Jonhard Eliasen
Skemtar Búskaparráðið?
Fíggjarnevndarviðgerð av fíggjarlógini fer fram í hesum døgum. Uppskotið til fíggjarlóg er rúgvusmik-ið og kann vera trupult at meta um, hvussu lógin virkar á búskapin. Fíggjarlógin er millum týdningar-miklastu amboðini í bú-skaparstýringini og er tí náttúrligt er, at fíggjarnevndin í hesum sambandi leitar sær ráðgeving hjá serkønum.
Viðgerðin av fíggjarlógini í Fíggjarnevndini er atkomulig á heimasíðuni hjá løgtinginum, og her sæst, at Fíggjarnevndin, sum vera man, eisini hevur leitað sær ráð hjá Búskaparráðnum. Hetta hendi á fundi tann 17. novembur, har formaðurin og skrivarin í ráðnum vóru á fundi hjá nevndini. Hesir flýggjaðu Fíggjarnevndini eitt skjal, sum lýsir hugsanir teirra um, hvussu búskaparpolitikkur skal førast.
Ivist í, um allir limirnir í Búskaparráðnum taka undir við tí, sum ført varð fram í Fíggjarnevndini, tí tilmælini, helst eru at rokna sum skemt ella tvætl, sum ikki skal takast í álvara.
Eru ráðini hinvegin meint í álvara - ella verða tey av politikkarunum tikin í álvara - er vandi á ferð.
Búskaparfall, arbeiðsloysi og fráflyting ongan týdning?
Búskaparráðið byrjar við at greiða Fíggjarnevndini frá, at ?pástandurin um ein negativan samanhang millum konjunktursveiggj og búskaparvøkstur er ikki rættur ? ella týdningarleysur?.
Onkur teori og empiri talar fyri, at samanhangur kann vera millum støddina á sveiggjunum og íløgunum í samfelagnum og harvið búskaparvøkstrinum. Onnur teori og empiri vísir minni greitt samband millum sveiggj og vøkstur.
Búskaparráðið setir seg í hásæti, sum alvitandi, og proklamerar at samanhangurin ?er ikki rættur ? ella týdningarleysur?. Við øðrum orðum: Tað ger einki um vit hava stóran vøkstur og inflatión í nøkur ár og síðan stóra minking í nøkur ár við fylgjandi arbeiðsloysi og fráflyting.
Búskaparráðið metir eftir øllum at døma, tað vera týdningarleyst at mæla politikkarum okkara til at seta sær sum mál at javna gongdina so frægt, sum hetta nú eina ferð ber til, tí búskaparvøksturin er eins stórur við sum uttan stór sveiggj.
Her verður einvíst fokuserað upp á búskaparvøkstur. Tað verður ikki grett orð um, at tað eru tey veikastu, sum verða rakt harðast av arbeiðsloysi í konjunkturniðurgongd og somuleiðis harðast av prísvøkstri á fastari ogn v.m. í konjunkturuppgongd. Hetta er, eftir øllum at døma, líkamikið fyri Búskaparráðið. Løgið, tí ráðið seinastu tíðina fleiri ferðir havt orðið ?rættvísi? við í greiningum sínum.
Løgin tilmæli
Búskaparráðið kemur nú við tilmælum sínum til Fíggjarnevndina.
1. tilmæli: Í tráð við omanfyrinevnda verður mælt til, at politikararnir ikki føra aktivan konjunkturjavnandi politik.
2. tilmæli: Síðan verður ført fram, at búskaparráðið ikki er samt við fíggjarmálastýrið og landsbankan.
Má viðganga, at hettar er margháttligasta tilmæli eg enn havi sæð ... at mæla Fíggjarnevndini til, at Búskaparráðið ikki er samt við ein ella anna ...
Hvat ósemjan snýr seg um er mær ein gáta. Dugi heldur ikki at síggja, at fíggjarnevndin kann fáa gleði av hesum ?tilmæli? í samband við stórarbeiði sítt við at fáa fíggjarlógina arbeidda ígjøgnum.
3. tilmæli: Her verður ført fram, at undirskot á gjaldsjavnanum als ikki er til sum trupuleiki, og als ikki er neyðugt at hava atlit til gongdina á gjaldsjavnanum, tá fíggjarlógin verður løgd til rættis.
Tá ið fíggjarpolitikkur í ymsum londum verður greinaður av OECD, IMF, ECOFIN og øðrum fakligum stovnum, er gongdin á gjaldsjavnanum eitt týdningarmikið mát, sum hugt verður eftir, fyri at meta um, í hvønn mun ov stór ferð er á búskapinum ella ikki. Talan er ikki um nakað absolut mát í hesum føri, men mett verður um, um talan er um vandamikið yvir- ella undirskot. Eingin tosar um beinleiðis at stýra gjaldsjavnaúrslitinum sum so; hetta er jú líka so høpisleyst sum einans at royna at lækka fepurin hjá einum sjúkum.
Búskaparráðið greiðir hinvegin fíggjarnevndini frá, at tað at taka fyrilit til gjaldsjavnan er ?avoldað?. Hvør skal siga: ?Koyri bara fulla ferð á búskapin við fíggjarlógini og vaksi um handilsjavnaundirskoti í stórum, tí ongir skuldartrupuleikar standast av hesum.?
4. tilmæli: ?Nýtsla av fíggjarpolitikkinum til konjunkturstýring eigur ikki at útilokast...?
Her er talan um andsøgn til tilmæli 1, har mælt verður frá konjunkturstýring.
5. tilmæli: ?Høvuðsendamálið við fíggjarpolitikkinum eigur at vera at skaffa inntøkur til landskassan til fígging av teimum útreiðslum, sum politikkararnir áseta, at landskassin skal hava?.
Hvat merkir nú hettar?
Inntøkurnar eru í uppskoti til fíggjarlóg komandi ár umleið 700 mió kr størri enn útreiðslurnar, tvs., at tær í tráð við tankagongdina hjá Búskaparráðnum eru alt ov stórar til at fíggja útreiðslur landskassan. Mælir Búskaparráðið við hesum til, at givin verður ein skattalætti upp á 700 mió kr? Ella at útreiðslurnar hækka 700 mió kr?
6. tilmæli: At enda kemur Búskaparráðið til tilmæli, sum bæði fíggjarnevndarlimir og onnur hava hoyrt so mangan. Talan er um ymisk strukturpolitisk tiltøk, sum ikki hava bein-leiðis samband við arbeiði við at gera fíggjarlóg.
Hví vil Búskaparráðið ikki viðgera fíggjarlógina?
Hóast tað var fíggjarlógaruppskot fyri 2001, sum var til viðgerðar á fundinum millum Búskaparráðið og Fíggjarnevndina, so er lítið, sum bendir á, at Búskaparráðið hevur givið nøkur ráð um hetta málið, í øllum førum í skrivliga tilfarinum, sum er tøkt.
Gjaldstovan hevur seinnu árini gjørt stórt arbeiði fyri at skapa grundarlag fyri, at búskaparfrøðingar - eitt nú í Búskaparráðnum - skulu kunna gera kvalifiseraðar greiningar av, hvussu landskassin ávirkar búskapin. Ein stórur partur av hesum áhugaverda tilfari er tøkt á alnótini, og um formaðurin og skrivarin høvdu áhuga í serligum talgrundarlagi, skuldi ikki verið langt niðan á gjaldstovuna eftir hesum.
Men lítið er, sum bendir á, at Búskaparráðið hevði áhuga í at veita fíggjarnevndini ráðgeving um málið, sum var til viðgerðar. Ein lítil glotti hómast tó í einari passagu, har Búskaparráðið nevnir ganda-orðini ?automatiskir sta-bilisatorar?. Men hvat hett-ar merkir, og hvussu hesir verða funnir í fíggjarlógini er loyndarmál, sum ráðið ikki kemur nærri inn á.
Samanumtikið
Sera løgin og ørkymlandi búskaparpolitisk ráðgeving.
Royndin hjá Fíggjarnevndini at ogna sær ráð um fíggjarpolitikk frá Búskaparráðnum minnir ikki sørt um mannin, sum fór inn í krambúð at keypa sær kumpass til bátin hjá sær. Slík var ikki til keyps og útafturkomin í mjórkan raknar neyðardýrið við og sær, at hann hevur latið seg lokkað til at keypa einar sólbrillur í staðin.