Hveppa seg við at gera fleiri sár í náttúruna

Klaksvíkingar vilja hava meiri grót, men skal grótbrot vera í Torvadali, ella skal grótbrot gerast á havbotninum, ella skulu tunlar borast í fjallið við Norðhavnina?

Í býráðnum í Klaksvík verður nú arbeitt við at finna eitt pláss, har tað ber til at gera eitt nýtt grótbrot.

 

Grótvirkið á Strond er nú niðurlagt, og maskinur og útgerð eru flutt niðan á ídnaðarøkið við Borðoyarvík, har arbeitt verður við at gera økið klárt til vinnuøki.

 

Hinvegin halda tey í býráðnum, at skal býurin mennast, má kommunan hava eitt grótbrot og nú skulu kanningar gerast fyri at vita, hvar tað er best at leggja eitt nýtt grótbrot. Men eitt grótbrot merkir eisini arbeiðspláss og tað merkir inntøkur ístaðin fyri at keypa grót aðrastaðni.

 

Á seinasta býráðsfundi í Klaksvík varð staðfest, at tað er torført at finna eitt øki til grótbrot, sum ikki fer at liggja sum eitt opið sár og skemma náttúruna.  

 

Men samstundis varð upplýst, at besta staðið at leggja eitt nýtt grótbrot, er í Torvadali. Talan er um tann partin av Torvadali sum kallast Líðarhagi, sum er frá ánni og eystureftir, ella út eftir víkini. 

 

- Dalurin liggur soleiðis fyri, at hann ikki sæst frá bygdum øki, samstundis sum um at tað er lutfalsliga lætt er at koma til. Fundur hevur verið millum kommununa og bóndan og hann er sinnaður at fara samráðast um málið.

 

Men tað eru fleiri býráðslimir, sum ivast í hesum, tí teir hveppa seg við at gera fleiri greflig sár í kommununa og tí halda teir, at í roynd og veru er tað ein stór avgerð at taka, hvar eitt grótbrot skal vera.

Í hesum sambandi hugsa býráðslimir um grótbrotið Norðuri við Strond og úti á Bumshamri, har stór sár standa eftir grótbrotini har.

 

Og teir halda, at býráðið eigur at tora at hugsa nýggjar tankar. Onkur býráðslimur skjýtur upp at bora tunlar inn í fjallið við Norðhavnina og at útvega grót haðani. Ein annar møguleiki, sum varð nevndur, er at spreingja grót á havbotninum og at taka tað upp, tí tað hevði heldur ikki sæst.

 

Nú hevur so býráðið samtykt at arbeiða víðari við málinum. Í hesum sambandi skal ein kostnaðarmeting fyri at leggja grótbrotið í Torvadali, umframt at umhvørvisárinini skulu kannast. og tá ið tað er liðugt, skal tað so aftur samtykkjast í býráðnum.