Hvat helt áhoyrarin?

Bo Isholm, stjóri á Tórshavnar Musikkskúla:
Eg haldi, at tað var ein fín konsert. Eg haldi, at Eivør er sera djørv, tí at hon torir at spæla síni løg við nógvum ymiskum útsetingum. Hon hevur spælt løgini við klassiskum tónleikarum úr Íslandi, hon hevur spælt løgini við sínum egna guittara, og nú hava vit so hoyrt løgini við eini big band útseting. Tað var flott. Høllin á Læraraskúlanum hevur ein góðan aukustik, men er heldur lítil til eina so stóra konsert.

Brandur Enni, tónleikari:
Eg haldi, at tað var fantastiskt. Ljóðið í høllini var sera gott. Tað var ein góð samanrenning av góðum tónleikarum og Eivør. Tað sum ger Eivør so heilt fantastiska er, at ein situr við eini kenslu av, at nú fer hon ikki longur upp, men áðrenn tú veist av, sveimar hon oman fyri høga c´ið. Eg havi verið á konsert við Eivør fleiri ferðir fyrr, men eg verði altíð bergtikin. Tað er ótrúligt!

Jón Tyril, fyriskipari og tónleikari:
Nú eri eg kanska inhabilur, men eg sigi tað allíkavæl. Hatta var heilt ótrúligt. Eg lurti ikki nógv eftir jazzi, men hetta ljóðaði ólukksáliga væl. Hitin í teimum aukustisku ljóðførunum riggaði sera væl til hennara rødd og tónleik. Hon hevur 100% tamarhald á røddini, so handan konsertin var bara klassi. Ljóðið í høllini var svínagtiga gott.