Hvat er mest tíðandi: Trygdin hjá suðuroyingum, ella fótbólturin?

Ella, nær er ein gøla ein gøla í Føroyum?

Tað hevur nú frætst nakrar ferðir, at nýggi Smyril hevur fingið »black out«, ella sagt á føroyskum, at Smyril er »svímaður«, hevur mist vitið. Lítil hávi hevur verið gjørdur burturúr hesum málinum. Men, endiliga er ein tinglimur úr Suðuroynni kortini komin sum ketta burtur høvdatrogi, og hevur krævt at málið verður kannað.
Eg má siga at eg varð skelkaður tá eg fyristu ferð hoyrdi at Smyril var svímaður, og lá og rakst fyri vág og vind í nakrar minuttir, og eg havi verið enn meira skelkaður hvørjaferð hesi tíðindini hava endurtikið seg. Eg eri kortini neyvan hin einasti ið dugir at ímynda sær, hvat ið kann henda tá eitt risastórt ferðamanna- og farmaskip liggur og rekst fyri vág og vind millum oyggjarnar og inni á firðunum í Føroyum, ella hvussu?
Í mínum hugaheimi er tað ein risa gøla, ein ovurhonds gøla, at eitt spildur nýtt skip svímar fleiri ferðir, tí vit vita at sjálvt tíggju minuttir kunnu vera long tíð, tá vindur og streymur eru illa til vildar. Huksið tykum Smyril fullfermdan eitt illveðurskvøld á Tvørðafirði, fyri Dalsnýpuni ella Kirkjubøðnesi? Tað er óhugnaligt og skelkandi at huksa sær. Sjálv trygdin hjá suðuroyingum er í vanda, sjálv lívsæðrin hjá suðuroynni er hótt!
Hesum stendst eftir øllum at døma ongin gøla burturúr!! Men, nú nøkur atgongumerki til fótbólt í Suðurafrika eru seld á ein, kannska, ivasaman hátt, nú rudda teir forsíðurnar í bløðunum, og útvarpið sleppur at válka sær í teimum inkvisatorisku teknikkum teir kalla tíðindasamrøður. Tíðindini um atgongumerkjasøluna fáa teigar upp og teigar niður, og rúmligt rúm í loftbornu miðlunum, hóðast onki mannalív - hvørki trygdin ella lívið hjá føroyingum ella teimum sum keypa ella selja atgongumerkini, eru hótt!!
Er fótbólturin so nógv dýrabærari enn mannalív og trygdin og lívæðrin hjá suðuroyingum, at nøkur atgongumerki til fótbólt hava uppiborðið hundra ferðir meira rúm í fjølmiðlunum, enn »svímingarnar« hjá Smyrli?
Tað er ikki bara í Føroyum, at fjølmiðlanir gera hávastak og gølur burturúr tí sum lítlan ella ongan tídning hevur, meðan verulig álvarsmál fáa lítla ella onga viðgerð. Ábyrgdarleys og óbugvin fjølmiðlafólk eru at finna allastaðnis – men, tað fyrikemur mær, at støðan er serliga grell í Føroyum. Fjølmiðlafólk eru nú einaferð bara menniskju, hóast tey sjálvi stundum tykjast at hava eina aðra fatan!
At smálutir kunnu leggja land og lóggávuvald læmin, meðan sonn álvarsmál valla verða nevnd, ella fáas eina so grunna viðgerð at tað ikki munar, kann vera tekin um at tey sum manna fjølmiðlarnar í Føroyum ikki eru nóg búgvin!!
Skulu høvd rulla í samband við nøkur atgongumerki til heimsmeistarasdystir í fótbólti, so eiga høvd eisini at rulla millum tey, sum hava ábyrgdina av at Smyril ferð eftir ferð rekst fyri vág og vind, og er ein hóttan móti mannalívum og trygdini hjá suðuroyingum, og teimum annars, sum ferðast um Suðuroyarfjørð.
Smyril er ikki eitt trygt skip, og tað eigur at fáa fylgir! Ella ber alt til í Føroyum?