Hvessingur á FM kós

Suðuroyingarnir vunnu sannførandi sigur, og kappingin um næstfremsta plássið var sera stór

Í dag var tað einki, sum hefti fyri suðuroyingunum, ið manna Hvessing. 6-mannafarið við suðuroyingunum var mest sum allan teinin undan hinum. Hóast Jarnbardur, Rádni og eisini Tvørabáturin høvdu hug at bjóða av, og tað í endaspurtinum varð tættari, enn tey hevði verið, so var Hvessingur greiður vinnari.

Sigurin ber við sær, at Hvessingur nú er fimm stig undan næsta kappingarneytanum, sum er Jarnbardur, sum í dag var næstfremstur. Seinastu ferðirnar hava Hvessingur og Páll Fangi úr Klaksvík togast um fremsta plássið. Í dag luttók Páll Fangi ikki.

 

6 mannafør menn
1Hvessingur04:32.02  
2Sølmundur04:33.24  
3Jarnbardur04:34.00  
4Rádni04:34.04  
5Tvørabáturin04:35.23  
6Lómur04:37.22  
7Gongurólvur04:41.21  
8Smyril04:42.24