyri landskappingina í fótbólti. Og fram um alt, um minkan av 1. deild frá tíggju liðum til átta lið, ella enntá seks. Og rætt er tað, kappingarárið sum nýliga er liðugt, gevur teimum, ið styðja tílíkum broytingum, grundarlag fyri tílíkum hugsanum. Fyri hvørt ár verður meira og meira av dystum, sum eru næstan avgjørdir frammanundan. Gjógvin millum tey stóru og tey smáu heldur fram at vaksa. So sum kappingin í 1998 eisini hevur víst. Fýra dystir endaðu við dupultfigurum fyri annað liðið.
Sumba í Føroyum
tað sama sum
Føroyar í Europa
Tað argar serliga teir, ið eru fyri at minka um 1. deild, at Sumba er við, ein sovorðin »ljótur dunnuungi« í føroyskum fótbólti til undran fyri nógv, ið ikki bara kundu stríða seg upp í 1. deild í fjør, men eisini varðveitti plássið í »elituni« í ár, hóast Sumba tapti nokkso nógvar dystir við stórum tølum.
Men tað ber eisini til at hyggja at hesum trupulleika úr øðrum sjónarhorni. Føroyingar munnu væl vita, at als ikki øllum í Europa dámar, at Føroyar og onnur smá lond (San Marino, Liktinstein, Andorra osfr.) taka lut í altjóða kappingum á jøvnum føti við »risarnar« úr Onglandi, Týsklandi og Italia. Próvgrundir fyri at útihýsa »dvørgunum« framføra Beckenbauer, Berlusconi og hinir fótbóltssnobbarnir júst á sama hátt, sum teir í Føroyum, ið vilja minka talið av liðum í 1. deild: »Dystir við teir, sum eru veikari, gera eisini okkum veikari, vit vildu spælt móti javnlíkum okkara«, osfr. Men hvussu dámar teimum, ið vilja hava seks lið í 1. deild, tað, at føroyska landsliðið verður flutt til »undanundankappingina«, í staðin fyri at spæla ímóti Danmørk, Russlandi, Spania, Skotlandi, og einaferð í framtíðini kanska ímóti Onglandi, Týsklandi ella Fraklandi?
Føroyar gjørdust tíggju ferðir meira kendar í heiminum eftir tað, at teir høvdu verið við í undankappingum til HM og EM. Áttati ella níti prosent av tíðindunum í sambandi við Føroyar í heimsfjølmiðlunum (eins og við Sumba í føroysku miðlunum) hava við fótbólt at gera. Men hvussu stóran møguleika hevur føroyska landsliðið at vinna til dømis á Spania? At kalla null. Helst hevur Sumba heldur størri møguleika at klára HB, í hvussu so er á heimavølli á Krossinum (í ár vóru sumbingar á odda og taptu 1-2 í endanum). Men eingin, hvørki í FSF ella millum tey fótbóltsáhugaðu, kundi hugsað sær at blaka sítt landslið úr altjóða kappingum, bara av teirri orsøk, at føroyingar tapa meginpartin av dystunum. Hví ikki spyrja sumbingar sjálvar, hvussu teimum dámar at spæla í 1. deild og tapa 0-10 og 1-11? Hevði tað kanska ikki verið betur hjá teimum at koyrt sítt lið í 2. ella 3. deild, har sum Sumba nógv oftari hevði vunnið? Eg ivist ikki í, at ongum í Sumba hevði dámt hetta.
Drepið ikki romantikkina
í fótbólti!
Hyggið gjøllari at Sumba. Vita tit, at hetta felag (tað minsta av øllum í Føroyum uttan NÍF úr Nólsoy) hevur ræt til at verða tikið upp í »Guinness metbókina«, sum tað minsta liðið, ið nakrantíð er komið upp í 1. deild í nøkrum landi í Europa og kanska í øllum heiminum (sambært hagtølum frá mai mánað í ár, búðu 287 fólk í Sumba). Í Havnini er fult av møguleikum at skemta sær, hvat er í Sumba, annað enn fótbóltur og so dansurin? Í bygdini eru ikki meira enn seksti-sjeyti menn í fótbóltsaldri, og næstan allir spæla teir fótbólt. Og sumbingar eru so glaðir og ernir av tí, at teir hava eitt lið í 1. deild, at næstan øll bygdarfólkini ganga dagliga í klæðum Sumbiar Ítróttarfelags. Eiga onnur ikki at virða og frøast yvir tílíkan fanatiskan kærleika til fótbólt og til sítt lið, har sum umframt tveir útlendingar og vágamannin Birgir Jørgensen, ið hjálpti við endanum í ár, bara spæla føddir sumbingar? Eg havi sæð Sumba fýra ferðir í ár. Ja, støðið á teirra spæli er ikki so høgt. Tríggjar dystir taptu teir og ein (á Tvøroyri) endaði við javnleiki. Men einki annað lið stríðist við tílíkum yvri, við tílíkum ovurhuga, við sovorðnum brandi í hjørtunum. Tann 17 ára gamli Mortan úr Hørg mundi latið lív, tá hann spældi á Krossinum móti HB, og í øllum rokinum gloymdi hann at ansa sær? Hví skulu hann og hansara felagar missa møguleikan til at royna seg ímóti HB og øðrum stórum feløgum, um teir sjálvir hava skaffað sær hendan møguleikan, tá teir fyrst fluttu upp í 1. deild, og so megnaðu at bjarga sær har?
Drepið ikki romantikkina í fótbólti, men stuðlið romantikarum! Kenslurnar hava nógv við ítrótt at gera, ikki bara klassi og styrki. Tað veit kanska eingin annar so væl sum føroyingar, serliga eftir at landsliðið byrjaði at taka lut í altjóða kappingum. At kappast móti HB hjá sumbingum er næstan tað sama sum hjá føroyingum at kappast móti einari stórari tjóð!
1. deild er altíð
nógv áhugaverdari
Tey, ið vilja at 1. deild skal vera minni, halda uppá, at til dømis við seks liðum í »elituni« verður væl størri áhugi fyri dystunum í 2. deild. Hetta er ivasamt. Í einum og hvørjum landi í heimum eru tey fótbóltsáhugaðu og ikki minst pressan tíggju ferðir meira interesserað fyri 1. deild, sama um seks lið eru í henni, tíggju ella tjúgu (hóast í ongum europeiskum landi er nøkur 1. deild við minni liðatali enn tíggju). Men mundi áhugin fyri dystunum millum HB og B36 verið størri, um tey bæði liðini fóru at spæla í kapping ikki tvær ferðir um árið, men seks ferðir? Hann verður minni, tí hetta fer at henda ov ofta, altso einki merkisvert. Og viðhaldsfólkið hevði skjótt farið at troyttast og kett seg at hyggja at dystunum hjá sínum liði móti bert fimm øðrum?
Sum nú er, um Sumba (ella ÍF ella B71) knappliga vinnur á HB ella B36, skulu vit siga, 3-1, so verður hetta ein bumba, ein sensasjón, sum øll leingi fara at tosa um. Fólk minnast enn, hvussu Sumba vann á HB 3-1 í Gundadali í 1991. Men um HB vinnur á B36 3-1 ella øvugt ? hetta minnast tey bara til næsta umfar.
Um tey sokallaðu »elevator-liðini«. Slík lið eru í kappingini hjá øllum europeiskum londum. Og hetta er púra normalt. Tí at tað er ein natúrlig prosess, at liðini skifta millum deildirnar, og tað hevur als ongan týdning, hvussu nógv lið eru í 1. deild ? seks ella tólv. Einasti máti at sleppa undan »elevator-liðum« er at avskaffa uppflyting og niðurflyting, sum er eitt so ørligt hugskot, at tað neyvan kann fella nøkrum inn.
Hvør og hvat ger
1. deild so ójavna?
Tað er ikki yvir at dylja, at tey, sum helst vilja minka um 1. deild, eru fyrst og fremst viðhaldsfólkini hjá teimum stóru liðunum ? HB, B36 og KÍ. Júst hesi liðini hava átikið sær leiklutin sum Føroya »Milan«, »Bayern« og »Chelsea«. Men sum úrslitini vísa, bert í tvey tey seinastu kappingarárini var teirra klassamunur yvir hinum liðunum vorðin skilligur. Í áttatiárunum hava vit ikki kunnað talað um nakað einaræði hjá høvuðsstaðarliðunum. Tíðarskeiðið frá 1983 til 1996 hevur HB verið meistari tvær ferðir, KÍ eina ferð, B36 ongantíð. Gull í 1. deild vunnu helst bygdamenninir ? GÍ (seks ferðir), B68 (tríggjar ferðir), TB og B71 eina ferð hvørt. Nú hevur bara GÍ varðveitt sína góðu manning, sum er før fyri at standa upp ímóti høvuðsstaðarliðunum, og so fingu runavíkingar eitt gott ungt lið, meðan hini ikki klára kapping. Nú í tvey ár hava bæði havnarliðini vunnið kappingina sannførandi. Hvussu og fyri hvørs kostnað verða HB og B36 mannað? Øll vita, at í manningini hjá »sigursharrunum« eru meira enn 50% av bygdamonnum. Men tá ið vit hyggja at U-18 og U-16 landsliðunum tey seinastu árini, fellur tað í eyguni, at har er fleirtal av havnardreingjum. Hetta er natúrligt, í høvuðsstaðnum býr meir enn triðingurin av øllum fólkinum í landinum. Nógv børn spæla fótbólt har, HB og B36 vinna væl oftari kappingar fyri unglingar og dreingir. Men hvat hendir so? Nógvir av hesum dreingjum, ið á 15 til 17 ára aldri hava hildið seg hava størri møguleikar í fótbólti enn javnaldrar sínir av bygd, gevast sum 19-20 ára gamlir, meðan teir ið vóru minni hepnir í ungdómskappingum og møguliga ikki so evnaríkir bygdamenn fara í 1. deild. Hetta hendir, tí at ógvuliga torført er hjá ungum havnarmonnum at vinna sær pláss millum teir fyrstu ellivu í sínum liðum, tí venjarar heldur vilja nýta bygdamenn við fleiri royndum í staðin fyri. Hetta hevur natúrliga við sær beinleiðis miss fyri bygdaliðini, har sum lítið er til av fólki at velja í. Teir missa sínar lyklaspælarar og gerast tí nógv veikari. Hví skulu ungdómsvenjarar á bygd arbeiða til fyrimunar ikki fyri síni lið, men fyri høvuðsstaðarliðini, har sum tað altíð ber til hjá venjaranum at ringja t.d. til Vágs, Sands ella Fuglafjarðar, lova spælarum »gull og grønar skógir« og lokka teir til Havnar. Men hesin tendensur skaðar eisini havnarliðini nógv. Tí í staðin fyri bygdamenninar kundu verið teirra egnu ungu, ið seinni kundu verið einki veikari enn teir, sum verða bodnir at koma uttanífrá. Við øðrum orðum, við at brúka sítt egna tilfeingi, kundu HB og B36 verið eins góð og tey eru í dag, samstundis sum hini kundu verið sterkari. Men høvuðsstaðarliðini valdu »sigursstrategiina« ikki so nógv fyri sín egna kostnað, men heldur fyri tann kostnað, at mótstøðuliðini viknaðu. Og hetta ber frukt ? í fjør og í ár gjørdust B36 og HB føroyameistarar eftir ávikavist 35 og 8 ár. Væl klárað, havnarmenn? tað vil siga havnarliðini!
Nú verður aftur tosað um nýggjar innbjóðingar til Havnar av evnaríkum spælarum. Millum hinar verða nevndir Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen (B68). Øll vita, at toftamenn uttan Øssur og Fróða (og Jákup Eli Olsen, ið møguliga fer at gevast) verða »høvuðleysir« og uttan nóg góðar menn í staðin fara at teljast millum tey fremstu evnini til niðurflyting, meðan teirra møguliga nýggja lið so væl kundi hildið seg á sama niveau sum áður, eisini uttan hesar nýggju menninar. Um vit hyggja at listanum yvir teir, ið Allan Simonsen hevur boðið á landsliðið í ár, so síggja vit, at av 25 spælarum eru bara 5 (!) upprunaligir HB- ella B36-arar, nevniliga Uni Arge, Jan Dam, Julian Johnsson (HB), Jens Kristian Hansen, Jákup á Borg (B36), ella 1/5 av øllum. Munnu nógvir av meistarunum í 1998, HB, hava spælt nógv á landsliðnum í ár? Tveir ? leirvíkingur Hans Fróði Hansen og klaksvíkingurin Allan Mørkøre!
Rosenborg skal vera
ein góð fyrimynd
fyri HB og B36
Hví gera HB og B36 ikki sum Rosenborg, ið við Noregi ikki umboðar høvuðsstaðin Oslo, men ein nógv minni bý. Rosenborg Bollklubb úr Tróndheimi hevur verið meistari í sínum landi tey seinastu sjey árini, samstundis klárað seg óføra væl í Champions League og hvørt ár selt nakrar av høvuðsspælarum sínum, ið eru farnir at vinna pening uttanlands, fyrst og fremst til Onglands. Natúrligt er tað, at eftir at RBK fleiri ferðir hevur verið í Champions League, er felagið nógv ríkari enn øll hini í landinum. Og hvat so? Millum teir fyrstu ellivu tróndheimsmenn er stórur meiriluti av fyrrverandi næmingum úr teirra egna fótbóltsskúla. Og av teimum fáu, ið vóru bodnir uttanífri, hevur bara ein rættiliga gjørt um seg. Tað er álopsspælarin Sigurd Rushfeldt, keyptur fyri tveimum árum síðani frá Tromsø. Sama strategi hevur eydnast í Gøtu, har sum nógvar ferðir eru minni av ungum spælarum, enn í Havn. Kortini gjørdust gøtumenn í nítiárunum meistarar fýra ferðir á rað við hjálp frá bara tveimum »fremmandum« úr grannabygdunum, nevniliga Jens Martini Knudsen og John Petersen, og Gí gevur landsliðnum nógvar spælarar.
Hvat forðar tá HB og B36 at halda seg til sínar egnu (ið eru nógv fleiri hjá teimum, enn hjá øllum hinum), og ikki »súgva blóð« sum iglar úr hinum og síðani tora at reisa spurningin um at minka um 1. deild, tí at »?vit skora ov nógv ímóti hesum óhepnu úr Fuglafirði, úr Sumba og av Tvøroyri«.
Eg eri eingin hatari av høvuðsstaðarfeløgum, men eg haldi tað bara vera spell fyri teir ungu í Havn, sum fáa ongantíð møguleikan fyri at sleppa at royna seg í tí »stóra spælinum«. Næstan eingin av havnarmonnum vil spæla í 1. deild og fara í okkurt bygdafelag. Í ár vóru tað bara málmaðurin Magnus Poulsen úr B36 og heldur eldru HB-ararnir Niels S. Poulsen og Sámal Erik Hentze, ið fóru inn á Toftir at spæla, meðan karrieran hjá meginpartin av teimum ungu í Havn endar uttan at hava byrjað rættiliga. Og hetta er ikki bara vanlukkan hjá teimum, men eisini hjá føroyskum fótbólti yvirhøvur, sum á henda hátt missir eitt stórt tal av potentiellum frálíkum spælarum, ið hava fingið góðan skúla undir leiðslu av kvalifiseraðu ungdómsvenjarum hjá HB og B36.
Samanleggingar
hava negativar
avleiðingar
Summir hugsa, at einasti rætti máti hjá teimum minni feløgunum í Eysturoynni og Suðuroy at standa virðiliga ímóti »havnarrisunum« er at leggja saman tey feløgini sum nú er. Men hvat gevur hetta? Nú hava Vágur, Hvalba, Fuglafjørður, Toftir, Skála og nakrar aðrar bygdir síni lið í 1. ella 2. deild. Hesi lið eru ein óburturtakandi partur hjá hvørjum av hesum bygdasamfeløgum og tess stoltleika. Um nú t.d. GÍ, LÍF og ÍF leggja saman, so missa Gøta, Leirvík og Fuglafjørður sítt sjálvstøðuga pláss á Føroya fótbóltskorti. Áhugin fyri tí nýgjørda liðinum fellur bæði hjá spælarum og hjá viðhaldsfólki. Munnu nógvir fuglfirðingar ella leirvíkingar vera førir fyri at sleppa upp í hetta felagslið? Tað er ivasamt. Hetta førir við sær undirgang fyri fótbólt í hesum bygdunum.
Ein sovorðnan undirgang síggja vit í Vágum í dag. Teir høvdu fyrr ríkar fótbóltstraditiónir og fleiri frálíkar spælarar. Fyri nøkrum árum síðani høvdu vágamenn trý feløg, og tvey (MB og SÍF) vóru viðhvørt í 1. deild í senn, meðan SÍ var í 2. deild. So hava tey nú fingið eitt felags »deyðføtt barn«, FS Vágar í 2. deild. Spurningur er, hví tað var neyðugt hjá t.d. sørvingum fyri einum ári síðani at fara upp í hetta projekt? Hevði tað ikki verið betur at havt sítt egna lið í 3. deild, enn als einki lið at hava? Eru nógvir dystir spældir í ár av hesum samanlagda liði í Sørvági? Hví noyðast fótbóltsáhugaðir sørvingar at fara til Miðvágs ella Sandavágs at hyggja at onkrum liði, ið ikki hevur nakað beinleiðis við teir at gera? Tað sama er galdandi fyri Hvalvík, ið einaferð var umboðað í 2. deild. Nú verða eingir dystir spældir har, og norðstreymoyingar spæla á Eiði, á aðrari oyggj (!), fyri eitt lið, sum í ár var í stórum vanda fyri at flyta niður í 3. deild. Dømið Sumba og VB samanløgd fekk heldur ikki tey úrslit, sum ynskt varð eftir. Tí eru slíkar royndir vandamiklar og ikki eftirynskjandi fyri føroyskan fótbólt, fyri ikki at tala um, at tær ganga beint ímóti teirra drúgvu traditiónum at liðini hava alt sítt lív verið til í tí líka sum tey øll vóru fyri nøkrum árum síðani. Ja, fólkatalið í Vágum og Suðuroy er minni nú, enn tað var í áttatiárunum, men støðan tykist ikki so katastrofal sum í 1994-95, til at tað ikki skuldi verið møguligt at varðveitt liðini sum tey eru nú. Sum sagt, í Sumba býr minni av fólki enn t.d. á Tvøroyri, á Eiði ella í Sandavági. Tá ið sumbingar klára tað, hví kunnu hini við meiri fólki ikki?
Fleiri útlendingar
? vánalig loysn
Nú tosa teir eisini um at vaksa um kvotuna av útlendskum spælarum í føroyskum liðum, fyri at gera tað møguligt at gera gjónna í styrkini millum tey stóru og smáu feløgini minni. Hetta er heilt skeivt. Tí tey stóru hava nógv meira av peningi, og tí kunnu tey bjóða betri spælarum uttanífrá at koma hendavegin, enn tey smáu, ið hava ikki so góðar fíggjarligar møguleikar. So verður munur á liðunum kanska størri tá, enn hann er nú. Takið nú fyri, at útlendingakvotan veksur frá tveimum til fimm í hvørjum felagi. So keypir Tomislav Sivic í B36 tríggjar jugoslavar afturat, ið fara at spæla í trimum støðum, har sum væl kundu verið ungir B36-arar ella í hvussu so er føroyingar. Tað at talið av útlendingum verður størri, førir til stóra minking av talinum á føroyskum spælarum í 1. deild. Nógvir, sum ikki fáa pláss millum teir fyrstu ellivu, fara at halda uppat at spæla, og helst tey ungu. Hetta gagnar ikki føroyskum fótbólti, men skaðar, og fyrst og fremst landsliðið. Annars hava onglendingar somu vandamál nú. Nógvir góðir spælarar eru t.d. í Arsenal og Chelsea, men enski landsliðsvenjarin Glenn Hoddle kann ikki nýta teir, tí teir hava útlendsk pass. Og Hoddle hevur ikki so nógvar spælarar at velja ímillum, sum hann kundi havt. Úrslitini hjá »Three lions« hava í seinastuni verið vánalig. Kanska ikki bara av tí, men kortini? Men onglendingar hava nógv fólk álíkavæl, teir eru umleið túsund ferðir fleiri í tali enn føroyingar!
Sum í Íslandi
? annaðhvørt feløg
ella landslið
Vit mugu síggja tað, sum tað er. Føroyar eru ov lítið land til at vinna framgongd í altjóða kappingum samstundis á felagsliðsstøði og á landsliðsstøði. Tí er neyðugt at velja. Føroyska landsliðið og tess úrslit eru nógv týdningarmiklari, enn úrslit hjá einum og hvørjum felagi í Europa Cup. Men veruliga sterkt kann landsliðið vera í tí føri, at allir landsliðsspælarar eru professionellir, ið spæla við útlendskum feløgum. Takið Ísland. Har klára feløgini sjáldan 1. umfar í Europa Cup. Men hetta leggur eingin nakað í. Men tey seinastu frálíku úrslitini hjá teirra landsliði, sum er samansett av yrkisspælarum, ið tjena pengar í Onglandi, Noregi, Svøríki ? hetta er í Íslandi ein hending sum hevur tjóðskaparligan týdning. Og júst hetta er høvuðseyðkennið hjá øllum íslendskum fótbólti á altjóðapallinum. Annað gott dømi er danska landsliðið mitt í áttatiárunum, eitt av teimum sterkastu í heiminum tá (og bara við »eksil-spælarum«, uttan málmenninar og so ein komandi føroyskan landsliðsvenjara búsitandi í Vejle), meðan donsk feløg í Europa Cup ikki gjørdu stórt um seg. Nú fóru feløgini í Danmørk at spæla heldur betur, men sigurin hjá Brøndby á Bayern kann ikki nakra løtu skugga fyri óføra spælinum og úrslitinum hjá teimum «rød-hvide« við Sepp Piontek á odda?
Føroyskur fótbóltur eigur at ganga íslendska vegin og ikki er bert gjørligt í tí føri, at hann 100 prosent fer at nýta sítt berliga fólkatilfeingi. Tí kann tað rák, sum fer at hava fylgjur við sær, ið gera at t.d. ungir spælarar í Havn av oman fyri nevndu orsøkum gevast at sparka, gerst dýrt fyri virðingina fyri føroyskum fótbólti í Europa.