? Eg var heima. Hoyrdi um morðið í útvarpinum um morgunin. Eg gekk heima í barsil við okkara næsta barni tá. Tað, sum eg serliga kann minnast, er, at tíðin frammanundan var nógv merkt av álopum og yvirgangi av ymsum slagi ymsastaðni í verðini. Men við morðinum á Olof Palme var tað, sum at tað var komið til okkara part av heiminum. Tað tyktiskt heilt óveru-ligt, at nakað kundi henda so nær við hjá okkum, tí í mínum hugaheimi tá, var tað ein heilt onnur verð, har yvirgangur og líknandi álop komu fyri. So tann dagin varð tað greitt, at nú var tað eisini komið til okkum.
Øll tosaðu um tað, og tað ávirkaði helst allar føroyingar á ein ella annan hátt. Hann var jú ein partur av heimssamfelagnum. Vit lurtaðu allan dagin eftir útvarpinum, og seinni um kvøldið fingu vit jú myndir inn í stovuna gjøgnum sjónvarpið. So á onkursvegna hevur tað helst eisini gjørt sítt til, at man varð so mikið nógv ávirkaður av tilburðinum.
Olof Palme var ein verðinsmaður. Eg minnist hann sum ein statsmann, sum hugdi nógv longri enn bara til Skandinavia.
Hann hevði ein heilt serligan status sum heimspolitikari.