Hvat hildu luttakararnir um ráðstevnuna?

Jensia av Steinum, pedagog, Dagstovnurin á Løgmannabreyt

Hvat hevur tú fingið burturúr ráðstevnuni?
?Eg havi heilt sikkurt fingið nógv gott burturúr. Tað er nógv blivið sagt, sum tú ikki hugsar um í gerandisdegnum. Men sum tú hevut gott av at verða mintur á.

Er tað tørvur á ráðstevnum sum hesari?
?Ja, tað er tað heilt sikkurt. Bæði fyri pedagogarnar og eisini fyri starvsfólkið. Hetta fær okkum at hugsa um, hvat tað egentliga er, sum vit ganga og gera í dagligdegnum.



Susan Hvidbro, pedagog, Frítíðarskúlin

Hvat hevur tú fingið burturúr ráðstevnuni?
?Eg havi heilt avgjørt fingið nógv burturúr. Man kennir til tilfarið, tí man hevur lisið bøkurnar, og tí er tað ógvuliga stuttligt at síggja og hoyra fólkini, sum hava skrivað tær. Og tað er avgjørt gott at verða mintur á, hvat tað er, sum vit hava lisið.

Er tað tørvur á ráðstevnum sum hesari?
?Ja, tað er tað so heilt avgjørt! Okkurt líknandi kann gott vera aftur skjótt.



Hildur Mikkelsen, starvsfólk, Dagstovnurin á Ternuryggi,
Billa Simonsen, pedagog, Dagstovnurin á Ternuryggi,
Birgit Dam Thomasen, pedagog, Barnagarðurin Vípan

Hvat hava tit fingið burturúr ráðstevnuni?
?Vit hava heilt sikkurt fingið nógv burturúr. Hetta hevur verið ógvuliga viðkomandi, við evnum, sum allatíðina eru aktuell. Vit blivu mint á, at vit hava ein stóran part av ábyrgdini fyri, hvussu børnini fara at verða, tá tey verða stór. Og tað er ógvuliga viktigt, at verða mintur á allatíðina. Vit hava eisini lært at skilja foreldrini eitt sindur betur. Tað er kanska eitt sindur spell, at foreldrini ikki eisini hava hoyrt hetta...

Er tað tørvur á ráðstevnum sum hesari?
Ja, tað er so heilt avgjørt! Vit hava allatíðina brúk fyri at síggja, hvat tað er sum vit gera, og hví vit gera tað. Tað er gott at seta fokus á hvat er rætt og hvat er skeivt. Og øll hava fingið nakað burturúr, bæði pedagogar og starvsfólk, tey úr Havn og tey av bygd.