Fløggini í Hvalvík og í Streymnesi vórðu drigini í húnarhátt týskvøldið, og hevði tað borið til at drigið tey longur upp enn í fulla stong, so hevði tað verið gjørt, tí á ólavsøku gekk so væl hjá 6-mannafarinum í kommununi, sum tað kundi. Bæði kvinnurnar og menninir vunnu. Í báðum førunum var kapping í eina góða løtu, og í báðum førunum bar treystleikin sannførandi sigrar við sær á síðsta teininum.
Hørð kapping
við Jarnbard
Tað sá annars ikki so ógvuliga bjart út hjá kvinnunum umborð á Hvessingi ta fyrstu løtuna. Tær kappaðust við Jarnbard um FM heitið. Í startinum leyp Jarnbardur avstað, og tað var heilt skjótt, at hann var eina hálva bátslongd undan hinum bátunum. Men so fótaði Hvessingur sær, tann hálva bátslongdin tók at minka, og tá bátarnir nærkaðust Molanum lógu teir stavn um stavn. So stóð fast eina løtu, men tá Hvessingur fekk stavnin framum, mistu tær ikki takið aftur.
Tær umborð á Jarnbardi royndu at svara aftur við at fara tíðliga undir endaspurtin, og munurin minkaði til lítið og einki, men tá Hvessingur svaraði aftur og tóktist at draga frá, minkaði vónin umborð á Jarnbardi, um at tað fór at bera til, og so gjørdist munurin millum bátarnar, sum kappaðust um FM, ein heil bátslongd, og á síðstu metrunum smoygdi Lómur av Argjum sær framum Jarnbard.
Umborð á Hvessingi vóru tað tvær, sum í fjør vóru við til stóra vónbrotið at tapa ólavsøkukappingina og harvið FM heitið til Jarnbard. Saman við fimm nýggjum rógvarum kunnu vit siga, at tær endurvunnu ólavsøkusigurin og FM heitið frá 1996.
Jarnbardur vann FM í 1995 og í 1997, og báðu ferðirnar vunnu tær eisini á ólavsøku, so tað sær út, sum um manningarnar á hesum báðu bátunum skiftast um!
Vónin brast
Gongurólvur vann á vestanstevnu, og í Havnar Róðrarfelag høvdu tey stórar vónir um, at tær umborð á 6-mannafarinum fóru at bjarga felagnum ein ólavsøkusigur.
Soleiðis tørnaði tað ikki út. Gongurólvur fekk ein vánaligan start, og tær komu ongantíð burtur av fjórða plássinum.
Stór kapping
Kappingin millum 6-mannaførini, mannað við monnum, líktist nógv kappingini millum 10-mannaførini á tann hátt, at vinnarin var sannførandi, meðan tað var stór kapping um tey næstu plássini.
Sølmundur, Kollfirðingur og Snopprikkur lógu væl fyri leingi, og tá hálvur teinurin var rógvin, var tað Sølmundur, sum var fremstur.
Hvesssingur hevði tikið leiðsluna, tá bátarnir komu á Molan, og munurin var skjótt ein hálv bátslongd aftur til Gongurólv.
Snopprikkur var tann fyrsti at fara undir endaspurtin, og FM vinnarin át seg eina løtu inn á Hvessingin, men tá teir svaraðu aftur, tóktust tað sum greið boð um, at teir høvdu fult tamarhald á støðuni, og so datt Snopprikkur aftur á triðja plássið, aftanfyri Gongurólv.
Í hesari kappingini var munurin aftur til teir aftastu bátarnar so mikið lítil, at tað kann ikki sigast, at nakar smokkaði burtur ímillum.
FM heitið var tað fyrsta hjá Snopprikki, sum framvegis eigur fyrsta ólavsøkusigurin á. Hvessingur hevur vunnið fimm ferðir áður á ólavsøku ? í 1977, 1978, 1988, 1989 og í 1997, tá teir vunnu allar seks róðrarnar.
jh