Hví er jørðin rund?

Seinast í novembermánaði í fjør fóru teir fimm vinmenninir Svein W. Rasmussen, Mass Hoydal, Magnus Samuelsen, Theodor E. D. Olsen og Dánial Hoydal at fjakka í Suðuramerika, og væntandi gongur leiðin seinni til tær Karibisku oyggjarnar.

At ferðast er at velja

Hví er jørðin rund? Hesin spurningurin er helst næstan líka gamal, sum hví grasið er grønt, men eftir at hava ferðast í tríggjar mánaðir hinumegin Miðkringin, halda vit okkum hava funnið svarið: Tað er sjálvandi tí, hon er til at fjakka á!

Sum limir í tí sonevnda ?zappara-ættarliðnum?, hvørs møguleikar innibera val, sum eingin ungdómur hevur havt undan okkum, settu vit seinast í novembermánaði kósina í ein útsynning. Málið var tann stóri heimsparturin Suðuramerika.

Tí hóast hugtakið ?at zappa? oftast verður tengt at sofabundnum sjónvarpshyggjarum við fjarstýring í aðrari hondini og onkrum krási í hinari, ber so sanniliga eisini til at zappa fólk og tjóðir - og tað er hendan møguleika og hesi val, sum ungfólk úr øllum heiminum hava og gera við at fara útí heimin og ?bryna sær blánan? - víðka sjónarringin og veruliga varnast, at jørðin ikki er læst av einum miðkringi ella politiskum mørkum, men at hon er rund, sum Galilei & co. vildu vera við.


Størsti føroyski býurin

Seinast í novembermánaði fóru vit fimm so úr Føroyum.

Millum øll klemmini og mussarnar á Farstøðini kundi ein pápi ikki bara sær at lilja ?eingin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða?, og meðan hetta kvæðaørindi fekk meira og meira at siga í høvdinum, flugu vit fyrst niður til Keypmannahavnar. Helst tann størsti føroyski býurin í dag, hóast hann enn ikki er vorðin høvuðsstaður, og eisini nyttu vit høvið at heilsa upp á fleiri kendar ?asfaltføroyingar?.

M.o. vitjaðu vit tónleikabólkin MC-Hár, sum lótu okkum hoyra brot úr teirra júst útkomnu tónleikaútgávu, ið nokk skal øsa og skaka har heima. Eisini nýttu vit møguleikan at síggja teir nýggjastu skandinavisku biograffilmirnar, sum ikki verða vístir í Føroyum við tí grundgeving, at føroyingar ikki tíma at hyggja eftir norðurlendskari filmslist.


Bestseljari við báðum beinum á jørðini

Danski høvuðsstaðurin hevði nóg illa fingið síni mongu eygu, tá ein ?byrjandi býur bjóðadi okkum ein góðan dag?, og leiðin gekk út í floghavnina í Kastrup. Vit vóru sostatt farnir tíðliga til songar í mun til kvøldini fyri, so hendan morgunin kundu vit ikki reypa um nakað virkisfýst náttarlív.

Men kanska var hetta líka so gott, tí sessaðir í flogfarinum, varnaðust vit, at har sat sjálvur meistarin handan ?Fortællinger om natten?, heimsgitni rithøvundurin og pápi hana sjálva, Smillu, Peter Høeg.

Hann er kendur fyri ikki at gera nógv hóvasták burtur úr sær sjálvum, og tá eitt nú altjóða Sosiala Ráðstevnan var í Keypmannahavn fyri hálvumtriðja ári síðani, var Høeg tann einasti danin, sum tann amerikanska forsetafrúan, Hillary Clinton ynskti at hitta. Men hetta var sum at leita eftir nálini í tí tiltiknu sátuni, tí hann var torførur at fáa fatur á.

Men hóast maðurin sigst at vera vorðin millióningur av sínum bestseljarum, fleyg hann kortini við báðum beinum á jørðini á ferðamannaklassa, eins og fjakkararnir úr Føroyum, og vit fingu givið hvørjum øðrum nøkur góð ráð har í hæddunum.


Vandamikið portur

Eftir at hava verið á flogi og sæð sólarris í fleiri tímar, lendu vit í milliónabýnum Rio de Janeiro.

Nógv er sagt og skrivað um hendan staðin millum ár og dag. Sjálvir siga brasiliubúgvar, at ?Gud skapti heimin í seks dagar, tann sjeynda ognaði hann Rio?. Ein italskur statsmaður tók einaferð so dýran til við at siga, at ?hon (Rio) er vøkur sum ein kvinna?. Men hóast hesin býurin eisini er vakur í støðum - meira enn so - er munurin millum rík og fátøk øgiligur, og ein má serliga ansa sær á tí fyrsta túrinum av flogvøllinum og heim á hotellið. Rio er nevniliga eitt av portrunum inn í sjálvt meginlandið, og ofta eru ferðafólkini óroynd á hesi farleið. Hesum vita lummatjóvarnir og hýruvognsstjórarnir sjálvandi av, og í øllum førum vóru hesir seinnu sum ravnur um deyðseyð, um tey bleiku og eftir teirra meting helst múgvandi ferðafólkini úr Europa.

Ein má ansa eftir øllum, ein ber uppi á sær, men við tíðini venur ein seg við at bera øll tey týdningarmiklastu skjølini næst tí allarheilagasta ? ótrúligt, sum undirbuksurnar kunnu innrættast til eitt heilt bureaukrati, men tað ber til.


Munur

Men eftir ein drúgvan biltúr framvið býarvíddunum við biddarum og betongblokkum vóru vit á gistingarhúsinum, og skjótt komu vit í samband við onnur ungfólk. Hesi vóru úr Sao Paulo, og var hetta eisini fyrstu ferð, at tey vitjaðu í Rio. Har skuldu tey møta til nakrar upptøkuroyndir til tess at sleppa inn á fróðskaparsetrið.

Flestu teirra ætlaðu at lesa medisin, og afturvið eini hálvroyktari ?Camel? søgdu tey hesar royndir vera eitt sindur av einum nálareyga. Útbúgvingarskipanin er nevniliga ein heilt onnur enn tann, vit eru von við, og kappingin um plássini er náðileys.

Sostatt vóru tað umboð úr yvirklassanum, vit hittu hetta kvøldið á hotellbarrini, men Rio hevur sum sagt nógvar streingir, hóast bert fáir sleppa at darra, og enn færri tykjast tónleikararnir at vera, ið sleppa at spæla.

Tí tvey orð, ið lýsa hendan býin væl, eru strongd og stættarmunur. Millum tær fúkandi stressmappurnar, síggjast biddararnir, ið bert eiga armin sum kodda á teimum dálkaðu gøtuhornunum. Minti ikki sørt um Menniskjasonin á sinni, ið ikki átti nakað at halla høvur á. Hesin stendur eisini við útrættum ørmum og lítir oman yvir milliónabýin. Kristusstandmyndin, sum stendur 700 metrar oman fyri vatnskorpuna, telist millum heimsins kendastu statuur og listaverk, og er hjá nógvum sjálv ímyndin av Rio.


Oasan í býarrokinum

Men tað eru strendurnar so sanniliga eisini. Copacabana var eitt stað, sum vit annars bert trúðu fanst í ferðavinnufaldarum, men hagar fóru vit. Busstúrurin var sum ikki einaferð í hesum stórmeldrinum skundmikil og merktur av nógvari ferð og eftir okkara tykki púra skilaleysari koyring.

Men soleiðis hóreiggja busssjaufførarnir í Rio sær, og kanska er neyðugt at troðka í einum staði, har 12 milliónir búgva og økið um at fara er eins stórt og Danmark.

Og var ferðslan ein dystur við speedaran, albogarnar og tíðina, so var tað á strondunum, at fólkið tók sær av løttum.

Stórar vóru tær, og meðan vit gingu framvið teimum leikandi og stundum ógvusligu og nøsku aldunum, og tá vit ikki hugdu eftir Cariocakvinnunum, sum í Rio eru kendar fyri teirra evarska lítlu bikini, varnaðust vit, at skuggarnir av okkum ikki vóru eins stórir og teir, vit kastaðu av okkum heima í Føroyum. Klokkan var nevniliga tríggjar minuttir í tólv, og vit vóru staddir ikki so langt sunnan fyri Miðkringin.

Ein góður túrur á strondini, hóast ein sum norðbúgvi eigur at ansa eftir sær sjálvum og sólini. Onkur helt fyri, at tað er heldur ivasamt, hvussu strendurnar í Rio høvdu riggað sum hvalvágir, men ?The Girl From Ipanema? verður í øllum førum ongantíð aftur bara ein bossanovaklassikari.


Mistu høvuðsstaðin, men hjørtuni vóru eftir

Jú, tað ber til at stuttleika sær í Rio, og stuttleikavinnan bleiv eisini aðalinntøkukeldan hjá býnum eftir 1960, tá býurin misti heitið og funktiónina sum høvuðsstaður.

Uppgávan at hýsa stjórnini bleiv flutt longur inn í landið, og frá at hava verið miðdepilin í tí brasilsku tilvitanini, bleiv Rio formelt bara eitt tráað ferðamannamál, og hesin nýggi samleiki bleiv ikki smoygdur oman yvir stoltleikan hjá Riobúgvum eftir einari løtu.

Men í dag ugga teir seg við, hóast formalitetirnir eru vorðnir realitetir, og at Riobúgvar heldur vildu átt høvuðsstaðin enn tænt turistum, at politikkararnir, sum fluttu til núverandi høvuðsstaðin, Brasilia, lótu hjørtu teirra vera eftir í Rio.


Eitt blandað Brasilia

Men Rio er eisini annað enn strendur og stuttleiki. Býurin hýsir eisini nógvum byggifrøðiligum sjávirðum. Eitt nú vitjaðu vit í eini kirkju, hvørs byggistílur mest var átøkur einum Mayatempli, hóast tey katólsku eyðkennini og ikki minst siðirnir vóru eyðsýnd.

Eitt gott dømi um hvussu blandað og margbroytt land, Brasilia er. Har finnast allar rasur av fólki, men kortini hevur rasisma ikki góð gróðrarlíkindi í hesum stóra landinum. Orsøkin er helst tann, at tað er ov torført at taka dagar ímillum fólkasløgini, av tí at tey eru so margbroytt.

Men er støðan viðvíkjandi tí etnisku toleransuni í lagi, fingu vit tó eina sprelllivandi smakkiroynd av tí suðurlendska blóðinum, tá tað eftir stuttari løtu kann fara upp at kóka av smálutunum, gerandisdagurin hevur at borðreiða við. Men tá vóru hitastigini eisini oman fyri tey tríati.

Ein dagin vit gingu og spákaðu oman eftir og niðan eftir fjakkaratúni í tí klassabýtta meldrinum í Riogøtum, kom av eini hvørjari orsøk klandur í millum ein mann til gongu og ein taxasjauffør. Hin fyrri sló síðan hart á forrútin, og bilstjórin gjørdi ikki mætari enn at leypa út úr hýrivogninum og hótti við onkrari metalstong, ið mest líktist einum róðurlási. Men skjótt lupu einir fýra løgreglumenn upp í leikin, hildu sjaufførinum, og ferðslan slapp at halda fram.

Jú, Rio er Rio, og eftir nakrar dagar í býnum vistu vit, at tað er annað enn tann víðagitni dionysiski karnevalsandin, ið kann taka fólk úr Rio av ræði.


Føroyingar í frægum vindi

Síðani gekk leiðin til ein annan milliónabý, nevniliga høvuðsstaðin í Argentina, Buenos Aires, ið merkir ?teir frægu vindarnir?. Longu umborð á flogfarinum sóu vit, at her var talan um eitt heilt annað slag av stórbýi. Lá Rio de Janeiro, Januaráin, millum fjøll, vóru tær veldugu og fløtu víddirnar í Buenos Aires mest at líkna við stjørnuhimmalin undir okkum hesa náttina. Ein sera væl struktureraður býur.

Mannagongdin á flogvøllinum, sum vit nú høvdu vant okkum við, gekk uttan roks, og uttan fyri sóu vit okkara fyrsta kakerlakk á ferðini. Plagar at vera eitt tekin um seiglívaða tilveru.

Lupu síðani í ein taxabil, og eftir at hava kjakast dúgliga við sjaufførin um hvør skuldi gjalda bummpengarnar tær tvær-tríggjar ferðirnar teir komu fyri, ið ikki minti sørt um kjakið um undirsjóvartunnilin, vit um sama mundið lósu um í internetSosialinum, komu vit til hotellið, og nú kundu vit byrjað eitt handrit, sum David Lynch óivað hevði fingið eitt sindur burturúr.

Komnir innar sita tveir mans, sum eru komnir væl til árs og hyggja eftir einum hálvfúlum og stunandi filmi. Eingin sigur nakað, og einki hoyrist í tí lítla rúminum við teimum gráu veggunum, ið bert eru skrýddir við smakleysum, kitchutum bíløtum, uttan stunið frá tí eymkandi, men nøgdu kvinnuni á skíggjanaum.

Annar maðurin, sum sat hinumegin diskin ? hin sat í sofuni ? var eftir øllum at døma tann, ið vit skuldu venda okkum til. Ein langur gráhærdur maður við síðum, feittutum heintihári. Ásettu breyðbitarnir, ið skuldu gøða hann í tí myrku náttini, lógu sløddir á borðinum, og so byrjaði tann seigligi, gamli gubbin at vísa okkum, hvar vit skuldu skriva okkara nøvn og passnummur. Ein farri av ófrættadámi setti dám á løtuna og føroyska prátið okkara millum, og onkur byrjaði at syngja eitt av teimum óhugnaliga ørindunum úr ?Hotel California?.


Føldu okkum heima

Men slíka móttøku venir ein seg við, og eftir at hava sovið væl og vaknað upp til ein nýggjan bý, kundu vit ikki siga annað enn: ?fínar greyir!?

Tað var nevniliga ikki bert úr erva, at Buenos Aires var øðrvísi enn Rio. Vit fingu rætt í okkara fuglaperspektiverandi metingum, at her var talan um ein munandi øðrvísi infrastruktur og byggistíl. Minti einamest um gongugøturnar í Skandinaviu, hóast býurin verður kallaður tann ?suðuramerikanski París?.

Her var ein heilt onnur atmosfera, og strongd gjørdist næstan eitt fremmandaorð, men so var kostnaðarstøðið eisini hareftir.


Gavtjóvar

Men tað, ið hugtók mest hendan fyrsta dagin, var ein endaleys hesta- og oksagonga. Her vóru arbeiðshestar, elegantir hestar og ponystøddir. Á teimum flestu sótu reiðfólk í øllum aldri í fínasta skrúði. Ein flott sjón!

Eftir at hava spurt okkum fyri og varnast plakatirnar, ið boðaðu frá hesum tiltaki, funnu vit út av, at hetta var tann árligi dagurin hjá ?gaucho?unum?, ið vóru teir gomlu cowboyararnir í Argentina. Og eftir at hava frætt um teirra mentan, lívsstíl og pløgg, er cowboyhugtakið alt annað enn lættisoppafatanin hjá John Wayne av hesum niðursetumonnum.

Sum í øllum øðrum samfeløgum við nógvum býum, hevur tað argentinska romantiserað teirra jarðararbeiðsmenn og íspunnið glæstrisøgur um teirra tilveru. Í dag eru gauchoararnir sjálv ímyndin av øllum tí, ið tann ?civiliseraði? maðurin ikki hevur. Gauchohugtakið hevur við tíðini fingið fleiri og fleiri týdningar og virði hongt upp á seg, og súmboliserar í dag bæði eina stolta frælsiskenslu og vantandi virðing fyri myndugleikunum. Hesir kláraðu jú at koma undan á teimum veldigu argentinsku pampavíddunum.

Men sjálvandi eru hesar søgur ikki komnar fyri seg, fyrr enn tann síðsti rættiligi gauchourin var lagdur undir grønutorvu. Tí hóast tú í dag kanst síggja reiðmenn við stórum svørtum hattum og vevaðum indianskum sjallum, eru hetta bert leivdir frá einari mentan, ið hvarv endaliga fyri einari øld síðani.


Upprunin

Tá ið spaniólarnir gjørdu teirra fyrstu innrásir í syðra partin av heimspartinum, kom tað meira enn so fyri, at einstaklingar flýggjaðu undan sínum landsmonnum inn í sjálvt landið og livdu síðani saman við upprunafólkinum. Hesir kundu í summum førum vera brotsmenn og deserteraðir hermenn.

Teir mentu so teirra lívsstíl, ið ikki minti sørt um tann hjá nomadum. Tamdu villar hestar, so til bar at ríða á teimum og slaktaðu neyt, ið vóru vilst úr býunum. Roðini býttu teir so um við brennivín og tað lokala teið, mate, sum í dag fæst á hvørjum gøtuhorni og krambúð í Suðuramerika.

Men sum sagt fekk hetta lívið á teimum argentinsku pampa?unum ein enda. Tey, sum búðu í býunum, høvdu ongantíð dámt hetta fjakkandi fólkið á landinum, og seinast í 18. øld byrjaði eitt stórt jarðarbýti, sum kundi fingið skiftisfundirnar um teir einstøku hagapartarnar heima hjá okkum at líkst barnaføðingardøgum.

Hetta varð sjálvandi ikki framt eftir einum degi, men tá garðar og hegn forðaðu tí mobilu og alt annað enn staðarbundnu lívsførsluni, var torført at halda fram á sama hátt. Gaucho?ararnir vórðu ikki sæddir sum nógv annað enn neytatjóvar, og so við og við noyddust fleiri av teimum at arbeiða, har teir áður høvdu kastað lasso, og fleiri livdu á hungursmarkinum. Kunnu kanska samanberast við teir gomlu seyðatjóvarnar í Føroyum.


Frá at hava jagstrað neyt til at berjast móti monnum

Í 1806 lupu onglendingar so á Buenos Aires, og nógvir gaucho?ar vórðu noyddir í herin. Seinni bleiv Argentina eitt sjálvstøðugt land, men eftir fleiri ár við borgarakríggi og øðrum meinum høggum í hesa mentan, vóru dagarnir hjá hesum cowboyarum taldir. Søgurnar livdu tó víðari - bæði tær glæstrikendu, sum gjørdu hesar neytadreingir, ið bæði spældu kort og ballaðust, til eitt romantiskt, tjóðskaparligt súmbol, og so tær kanska meira undirhaldandi hjá John Wayne og øðrum í tí norðara Amerika.