TAÐ hevur eisini undrað mong, at formaðurin í sambandsflokkinum nú í longri tíð hevur brúkt so nógvar kreftir uppá at leggja eftir hinum andstøðuflokkinum, Javnaðarflokkinum. Hví hevur hann ikki heldur brúkt tíð og orku uppá landsstýrið verður spurt? Um so er at formaðurin í Sambandsflokkinum bara hugsar taktiskt og brúkar alla orkuna uppá at fáa hendur á nøkrum av sambandsatkvøðunum í Javnaðarflokkinum, so er øll orsøk til at tala at. Tí hóast ein flokkur sjálvur hevur brúk fyri at ?hugsa um atkvøðurnar?, so má tað vera eitt minstakrav til ein demokratiskt valdan flokk, at hann rekur politikk heldur enn at reka taktikk.
SAMBANDSFORMAÐURIN átti eisini at vitað, at tað tænir neyvan einum møguligum framtíðar samstarvi við Javnaðarflokkin at gera hann til skotskivu í einum og øllum. Hetta hava vit sæð Sjálvstýrisflokkin gera nú í eina tíð, og hetta fer ein tileinkisgjørdur Sjálvstýrisflokkur helst eisini at kenna sviðan av eftir næsta val. Ikki tí - flokkar eiga ikki undan einum vali at avskriva samstarvsmøguleikar. Men kortini má sigast, at Sjálvstýrisflokkurin hevur borið seg ómetaliga skitið og ljótt at móti Javnaðarflokkinum síðani síðsta val. Spurningurin er tí, um Sambandsflokkurin ætlar sær at halda fram at ganga í fótfetum Sjálvstýrisfloksins við tess hetz móti Javnaðarflokkinum.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur valt at lurta og geva sítt íkast til ein framtíðar útvikling á tí ríkisrættarliga økinum. Og tað er rætt, hóast tað uttan iva eisini eru ymiskar meiningar millum javnaðarfólk um hesa gongd. Men flokkurin hevur so valt at hugsa um politikk heldur enn um taktikk. Og tað kundi eitt nú sambandið lært av.