Kristian Lamhauge
-----
Minnist eldru tíðina, tá Sjúkrakassi var til. Tú valdi sjálvur hvørja skipan tú hevði hug at vera í. Eg var ungur tá og hevði sjálvandi ongar pengar. Gjørdist eg sjúkur, so skuldi eg nokk finna útav tí. Ein fín loysn. Hugsi um tey ungu í dag, sum eru í peningaloysi.
Javnaðarflokkurin við Kristian Magnussen á odda fann« loysnina: Vit gera eina lóg, sum sigur, at øll, bæði ung og gomul gjalda sama sjúkrakassagjald. Vart tú 17 ár ella 85, líkamikið. Øll skuldu gjalda sama prís.
Órættvíst, haldi eg. Tey ungu eru sjáldan sjúk. Hesi, ofta lesandi , hava ongar pengar. Tey eldru hava ofta brúk fyri meira hjálp. Tað kann vera medisin o. a.
Moralurin er, at Javnaðarflokkurin trumlar lógir ígjøgnum, so øll verða rakt. Fyri nógv órættvíst. So fýrkantað.
Nú snýr tað seg um kringvarpsgjaldið. Sama støða. Fyrst var tað fundamentalt skeivt, meini eg, at leggja útvarp og sjónvarp saman. Tveir stovnar, sum hava hvør sítt virksemi.
Hevði tú sjónvarp, skuldi tú tú gjalda sjónvarpsgjald. Náttúrligt. So trumlar Javnaðarflokurin aftur. Nú skulu øll húsarhald gjalda sama prís.
Útvarpið, í míni verð, er besti tíðindastovnur í Føroyum. Sjónvarpið er, sum eg og onnur halda, ein óneyðugur miðil. Eg og nógv onnur eru útvarpsnarkomanar. Vit lurta eftir tí í døgndrift. Vit fáa alt føroyskt at vita.
Sjónvarpið kemur slongjandi aftaná. Ofta gomul tíðindir.
Nú kemur tað ringasta: Meðan Útvarpið »sum regul« klárar seg sjálvt, so eru altíð problemir við sjónvarpinum.
Fólk verða nú hótt við uppsagnum. Har mangla altíð pengar. Líkamikið, hvat tú sprænir í hendan stovn, so manglar allíkavæl.
Flestu føroyingar hava parabol og fáa útlendsku tíðindini haðani. Hvat viðvikur føroyskum tíðindum, tá er Útvarpið altíð har.
Hvat við at sløkkja Sjónvarp Føroya?
Til Axel Johannesen: Halt teg vekk frá fólksins peningapungi. Lat tey sjálvi »bestemma«, hvat tey vilja hava.
Klárar Sjónvarpið seg ikki, so lat tað fara.
Fá fara at sakna hendan peningaslúkan.