Góði Karsten Hansen,
Eg las herfyri í Dimmalætting (nr. 207, 13. september, s. 2), at nýggj skipan skjótt skal koma í gildi, har ráðgeving verður áløgd øllum kvinnum, ið ynskja fosturtøku. Í hesum sambandi segði tú sambært Dimmu, at eftir nýggju reglugerðini skal kvinnan hava ráðgeving frá heilsusystir. Harumframt kann hon, um hon ynskir tað, “leita sær meir hjálp hjá eitt nú sálarfrøðingi, gudfrøðingi ella øðrum.”
Henda útsøgnin undrar meg, og kundi eg tískil hugsað mær svar upp á nakrar spurningar. Í fyrstu atløgu kundi eg hugsað mær at vita, hvørt hendan víðari ráðgevingin eftir ynski er fullkomiliga sjálvboðin og óheft heilsuverkinum? Er ætlanin, at hon t.d. skal fáa peningaligan stuðul ella ávísing til hesa?
Tí um so er, at kvinnan av sínum eintingum eisini kann leita sær víðari ráðgeving frá t.d. eini vaskikonu ella einum timburmanni, undrist eg á, hví tú kendi tað neyðugt at nevna sálarfrøðingar, gudfrøðingar ella nakrar –frøðingar yvirhøvur. Sigur tað ikki seg sjálvt, at ein og hvør í einum fríum landi til eina og hvørja tíð eftir egnum ynski kann leita sær ráðgeving frá hvørjum, tað skal vera, uttan atlit at útbúgving ráðgevans?
Tað spurt, so kundi eg hugsað mær at vitað, hví tú í hesum høpinum javnsetir gudfrøðingar við sálarfrøðingar á henda hátt. Hvørjar serligar førleikar ímyndar tú tær, at ein gudfrøðingur hevur fram um aðrar akademikarar á sama stigi til at vera ráðgevi hjá kvinnum, ið umhugsa fosturtøku? Hvat er tað, sum gjørdi gudfrøðingin verdan at nevna sum møguligan ráðgeva saman við sálarfrøðinginum fram um eitt nú ein støddfrøðing? Hvørji teljast í tínum huga millum “onnur” í útsøgn tíni : “(...) hjálp hjá sálarfrøðingi, gudfrøðingi ella øðrum?”
Lat okkum ímynda okkum, at ein anti-freudiansk, gudleys kvinna umhugsar fosturtøku. Hon fær ráðgeving frá áðurnevndu heilsusystrini, ið hon er víst til, men hevur sjálvandi ikki hug at práta við hvørki sálarfrøðing ella gudfrøðing. Hevði tað, eftir tínum tykki, so verið henni líka gagnligt at leita sær meiri hjálp frá einum heimspekingi, einum søgufrøðingi, einum samfelagsfrøðingi ella einum málfrøðingi?
Um so er, at tín útsøgn merkir, at almennur stuðul kann veitast til meiri hjálp hjá sálarfrøðingi ella gudfrøðingi, kann slíkur stuðul so eisini veitast til hjálp frá nevndu verðsligu alternativunum?