Í summum førum kunnu fólk, uttan at óttast, eta mat, sum annars skal eitast at vera ov gamal. Tað staðfesta tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Fólk verða alsamt meiri tilvitað um, hvussu skeivt tað er at tveita mat burtur, og sum tað sæst í eini grein fyrr í morgun, heldur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at tað er neyðugt at kann matoyðsl í Føroyum.
Men tey halda eisini, at tað er neyðugt at upplýsa og kunna fólk betur, og eitt sum tey serliga halda, at tað er neyðugt at kunna fólk um, er, hvat teir ymsu upplýsingarnar um haldførið á matinum, í roynd og veru, merkja.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur á heimasíðu síni, at tað er munur á, hvussu haldførið á matvørum er merkt, tí matvørur eru ymiskar og tað er eisini ymiskt, hvussu leingi tær halda sær.
Merkingin vísir um matvøran kann brúkast, hóast tað er farið út um dagfestingina á honum, ella um hann skal beinast burtur. Men hetta er sjálvsagt alt treytað av, at vøran er goymd við røttum hita ella kulda, og at innpakkingin er heil.
Men er maturin merktur við “Seinasti nýtsludagur” ella »Sidste anvendelsesdato« á donskum, skal hann altíð koyrast í skrell, tá ið farið er út um dagfestingina. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at álvarsligur heilsuvandar kunnu standast av at eta hendan matin, tá ið dagfestingin annars sigur, at hann er ov gamal. Í hesum føri kann talan vera um feskan høsnarunga, mailið kjøt, feskan fiskur, viðskera av ymsum slagið, og annað.
Men er maturin merktur við at hann “Heldur sær í minsta lagi til”, sum á donskum kann eita, »mindst holdbar til«, ella »bedst før«, er dagfestingin bara vegleiðandi. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hesin maturin kann saktans etast, bara hann luktar og smakkar sum hann eigur. Í hesum føri kann talan verða um mjólk, ost, rís, pasta, mjøl, og annað.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, fyri at sleppa undan at tveita góðan mat burtur í slíkum førum, eiga fólk eisini brúka sansirnar. Tað merkir, at fólk skulu kanna um maturin luktar sum hann skal, um hann sær út sum hann skal, og tey kunnu eisini vita um hann smakkar, sum hann skal. og ger hann tað, kann hann saktans etast.
Men tey leggja eisini dent á, at undir øllum umstøðum er treytin tann, at maturin er goymdur eftir forskriftunum, og at tað, sum skal goymast kalt, eisini verður goymt kalt.