Kann tað almenna okra?
Føroyska samfelagið fekk ein álvarsligan hvøkk av kreppuni. Fyri tey flestu var hesin hvøkkur mennandi hóast alt, men tíverri vóru nøkur, sum ikki komu væl burtur úr. Tey mistu hús og heim, rýmdu av landinum og mong teirra koma ongantíð aftur til Føroya. Her mistu tey alt og komu í óbótaliga skuld – í áliti á samfelag og myndugleikar.
Landið tók bankan á seg, ikki fyri skattgjaldaran, men tí at tað tordi ikki annað, sum støðan var.
Onki var meira náttúrligt hjá tí almenna enn at sleppa sær av við bankan, so títt og knapt hetta var møguligt. Tað var tað fyri langari tíð síðan.
Spurningurin er so, hvønn prís tað almenna kann loyva sær at krevja.
Uppgávan hjá tí almenna er ikki at reka virksemi við vinningi fyri eyga. Uppgávan er at loysa felags áhugamál, sum ikki kunnu verða loyst av tí privata, annaðhvørt tí vøran ella tænastan ikki kann verða seld (løgregla og verja t.d.), ella tí at veitingin hevur so stóran týdning fyri alt samfelagið og eigur at koma øllum í samfelagnum til góðar (vatnveiting, elveiting, kloakkskipan, telefonveiting o.t.), og tí verður loyst sum eitt felags samfelagsligt átak.
Kann eitt alment virksemi verða rikið betri og virknari í privatari kapping, eigur tað at verða einskilt. Verður tað ikki tað, oyðsla vit við skattaborgarans peningi, og borgarin má rinda meira enn neyðugt fyri vøruna ella tænastuna.
Uppgávan hjá tí almenna er heldur ikki at selja felags ognirnar hjá borgarunum við vinningi. Tað hevði merkt tað sama sum, at kommunur kunnu spekulera, og at vit taka undir við tí “aktiva fíggjarpolitikki"” ið partvíst førdi landið á húsagang í áttati/níti árunum.
Afturat hesum kemur etiski spurningurin: um felagsskapurin kann selja felagsognina til nøkur fá til hægri prís, enn ognin er fingin fyri. Hetta hevði svarað til, at kommunur ognartóku jørð til grundstykki og so seldu nøkrum fáum hesi grundstykki við góðum vinningi. Tey, sum ikki komu upp í part at fáa grundstykki, verða jú ikki betri fyri.
Rætti prísurin fyri bankan
Rætti prísurin fyri bankan kann í mesta lagi vera 1.764.000 kr.
Upprunaliga setti landið (Fíggingargrunnurin) 2,685 mia. kr. í bankan, men hevur síðan fingið útlutað 921 mió., so netto hevur landskassin sett 1,764 mia. kr. í. (Tá er sæð burtur frá tí stóra vinningsbýti, ið bankin hevur goldið landskassanum umframt stór skattagjøld, men hetta kann kanska sigast at hava verið við til at fíggja part av givnum skattalættum. Tá er eisini sæð burtur frá endurgjaldinum í sambandi við bankamálið, ið kanska var fyri annan tort og sviða.)
Men tað eru hesar 1,764 mia., ið tey 10 mió. partabrøvini kunnu verða seld fyri. Hetta svarar rættiliga væl til miðal av lægsta (162) og hægsta (189) kursi, ið partabrøvini vórðu útbjóðað til.
Løgtingið valdi at selja 6 mió. partabrøv fyri henda meðalkurs uppá 176, men útbjóðingarhátturin hevur gjørt, at higartil hevur landið fingið 75 mió. kr. meira inn enn ætlað. Trúliga varð ikki væntað, at vanligi føroyingurin fór at keypa partabrøv í stórum, og tí varð so lítið ætlað honum.
Higartil kunnu vit sostatt staðfesta, at tað almenna hevur ikki roynt at okra sær eyka vinning av sølu av almennari ogn. Valdi leisturin at selja gjørdi, at landið hevur fingið eitt sindur ov nógv inn, men tað kundi sjálvsagt verið minni, fór maður ikki av húsi at fáa sær partabræv, áðrenn útselt var – nakað sum tá verkfall hóttir.
Hvat skal gerast við eyka sølupeningin?
Tað er rímuliga einfalt at taka støðu til, hvat tær 1.764.000 kr. skulu brúkast til, t.e. hvar tær skulu fara.
Var yvirtøkan av bankanum ein uppgáva, sum bert tað almenna kundi loysa, og er henda uppgáva loyst, eigur peningurin at verða nýttur til annað alment felagsligt átak, ið kemur øllum borgarum til góðar. Tað kann vera at gera flogvallarlíkindini í Føroyum altjóða kappingarfør, og kanska eitt sindur afturat, ella tað kann vera at leggja 10 Gigabyte fipurkaðal inn í hvørt hús í Føroyum. Á sama hátt sum við SEV og Telefonverkinum, eru hetta stórar íløgur, ið felagsgagnligt koma øllum samfelagnum til góðar. Samstundis eru slíkar íløgur neyðugar í okkara alheimsgerð. (At leggja henda pening í ein búskapargrunn er í roynd og veru tað minst gagnliga fyri samfelagið og er ein háð ímóti Føroya fólki. Ongin framburður liggur í niðurgrivnum pengum. Ella sum danir siga, den, der gemmer til natten, gemmer til katten.)
Vit eiga at fegnast um, at Føroya Banki nú er vorðin einskildur og kann mennast og vaksa í altjóða kapping. Heldur enn at steðga við einskiljingunum eigur enn størri ferð at verða sett á aðrar einskiljingar, ið liggja á láni.
Skal Løgtingið partú brúka kreftir upp á hesa søluna, sum nú er farin fram, hevði tað sømt seg betur at hugt eftir, um tað ber til at brúka eyka sølupeningin til at endurrinda teimum, sum veruliga komu illa fyri, okkurt av teirra tapum.
---
Eftir at danska fíggjareftirlitið hevði dømt øll føroysk virði niður í sand og øsku, kendu føroyskir myndugleikar seg kroystar at yvirtaka Bankan og seta tann pening í, sum tørvaði eftir virðismetingini hjá fíggjareftirlitinum.
Hús á bygd áttu eftir hesari meting ikki at verða sett í hægri virði (prís) enn 300.000 og í Havn ikki hægri enn 500.000 kr. At tey – bygd fyri 1,2 mió. kr. og meira – stóðu sum trygd fyri lánum upp á 7-800 tús. kr., minkaði so nógv um aktivini í bankanum, at hann – á pappírinum í hvussu so er – var insolventur.
Ræðumyndirnar um, hvat fór at henda, um Bankin bara var lýstur konkurs, gjørdu, at Bankin varð yvirtikin og ikki fekk somu lagnu sum Fossbankin.
Tað vísti seg, at nakað nógv var gjørt av við niðurskrivingunum av virðunum í føroyska samfelagnum, og landið fekk rættiliga skjótt síni innskot væl og virðiliga aftur.
Men at fáa bankan einskildan, t.e. at fáa hann aftur til fólkið, hevur víst seg at verið ein tungur burður.
Ikki fyrr enn á ólavsøku 2000 var politiska skipanin komin so langt, at løgmaður helt seg til at boða frá, at landsstýrið fór at seta kanning í verk at fyrireika møguliga einskiljing av almennum fyritøkum.
Einskiljingarálitið kom árið eftir, men ikki fyrr enn nú er bankin einskildur eftir leisti, sum Løgtingið hevur samtykt, men nú illa vil kennast við.
Tað tyktist alt umráðandi at bíða við einskiljingini, til vit høvdu fingið ein virðisbrævamarknað, sjálvt um hetta bara seinkaði einskiljingini. Uppskot vóru annars um at bjóða øllum føroyingum helvtina av partapeninginum til keyps fyri helvtar prís, og núsitandi løgmaður skeyt fyri nøkrum árum síðan upp at geva øllum føroyingum part av partapeninginum – fyri onki hugsi eg. Hann fekk ikki undirtøku tá, og nú er sjálvsagt ov seint.
Tungi og drúgvi vegurin skuldi partú veljast, og nógv kjak hevur nú staðist av, um skattgjaldarin nú fekk nóg nógv burtur úr søluni.