Hvat ynskir tú tær í jólagávu?

Ein undirsjóvartunnil kanska? So ert tú ikki øðrvísi enn tey flestu. Sandoyingar hava fingið gávukort uppá sín, meðan fólk á Hesti hava fingið vónina aftur. Eysturoyingar ganga og bíða eftir sínum tunnli, ið skal hava rundkoyring og fara upp á Strondum og við Toftavatn

Eisini verður tosa um tunnil til Suðuroyar, tá skal Skúvoy nok eisini takast við. Eisini verður tosað um undirsjóvartunnlar millum onkra av Norðoyggjum og so mugu vit ikki gloyma hann út í Nólsoy til nýggja altjóða flogvøllin!

“Halló!” Er tað onging sum vaknar? Er tað ongin, sum kann sláa kalt vatn í blóðið og síggja, at loysnin fyri føroyska samfelagið er ikki bara at gera ein undirsjóvartunnil!

Vit eru 48.000 fólk, og framskrivingar hava víst, at vit skulu ikki vænta tann stóra fólkavøksturin. Hvussu skulu vit kunna klára okkum, um vit binda fíggjarlógina niður í 10 tals av árum, fyri at gjalda undirsjóvartunnar til næstan hvørja útoyggj, tí vit skulu reka útoyggjapolitikk?

Eg hevði ynskt, at vit kundu bundið allar Føroyar samman, so livdu vit lukkuliga “til vores dagers ende”, men soleiðis er bara í ævintýrum. Okkara polittikkarar hava skyldu til at liva í veruleikanum og taka avgerðir, sum eru øllum at frama. Hvat við øllum teimum tunnlunum og vegastrekkjunum, sum vænta at verða hildnir við líka? Og ikki at gloyma allar tær menniskjalagnur í Føroyum, sum líða undir, at vit ikki hava nóg góðar skipanir, sum tryggja teimum virðilig kor?

Vit sum eiga børn vita at í hesum jóladøgum, ynskja børnini sær mangt og hvat, og ikki ber til at geva teimum alt tey ynskja sær. Men vit royna at gera okkara besta fyri at geva teimum eina gávu, sum ikki fer at koppa húshaldinum. Tí vit skulu eisini klára at liva í 2008.

Góðu tit menn og kvinnur, ið eru vald til at umsita hetta land, vit kunnu ikki gera alt, men vit kunnu gera nakað og loysin eitur ikki “altíð” ein undirsjóvartunnil