Lív Dam:
? Eg stóð uttan fyri heima hjá okkum og gjørdi ymiskt í havanum. Pápi mín stóð og vaskaði bilin, og eg minnist, at hann hevði radio í bilinum frá. Meðan vit soleiðis arbeiða hvør í sínum lagi, koma boðini um, at John F. Kennedy var skotin.
Tað var ein sera skelkandi hending, og øll tosaðu um tað. Serliga ta fyrstu tíðina. Fyrsti tankin var nokk, at tað kundi ikki bera til, men tað varð so ofta endurtikið í útvarpinum og hvørjaferð var eitt sindur meira av upplýsingum um, hvat og hvussu tað var hent.
Eg var so ung tá, so eg minnist ikki so øgiliga nógv. Men bara dagurin og støðan, tað stendur sólarklárt í minninum hjá mær.
Tað var nakað so óvæntað, og tá í tíðini var tað ikki sum í dag. Vit hoyra jú allatíðina um yvirgangsatsóknir, morðroyndir og aðrar ræðuleikar, at hesir næstan drukna og fara bara fram við viðhvørt.
Tá var tað so óvæntað og skelkandi at frætta, at amerikanski forsetin var skotin til deyðis í einum opnum bili.