Hvat er ein meiriluti?

Í 1998 fingu vit føroyingar at vita frá samgonguflokkunum, at Føroyar skuldu skipast sum fullveldisríki, og at fólkið skuldi sleppa at atkvøða um henda spurning á eini fólkaatkvøðu. Um 50,1 prosent av veljarunum atkvøddu "ja", so var leyst og liðugt. - Vit kundu jú ikki lata minnilutan ráða, segði Høgni Hoydal.
Fólkaatkvøðan kom tó ongantíð, tí ein partur av samgonguflokkunum óttaðist fyri, at veljarin fór at siga "nei". - So var betur at køva meirilutan, og lata ein tigandi minniluta ráða.

Løgtingsval sum fólkaatkvøða
Áðrenn løgtingsvalið tann 30. apríl í ár, segði Høgni Hoydal, at valið var at meta sum ein fólkaatkvøða um fullveldi. Men hetta skuldi hann ongantíð havt sagt, tí Sambandsflokkurin gjørdist størsti flokkur á valinum, og andstøðuflokkarnir fingu samanlagt 51,1 prosent av atkvøðunum.

Tulka valúrslitið sum best ber til
Men nú hava ymiskir loysingarmenn sett eina skipaða blaðskriving í gongd, har valúrslitið verður tulkað. Allar atkvøður fyri samgonguflokkunum verða roknaðar sum atkvøður fyri loysing, og harumframt verður mint á, at Miðflokkurin lutvíst hevur stuðlað fullveldistilgongdini. Tí skulu tær atkvøðurnar eisini teljast við.
- Einki verður sagt um, at Sjálvstýrisflokkurin áðrenn valið segði, at tíðin var enn ikki búgvin til fullveldi.
- Einki verður heldur sagt um, at Fólkaflokkurin áðrenn valið segði, at ferðin á sjálvstýrisleið hevði verið í so nógv, og at tí mátti slakkast av nú.
Nei fullveldisvongurin roknar allar atkvøðurnar sum sínar, og kemur til ta niðurstøðu, at hann hevur vunnið stórsigur á valinum. Og hesin "sigurin" skal brúkast, til at trýsta løgmann til at skipa eina nýggja fullveldissamgongu.
Hóskandi er tí at spyrja, um hatta við meirilutanum bara skuldi vera galdandi annan vegin?